mikudagur 17. august 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 154 - 17. august 2005
11
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv
innsent tilfar sendandi – meira
enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt
nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal
vera undir øllum innsendum
greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit
okkum rætt til at ikki at taka við
tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað
aðrastaðni. Drúgvar greinar –
greinar sum eru longri enn áleið
5.500 tekn, verða raðfestar
lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið
umvegis teldupost ella á diskli.
Gerhard Lognberg
Borgarstjóri og
løgtingsmaður
Eg má bara harmast um
so
negativa
skriving.
Hvørja uppgávu er litið
tær upp í hendi, Napoli-
um Magnussen, borgar-
stjóri í Miðvági, er tað
ikki at verða borgarstjóri í
Miðvági? Tað kann tykj-
ast, sum tú er ein sannur
serfrøðingur í kommunu-
málum!
Eg vóni at Sandoy fer
at klára seg uttan títt
briksl.
Kloakkina frá Sandoy-
ar Meginskúla skulu vit
nokk klára, og má eg heilt
erliga siga, at nakran
klandur um hana, veit eg
einki um. Allar kommun-
urnar í Sandoy hava um-
boð í skúlasambandinum.
Skopun og Tórs-
havnar Kommuna
Napolium
Magnussen
heitur á løgmann um at
seta sirkul um Sandoy,
áðrenn Gerhard endar í
Tórshavnar Kommunu.
Skal tú í Sandoy at
siga, hvat ið vit skulu
gera, ella ert tú so glaður
um, at sjálvræði verður
tikið frá kommununum.
Eg eri valdur her á
staðnum í gjøgnum 21 ár,
og fari eg at taka so tíð-
andi mál sum hetta upp
við kommunustýrið og
fólki her á staðnum.
Vit klára okkum, og
vilja vit heldur enn fegin
samstarva
við
hinar
bygdirnar í oynni. Um vit
meta, at rætt er at leggja
saman við Tórshavnar
Kommunu, so verður tað
okkara sak og ikki tín!
Tað tykir mær, sum tú
hevur latið teg velja til
borgarstjóra við einum
fyri eyga, og tað er at av-
reiða tína kommunu Mið-
vág.
Tórshavn og
Kollafjørður sundur
Her tykist mær sum um
Napolium ikki er so glað-
ur fyri samanlegging, og
tekur so hjartaliga synd í
kollfirðingum. Jú, her
kemur tað, tær stóru
kommunurnar eta tær
smáu.
Annars skal eg ikki
blanda meg í hvussu koll-
firðingar og Tórshavnar
Kommuna avgreiða sínar
uppgávur. Eg havi nokk
við meg sjálvan.
Tórshavnar Komm-
una og útjavning
Eg havi oftani havt tað
frammi um útjavning, tí
so nógv fellur niður í
Tórshavn. Har eru vit
samdir.
Síðani endar tú aftur
við briksli um at Tórs-
havnar Kommuna kanska
endar sum fyrr, tá teir
gingu biddaragongd út á
bygd. Ikki serliga diplo-
matiskt eftir mínari mein-
ing.
Loypa úr stólinum
Nei, tað var hatta briksli,
sum tú kryddaði greinina
við, sum fekk meg at taka
pennin.
Tú sigur, at tað er bara
ein vegur, og tað er fram-
eftir.
Sjálvur haldi eg ikki
tína kós verða serliga
greiða. At briksla og
verða negativur um onn-
ur, og krýna seg sjálvan
sum serfrøðing, haldi eg
ikki verða rætt.
Nær og hvar Skopunar
Kommuna leggur saman,
skulu vit sjálvi finna útav,
uttan at onnur blanda seg
í hesa sak.
Svar til diplomat í Miðvági
Kl. 09.00
Frásøgumaðurin, Karl Birgir Isaksen bjóðar
vælkomin
Kl. 09.05
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Fiskivinnu
málum setur Føroya Sjómannadag 2005
Kl. 09.10
Norðoya Sparikassi bjóðar til stórt
morgunmatarborð
Kl. 09.10
Framsýningar og sølubúðir lata upp
Kl. 09.45
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri avdúkar
standmynd, sum Archibal Black og Ólavur
Samson hava gjørt.
Kl. 10.00
Nýggi bjargingarbáturin "Ziska" hjá Norðoya
Bjargingarfelag kemur inn eftir Vánni og
leggur at á stongunum.
Sjóverjuskipini Triton og Tjaldrið fylgja
bátinum til bryggju.
Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya
Sparikassa, heldur røðu.
Kl. 10.30
Svimjikapping um Vánna, Klaksvíkar
Froskmannafelag skipar fyri.
Kl. 11.00
Hoppikapping á boyum,
Sjómanskvinnuringurin í Norðoyggjum
skipar fyri.
Kl. 11.30
Heimsmeistarakapping í togtogan millum
skipsmanningar.
Kl. 12.00
Fólkalívsmyndir.
Biskupstøðbáturin drigin eftir bryggjuni og
flótaður við verjuleguna.
Síðani setur manningin línu uttan fyri
Stangabrúgvarnar
Kl. 12.30
Kapprógving millum bátar í Norðoyggjum 5
mannafør, 6 mannafør og 10 mannafør við
old boys.
Kl. 13.30
Bjargingarroynd, Norðoya Bjargingarfelag
skipar fyri.
Kl. 14.00
Heimsmeistarakapping í trolbøting, Vónin
skipar fyri.
Kl. 14.30
Heimsmeistarakapping at skera agn
Kl. 15.00
Føroyameistarkapping í egning og
Heimsmeistarakapping í egning.
Føroyameistarin kemur at kappast um
heimsmeistaraheitið móti íslendska og
norska meistaranum.
Kl. 17.00
Heimsmeistarakapping í stafettrenning við
stampum
Kl. 18.00
Heimsmeistarakapping í sjómanstaki
Kl. 18.30 Heimsmeistarakapping Kasta lodd
Kl. 19.00
Heimsmeistarakapping Halda dregg
Kl. 19.30
Heimsmeistarakapping í Kelving
Kl. 20.00
Steypahandan til bestu bátar og skip í
Norðoyggjum
Kl. 22.00
Bryggjudansur.
Byrjað verður við Føroyskum dansi, sum
Klaksvíkar Dansifelag skipar fyri. Síðani
spæla Jákup Marnar Antoniussen og Heini
Ziska Dahl saman við harmonikumonnum til
dans.
Skráin fyri Sjómannadagin 2005
Leygardagin verður Sjómannadagurin hildin í Klaksvík.