Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ugt eisini at verða sterkur heima. Sum vit síggja døm- ini viðvíkjandi støðuni millum Føroyar og Ísland og Peru og USA, so eru londini óttafull, tá latast skal upp. Og um eitt land sum Føroyar óttast eitt land sum Ísland, hvussu stórur er óttin so ikki aðrastaðir? Stríðið at lyfta Afrika, er júst at skapa javnbjóðis handilssambond og eini slíkari leið hava øll menn- ingarlondini tørv á, men ein kann ivast í um fyrsta- heimslondini veruliga ynskja at hesi londini gerast ov sterk, tí tað merkir eisini at tey kunnu fáa størri ávirkan. At tað hendir nak- að á økinum, er avtalan USA júst hevur gjørt við 6 Miðamerikonskt lond, sum byrjar Cafta samstarvið. Einskiljing og altjóðargerð Í okkara egna høpi, eru fleiri viðurskifti, sum fram verða tikin, og so er tað eisini tilvildin sum ger, at einskiljingarbylgjan rakar í fríhandilssáttmálan við Ís- land. Einskiljingin merkir, at fyritøkur sum í dag eru almenn ogn, skulu á privat- ar hendur. Hetta merkir eis- ini at strategisk politisk ætlan við hesum ognum verður slept sum møgu- leiki. Sjálvandi kunnu al- mennu Føroyar seta nøkur krøv til keyparar, men hesi verða altíð veikari, enn tá ognin er á almennum hond- um. Her kemur so óttin fyri íslendingum inn. Íslendsk- ur kapitalur hevur longu sett seg á nógv í Føroyum, og fleiri óttast at hann verður dominerandi. Og er tað so ein trupulleiki? Tá tað almennu sleppur ogn- um, eigur tað at verða eitt feitt, um pengarnir er før- oyskir ella ikki, sum keypa ognirna, tí tað sum um ræð- ur er at talan er um privatar pengar og ognarrætt, og at ognirnar koma undir van- ligar marknaðartreytir. Í mun til útlendskar og kanska serliga íslendskar íløgur, er vandin at einstøk fólk og feløg koma at sita á ov nógvum, og at møgulig- ur vinningurin ikki kemur Føroyum til góða, soleiðis at eitt møguligt yvirskot ikki verður brúktur til íløg- ur í Føroyum. Men tað er helst ein náttúrlig avleiðing av alheimsgerð og spjaðing av váða. Í íslandi verður t.d. ávarað ímóti, at ognirnar eru á ov fáum hondum, so- leiðis at rapar ein av stóru eigarunum, er vandi fyri at Ísland fer á heysin, og her mugu vit eisin meta um, um vit vilja hava henda váða í fyritøkur, vit ein- skilja. Politisk krøv Tí liggur tað eisini á polit- isku skipanini ikki bert at hyggja at prísi, men eisini keyparanum, tá einskilt verður. Tað er umráðandi hjá okkum, at treytir verða settar við ognarrættin á t.d. telefonútboði og infrastruk- turi, tí vit liggja ikki mitt á evropeiska meginlandin- um, og feløg berjast ikki um at sleppa at útbýggja Føroyar. Føroyar eru so lítl- ar, at tað er skeivt og bein- leiðis vandamikið uttan fyrilit at brúka ástøðir, gjørd til stórar marknaðir. Okkara stødd ger, at vit á fleiri økjum fara at hava antin alment ella privat monopol, og her skal polit- iska skipanin tryggja okk- um soleiðis, at støðan ikki skaðar landið, tí eingin vissa er fyri at privat mono- pol er betri enn alment. Tað almenna situr í dag á ognum, sum tað helst ikki skal sita á. Hvar markið so gongur, er ilt at semjast um, tí politiskar hugsjónir siga ymiskt. Men tað má verða greitt, at eitt endamál er at skilja ímillum alment og privat, og síðan at eisini at- lit verða tikin til føroysk áhugamál. T.d. at tryggja ferðasamband úteftir, at tryggja fjarskifti innanhýsis og úteftir. Hvar ein heldur hesar uppgávur liggja best, veldst nógv um politiskan lit, men vit mugu bert minnast til, at tað ber til við lógum og reglum og at seta krøv, og at einskiljing í sær sjálvum ikki er nakað garanti, men at skilagóð einskiljing kann skapa karmar um einar betri Før- oyar á summum økjum, tí tað almenna er í dag partur av økjum, har tað ikki skal verða. Tó skulu it ikki gloyma, at Føroyar ikki eru eitt vanligt samfelag, tí vit eru sera lítil og liggja fjar- skotið, tí er tað ikki vist at patentloysnir til størri lond júst er tað, sum skal til í Føroyum. Framburður krevur opinleika og ábyrgd Altjóða handilssambond er ein fyritreyt fyri at verða við millum heimsins fremstu lond. Tí skal hetta økið raðfestast høgt í Før- oyum. Altjóða handilssam- bond eru eisini eitt av høv- uðsamboðunum til at betra um ójavnan í heiminum, og skal Føroyar verða við al- tjóða, skulu vit eisini spæla við her. M.a. er ein náttúr- ligur partur av menningar- hjálp handilssáttmálar, sum framyvir kunnu geva menn- ingarlondunum veruligan møguleika at menna seg og harvið verða amboðið ímóti hungursneyðum, esktremum fátækradømi og ójavna og eisini tálma mis- nøgdini, sum helst eigur sín part av stuðlinum sum al- tjóða yvirgangurin hevur í fleiri londum. Skulu vit føroyingar hava ein leiklut á altjóða pallinum, er tað eisini okkara ábyrgd at verða partur í hesum. Nr. 154 - 17. august 2005 15 Hesin roynir at skelka heimskipanina Peruanski forsetin, Alejandro Toledi stríðist av øllum alvi fyri at fáa eina nøktandi fríhandilsavtalu við USA Einskiljingar er stóra uppgávan, sum verður samskipa av Løgmanni og landsstýrismonnunum í fíggjarmálum og vinnumálum Eitt neyðugt stig í menning av heiminum av at taka av landsbúnaðarstuðulin í USA og ES