Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 154 - 17. august 2005 Fríggjadagin 19. august rundar ein kendur tofta- maður tey fimmti. Tað eru flest øll í Føroyum, sum hava hoyrt navn hansara. Tað sermerkta við hesum arbeiðssama og gávuríka manninum er, at ymisk fólk kenna hann í ymiskum sambondum, sum einki hava hvørt við annað at gera. Hann er studenta- skúlalærari í dagliga yrki sínum. Og so er hann ítrótt- artíðindamaður, høvundur, samfelagsfrøðingur, sjón- varpsviðmerkjari, hagtals- snillingur, vertur í ymisk- um tiltøkum, limur í fleiri nevndum og so nógv annað… Men framum alt – ein góður maður, pápi og abbi. Jú, maðurin er sjálv- andi Jóannes Hansen – Jóannes á Toftum ella Jóannes hjá Sannu, sum onkur kallar hann, fyri at skilja hendan fryntliga toftamannin út frá fleiri øðrum, ið bera júst sama navn. Jóannes Anfinnur Hans- en er ættaður úr Klaksvík og er uppvaksin har. Hann er føddur tann 19. august 1955, sum miðlingur í ein- um systkinaflokki uppá trý, harav hini bæði búgva í heimbýnum. Tey eru Han- us, skipari, og Finngerð Joensen, bankakvinna. For- eldur Jóannes eru Karstin Elias Hansen (vanliga nevndur Karstin í Svínoy, 1920-2001) og Ragnhild, f. Joensen í 1927, úr Heimi- stovu í Svínoy. Foreldrini vuksu bæði upp úti í Svínoy, sjálvt um Karstin hevði røtur sínar á Toftum, har Jóannes sjálvur festi búgv nógv ár seinni. Longu sum skúladrongur í Klaksvík sýndi Jóannes politikki og samfelagsvið- urskiftum stóran áhuga. Hann var eisini raskur at telva og sparka bólt. Jóann- es var virkin í KÍ, og hann fekk eisini nakrar dystir á besta liði felagsins í 1. deild í fyrru helvt av sjeyti- árunum. Jóannes fekk studentar- húgvu í 1975. Tað er vert at minna á, at hann í Hoydøl- um var vitni til nógv um- rødda málstríðið, tá ið nak- rir studentar bardust fyri sjálvsagda rætti sínum at tosa á móðurmálinum til prøvtøkur. Jóannes fór á læraraskúla í Havn í 1976. Hann gekk tey fyrstu tvey árini í Før- oyum, og so restina niðri á Emdrupborg Seminarium, har hann varð liðugur í 1980. Hann starvaðist árini 1980-1984 sum lærari í Jakobskolen, ið er kristin frískúli á Frederiksberg. Fór so at nema sær víðari útbúgving og gjørdist cand.mag í samfelagsfrøði og landalæru á Roskilde Universitetscenter í 1987. Tað árið flutti familian heim til Føroya, har Jóann- es fekk starv sum adjunktur á Studentaskúlanum við Gøtugjógv, sum seinni bleiv fluttur á Kambsdal. Har hevur hann arbeitt síðani, væl umtóktur og dámdur av starvsfeløgum og næmingum. Ivaleyst øll tey, sum hava gingið til samfelagstím- arnar hjá Jóannesi Hansen, kunnu staðfesta – hann er ein tann besti lærarin, tey nakrantíð hava havt. Altíð fyrikomandi og í góðum lag, væl fyrireikaður, dugir toftamaðurin lýtaleyst at siga frá øllum viðkomandi evnum. Pedagogiskar royndir frá undirvísing í fólkaskúla og framúr góðar talugávur, blandaðar við ómetaligari almennari vitan hjá Jóannesi geva einum sanna fragd av at sita til tímar hansara. Áhugin fyri altjóða sam- felagsviðurskiftum leiddi Jóannes til Onglands, har hann var á ársskeiði í politikki og fjølmiðlum í 1995-1996 á Brooks Uni- versity í Oxford. Jóannes hevur eisini ver- ið virkin í føroyskum kommunupolitikki. Í 1992 varð hann valdur í stýrið í Nes kommunu og sat val- skeiðið 1996-2000 sum næstformaður. Nógv kenna Jóannes frá sjónvarpsvalsendingum, har hann á sín eyðkenna, siðiliga hátt greiðir hyggj- arum frá tendensum í val- stríðnum, framgongdum og afturgongdum hjá flokkun- um í valdømum og ymsum partapolitiskum rákum í sambandi við valið. Tað er ringt, um ikki ógjørligt, at avdúka, hvønn flokk mað- urin sjálvur hevði valt hendan dagin – sum ein framúr góður samfelags- frøðingur og journalistur í einum, megnar Jóannes so meistarliga at vera uttan- veltaður og halda lágan profil. Tað er einki at ivast í, at luttøkan hjá Jóannesi Hansen ger valsending- arnar uppaftur meira spennandi og áhugaverdar. Jóannes hevur – saman við øðrum serfrøðingum innan altjóða rætt og al- tjóða politikk – í fleiri ár verið virkin í Grundlógar- nevndini, ið bleiv sett av fullveldissamgonguni til tess at fyrireika teirri før- oysku tjóðuni eina grund- lóg. Tað var sjálvandi ikki av tilvild, at Jóannes á sinni átók sær uppgávuna at savna og samskipa valtøl, sum seinni gjørdist 3. bind av framúrskarandi útgávuni »Føroya Løgting 150 ár«. Tað eru sera fá, sum kenna og minnast hagtalsliga part- in av nýggjari politisku søgu føroyinga so væl, sum samfelagsfrøðingurin av Toftum ger. Hugin til pennin hevur Jóannes altíð havt. Longu miðskeiðis í sjeytiárunum var tann ungi klaksvíking- urin blaðstjóri á Norðlýsin- um í eitt skifti, áðrenn hann fór suður til Havnar at lesa víðari. Eisini hevur fyrrver- andi KÍ-leikarin fylgt nógv við fótbólti – bæði føroysk- um og útlendskum. Soleiðis fingu føroyingar gleði av at kunna lesa í Sosialinum altíð áhuga- verdar ítróttargreinar og stubbar hjá »-jh-« og »-nn-«. Klaksvíkingurin á Toft- um leggur sjálvandi størsta dentin á fótbólt, tó skrivar hann eisini um kappróður og so onkra hendingagrein um aðra ítrótt. Sosialurin hevur í mong ár verið at kalla annað ar- beiðsplássið hjá Jóannesi, men hann hevur eisini skrivað tilfar til nógvar leikskráir hjá B68 og lands- liðnum. Jóannes var í fleiri ár talsmaður hjá FSF og stóð fyri tíðindafundum eftir landsdystir hjá fót- bóltslandsliðnum. Føroyska fótbóltslands- liðið er hjartabarnið hjá tíðindamanninum Jóannesi Hansen. Jugoslavia og Russland, Kýpros og Írland og aðrastaðni við ferðaðist hann við fremsta føroyska umboði úti í Europa og sendi heim sínar frálíku frá- sagnir um dystirnar. Sum úrslit av tí gav Jóannes sjálvur annar út »Lands- liðssøguna í 10 ár« í 1997. Kortini man størsta verk Jóannesar innan ítróttar- journalistikk vera Fótbólts- árbókin, sum hann saman við øðrum gav út árini 1992-2003. Jóannes kom uppí hesa útgávuna í 1993, og hann var at siga høvuðs- kraftin aftanfyri, líka til hon – tíverri fyri so mong – helt uppat. Í eitt heilt tíggjuáraskeið hevði árbók- in verið yndisjólagáva hjá teimum flestu fótbólts- áhugaðu í Føroyum. Í útlendskum fótbólti hevur Jóannes – serliga í seinastuni – fingið nógvar góðar løtur av tí fína spæl- inum hjá Arsenal, sum hann altíð hevur hildið við í Onglandi. Í heimligu kapp- ingini munnu KÍ og B68 standa klaksvíkinginum á Toftum næst, sjálvt um hann dugir at krógva hetta í skriving sínari! Størsta grundin til, at Jóannes valdi at búsetast á Toftum, man vera tann, at hann fekk sær konu haðani. Sanna kemur úr tí stóra barnaflokkinum hjá tí navnframa skiparanum Júst í Túni, f. Hansen, sála, ið sum flest øllum kunnugt var toftamaður, og Maju, f. Guttesen úr Havn. Jóannes og Sanna, sum eru trímenn- ingar í faðirætt (Karstin í Svínoy var av Túni-slagn- um av Toftum og systkina- barn Júst), komu saman í 1977, giftust í februar árið eftir og fluttu síðani til Danmarkar í útbúgvingar- ørindum. Í Keypmanna- havn blivu genturnar báðar føddar – Randi kom til verðina tann 9. januar 1979 og Elisabeth tann 1. desem- ber 1983. Randi og maður hennara, runavíkingurin Símun J. Hansen, búleikast nú í danska høvuðstaðnum saman við skjótt eitt ára gomlu Sonnu – ábbadóttir Jóannes. Elisabeth er trú- lovað við fuglfirðinginum Jóhan á Lakjuni og býr heima. Tað er merkisvert, at báðar døtur og báðir ver- synir Sonnu og Jóannes eru tónleikakøn – á ein ella annan hátt – og tey hava øll luttikið í ymiskum fram- førslum og fløguútgávum! Heimið hjá Sonnu og Jóannesi við vøkrum útsýni yvir á Strendur er sera hugnaligt og gestablítt. Tað er fáur dagur, at eingin vitjandi bankar uppá. Hóast nógv upptikin – Sanna er jarðamóður í Havn og maðurin er virkin í so nógvum í senn – hava tey altíð stundir til gestirn- ar. Jóannes er persónliga trúgvandi maður, og hetta merkir lív hansara. Hann og Sanna hava sína gongd og eru sannir stuðlar hjá Nebo, sum er Brøðrasamkoma á Toftum. Nógv orka er løgd og stórt arbeiði er gjørt av einari lutfalsliga lítlari samkomu, nú nýtt og størri samkomuhús verður reist í bygdini. Jóannes hevur so sanni- liga stóran og breiðan vin- arskara, tí kann roknast við, at nógv koma at heilsa uppá føðingardagsbarnið heima hjá honum nú hóskvøldið. Góði Jóannes, tær við familjuni verður ynskt hjar- taliga tillukku við tí runda degnum, Harrans signing og alt tað besta í framtíðini. Ivan E. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Jóannes Hansen á Toftum 50 ár Dagurin 17. august. Anastasius. Annaðhvørt tann Anastasius, sum var biskupur í Terni í Italiu í 6. øld ella ein Anaststius, ið doyði sum pínsluváttur í Persiu umleið ár 620.