Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 17. august 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í Øssur verður 40 ár Tøkk Vit takka hjartaliga øllum tykkum mongu, sum hjálptu og stuðlaðu okkum so dyggiliga og vístu okkum samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi, beiggi og svágur okkara Egil Djurhuus andaðist og varð jarðaður. Eisini takka vit tykkum hjartaliga, sum vístu honum so stóra umsorgan, tá hann lá sjúkur. Blíðar heilsanir familjunnar vegna Maria og Tróndur við familju Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá okkara kæri maður, pápi, abbi og langabbi Poul Anskar Frits Mortensen andaðist og varð jarðaður Takk fyri blómur og kransar. Takk til Ólav Rasmussen, prest, sangarar og kirkju- tænarar.Takk øll tit, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Ein serlig tøkk til tykkum, sum hava verið um hann hesi seinastu árini. Familjunnar vegna Henrikka, Kaj, Magni, Páll, Ib og Finnbogi við familjum Mikudagin 17. august fyllir ein havnarmaður og ímyndin av lívsgleði 40 ár. Øssur Gudmundarson er føddur á Tvøroyri og er yngstur av fýra systkjum. Foreldur hansara eru Petr- ina og Gudmund Gudm- undarson, sum í dag eru búsitandi í Hvalba. Sum mong onnur menn- ingartarnað tá í tíðini, flutti Øssur sum 2 ára gamal til Danmarkar at búgva. Øssur kom aftur til Føroya at búgva í 1973, og hevur hann millum annað búð á Eirargarði, men síðan 1988 hevur hann búð á Sam- býlinum á Mýrini, á Mýrini 4-6 í Hoyvík. Øssur er í allar mátar ein familjukærur, fryntligur, røkin og sera virkin maður, hann arbeiðir dagliga á Verkstaðnum Vón á Argj- um, har hann fæst við at hølva pelar (prestar) til LV. Áhugin fyri ítróttinum er stórur, bæði sum aktivur luttakari og áskoðari. Hvønn vetur sæst Øssur í svimjihøllini í Havn, á hestbaki í ríðihøllini hjá Berghestum omanfyri Marknagil og í høllini á Læraraskúlanum til stav- bólt og boccia. Øssur er ein av okkara fremstu í boccia, hann hevur luttikið í fleiri kappingum uttanlands um- boðandi ÍSB. Sum HB- Stuðul hevur Øssur helst vitja allar fótbóltsvøllir í landinum, og genturnar á Jarnbardi hava ført hann til nógvar stevnur tey seinastu árini. Í stuttum kann nevn- ast, at Øssur eisini er ein ferðamaður burturav, burt- uri sum heima. Hóast Øssur hevur so nógv um at vera og kann tykist eitt sindur sjálvsøkin í tí dagliga, er hann ein undangongumaður á Mýr- ini. Hann dugir stak væl at fáa tíðina at strekkja til all- ar sínar uppgávur í sambýl- inum og altíð eitt sindur afturat. Takk fyri tað tú er fyri okkum bú- og starvsfólk og hjartaliga tillukku við degnum. Opið hús verður í HB húsinum fríggjadagin 19. august frá kl. 17. Tann 20. august fyllir Andras Tórur Miðskarð 70 ár. Andras er uppvaskin í Svínoy og er sonur Súsannu og Magnus Miðskarð. Í 1949 flutti alt húskið til Klaksvíkar. Sum heilt ungur fór Andras at rógva út og síðani til skips. Seinni fór hann á stýrimansskúla og skiparaskúla. Andras giftist í 1967 við Ruth Andersen, fotografi, sum er úr Danmark. Tey eiga børnini: Dagny og Jóhannes. Í 1977 fekk Andras ar- beiði á landi, sum havnafúti á Klaksvíkar Havn, og har starvaðist hann líka til hann gjørdist 68 ár. Andras er nógv virkin í KFUM & K í Klaksvík, har hann millum annað hevur tikið sær nógv av sunnu- dagsskúlanum og haft nógvar summarlegur hjá Heimamissiónini. Í hesum sambandi skal nevnast, at Andras hevur skrivað tríggjar barnabøkur og eina skaldsøgu. Hartil hevur hann yrkt nógvar sangir til brúðleyp og føðingardagar. Eisini hevur hann verið virkin í politiskum arbeiði í valfelag á ymsum økjum. Í nógv ár var hann formaður í Norðoya Sambandsfelag. Andras er ikki smæðin og dámar væl at taka orðið til ymsar samkomur. Hon- um dámar væl at royna at finna tað skemtiliga sjónar- horni. Hann er fyrikomandi við at hjálpa til, og heldur tað hann lovar. Á føðingardegnum er Andras burturstaddur. Dag- urin verður hildin í Dan- mark saman við konuni, børnum og svigarsoninum. Andras Tórur Miðskarð sjeyti (Jonn) John Nielsen, Hvalba, andaðist á Suður- oyar Sjúkrahúsi mánadagin 15. august, 72 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Bjarni Magnussen, ættaður av Tvøroyri, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnu- dagin 14. august, 82 ára gamal. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum leygardagin 20. august klokkan 13.00. Kistan við Odnu Kyrjarheygg fer av kapellinum á Norðoya Røktarheimi týsdagin klokkan 18:00. Jarðarferðin verður úr Betesda mikudagin klokkan 13:30. Tey, ið vilja minnast Odnu, kunnu lata Norðoya Røktarheimi eina peningagávu, konta í peningastovnunum. Kelda: Útvarpið Andlát og jarðarferðir