mikudagur 17. august 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bogi Eliasen
stjórnmálafrøðingur
Viðkvæmi heimurin
Altjóðargerðin er um okk-
um hvønn einasta dag, vit
kjakast um hvussu vit
kunnu fáa sum mest burtur-
úr og ikki gerast eftirbátur á
altjóða pallinum. Altjóða-
gerð er tó meira enn stutt-
skygd vinningsbýti uppá
stuttskygdaða marknaðar-
satsing. Altjóðargerðin við-
førir ein meira samanbund-
nan heim, har flytingar eru
lættari. Vit í Evropa eru von
við at hugsa um tey fýra
frælsini; fólk, kapital, íløg-
ur og tænastur. Ein meira
opin heimur, sum gevur
størri møguleikar, er sam-
stundis ein meira við-
kvæmur heimur, har verri
er hava eftirlit við brots-
monnum. Vit eru sostatt í tí
klassiska frælsisspurning-
inum, hvussu nógv eftirit er
neyðugt fyri at einstakling-
urin kann verða frælsur?
Svarið er ymiskt, stýrt av
ymsum hugsjónum, men
fáur ivast í, at nýmótans
tøkni og altjóðargerð hava
gjørt okkara skipanir sera
viðkvæmar og lættari at
syndra, enn vit brýggja
okkum um at vita. Hetta
sóu vit 11.9.01, vit sóu tað í
Madrid, í London í Egypta-
landi, Bali, Jakarta, Istan-
bul, Casablanca og Ryadh,
og vit hava fyrr sæð tað í
Japan. Tann víðgongdi is-
lamiski yvirgangurin, sum
skakar mest nú, er eisini
ørkymlandi, tí talan eisini
er um fólk sum búgva í
fyrstaheimslondum og at
talan helst ikki er um ein
skipaðan felagsskap, men
fólk sum taka undir við Bin
Laden og soleiðis sjálvi
taka stig til ræðuleikar.
Yvirgangur
Yvirgangurin skakar okk-
um, og hátturin altjóða
yvirgangurin verður framd-
ur á, ger at vit øll óttast og
soleiðis røkka yvirgangs-
bólkarnir
máli
sínum.
Nógvar eru meiningarnar
um hví hetta slagið av yvir-
gangi hevur fingið fasta-
tøkur og stuðul í fleiri lond-
um. Men tað er givið, at
partvíst er tað talan um
átrúna og um kúgað fólk,
sum onkursvegna kenna
seg við undirlutan í verandi
heimsskipan, sum bartrog-
ini, ið tala fyri yvirgangi,
misbrúka. Tað er lítið at
ivast í, at verandi heims-
skipan ikki hevur eitt rætt-
víst býti at tilfeingi, og í
sær sjálvum er við til at
halda hesum órættvísi uppi.
Júst staðfesting av hesum
er arbeiðið við at broyta ST
skipanina, soleiðis at heim-
urin gerst meira rættvísur.
Eitt annað amboð í hesum
sambandi eru reglurnar fyri
altjóða handli. Her er
somuleiðis lítið at ivast í, at
fyrstaheimslondini
fáa
mest burturúr og ofta tey
sterkastu alramest.
Fríhandil
Seinastu árini hava al-
mennu Føroyar arbeitt við
einum fríhandilssáttmála
við Ísland. Flest øll eru
samd um, at neyðugt er at
verða meira altjóða. Men
so
skjótt
vinnulívsfólk
kenna seg hótt, verður ofta
kravt at fáa verju og so-
leiðis hevur leikur eisini
verið
viðvíkjandi
eini
fríhandilsavtalu við Ísland.
Óttin tykist her at verða, at
íslendingar eru sterkari enn
vit og tí við løttum taka
yvir. Óttin er bæði við-
víkjandi fríhandilssáttmála,
men eisini at íslendingar
seta seg á eitt nú almennu
ognirnar, sum verða ein-
skildar. Tað er ikki bert í
Føroyum, at hesin óttin
stingur seg fram. T.d. í
Peru, sum eg júst havi verið
í, eru harðar fríhandils-
samráðingar við USA. Peru
hevur tørv á fríhandilssátt-
málum, men óttast sam-
stundis avleiðingarnar. Ótt-
in er, at tað nógv sterkari
amerikanska
vinnulívið
skal seta seg á alt. Harum-
framt eru krøvini frá USA
rættiliga hørð, soleiðis skal
Peru t.d. steðga kopivørum,
vøkstrinum av kokabløðum
og so eru peruanar mis-
nøgdir við at USA krevur
fría atgongd fyri sínar
stuðlaðu landbúnaðarvørur.
Fyri Peru er trupulleikin, at
nógv fólk liva at gera kopi-
vørur og er hetta ein um-
fatandi vinna í Peru. Har-
afturat er komið fram, at
roknast má við munandi
vøkstri í heiligvágskost-
naði, tí fríhandilsavtalan
inniber, at patentini hjá
amerikonskum
feløgum
skulu fylgjast í Peru. Her
sæst longi ójavnvágin í
avtalum millum fyrsta og
triðjaheimslond og enn er
langt á mál, tí tað er vanligi
fátæki borgarin, sum miss-
ur í fyrstu atløgu.
Kokabløð uttan
alternativ?
T.d. hevur nógv verið gjørt
burtur úr frá amerikanskari
síðu, at banna kokabløðum,
sum eru ráevni til kokain.
Trupulleikin er bara, at tey
vaksa sum gras nógva-
staðni. Um USA krevur at
sleppa frítt inn við sínum
stuðlaðu landbúnaðarvør-
um, so gerst trýstið á bønd-
urnar enn størri og alterna-
tivið at arbeiða við koka-
bløðum enn minni. Tað
sama ger seg galdandi, um
handilsavtala skal gerast
við ES. Tí átti eitt krav at
verið sett til bæði USA og
ES í mun til hesi lond. Um
vilji veruliga er til at sleppa
av við kokaframleiðsluna,
so byrjið eina tilgongd, har
landbúnaðarstuðulin stig-
víst verður tikin av og pen-
ingurin ístaðin brúktur til at
uppbyggja kappingarføran
og burðardyggan landbúna
í hesum økjum, sum í dag
veita rávøruna til kokainið.
Tað nyttar lítið at lóggeva
eitthvørt burtur, um fólkið
ikki fær eitt alternativ.
Óttin fyri fríhandli
Vit hoyra nógv føgur orð,
um at alheimsgerðin skal
javnstilla fólk meira og at
tjóðskapurin hevur minni
týdning. Tað er partvíst
rætt, men at verða sterkur
úti viðførur at tað er neyð-
Yvirgangur, fríhandils-
sáttmálar og einskiljing
Nr. 154 • mikudagur • 15. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Hesir fara í næstum at skriva undir fríhandilssáttmála