Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 154 - 17. august 2005 Myndin frá sinastu viku endurtekur seg. Dollarin hevur ikki tað styrki, sum vit sóu fyrra hálvár í ár. Men euros hevur tendens at vinna nak- að aftur, av tí sum hon hevur mist fyrr í ár OLJA, VALUTA OG BÚSKAPARVØKSTUR Rolf Guttesen rg@geogr.ku.dk Seint fríggjadagin komu tey amerikansku tølini, sum vístu pengarenslið til og frá USA. Hvussu nógvir peng- ar floymdu frá útlandinum til USA, har hesir pengar vanliga fara til at keypa amerikanskar stats-obliga- tiónir ella onnur virðis- brøv? Í juni var hallið á ameri- kanska enn einaferð stórt, og tí má kapitalur koma uttanífrá til at fylla kassan upp. Men kom nóg mikið, ella var hugurin at seta pengar í amerikansk virðis- brøv kanska farin at minka? Nei. Amerikanska samfe- lagið fekk í juni eitt ískoyti uttanífrá uppá 71 milliardir $, og hetta er 16 milliardir meira enn í undanfarna mánað mai. Og 71 milli- ardir $ vóru ríkiligt til at dekka hallið á handilsjavn- anum, sum í juni var uppá 59 milliardir $. Ein stórur partur av tí stóra ameri- kanska innflutninginum stavar frá hækkandi olju- prísum. Fær USA "blokkstuðul" Amerikanska samfelagið fær á henda hátt ein stuðul uttanífrá. Frá privatpersón- um, vinnufeløgum og stjórnum, sum investera kapitalin í USA til góða rentu. Í princippinum pen- ing sum svarar til tann før- oyska blokkstuðulin. Mun- urin er, at USA tekur ímóti hesum stuðli uttan politiskt himpr.Í Føroyum kæra summir reaktionerir polit- ikarar, úr tjóðveldisflokkin- um og har á leið, seg um, at summir pengar gera skaða. Amerikanska rentan hækkaði hesaferð til 3,50% Enn einaferð hækkaði Stjórin Alan Greenspan í amerikanska centralbank- anum, The Fed, tað stuttu rentuna við 0,25 basepoints til 3,50%. Tað hevði verið vænta í longri tí, og valuta- handlararnir høvdu inn- roknað hetta stig í teirra handlum langt framman- undan dagin, so tað sást ikki aftur í valutakursinum tá tað so endiliga bleiv al- ment. Euroland ávirkast sjálvandi eisini av høgum oljuprísum Búskapurin í euro-økinum, eisini kallað Euroland, hevur ikki havt tað so gott í langa tíð. Framleiðslu- vøksturin hevur verið lítil, arbeiðsloysið stórt. Men hóast alt hevur ein lítil framgongd verið at hómað seinastu tíðina. Men olju- prísurin kann steðga hesi framgongd. Ein roynd at fremja vøkstin hevur verið at euro-rentan, sum ECB, europeiski centralbankin, fastsetir, hevur verið hildin niðri á 2%, so lætt og bíligt skuldi verið at lænt pengar at seta nýggja framleiðslu í gongd. Prísurin á olju er nú farin upp um 60$ fyri tunnuna Búskaparligi vøksturin er hóttur av dýru oljuni OLJUPRÍSURIN Spot North Sea Brent. US$/Barrel November 2002-august 2005 20 25 30 35 40 45 50 55 60 65 nov-02 jan-03 mar-03 maj-03 jul-03 sep-03 nov-03 jan-04 mar-04 maj-04 jul-04 sep-04 nov-04 jan-05 mar-05 maj-05 jul-05 sep-05 Oljuprísurin hevur tað mesta av august mánaði ligið yvir 60$ fyri tunnuna, og hetta er tað hægsta í umleið tey seinastu 25 árini. Orsøk til prísvøksturin er vaksandi eftirspurningur, sum kemst av at framleiðslan og nýtslan er stór bæði í USA , Kina og aðrastaðni. Samstundis er útboðið avmarkað, serliga tí at raffinerings-kapaciteturin hevur verið avmarkaður. Í USA og Venezuela hava verið fleiri óhapp á raffineringsvirkjum, soleiðis at nøkur av heimsins størstu hava ligið still eina tíð. Samstundis er politisk óvissa um hvat fer at henda í Iran. Fer USA við vápnamegi at leggjá á Iran? Iran er næststørsti framlweiðari í OPEC-felagsskapinum. SaudiArabia er størsti. Allar vinnugreinir, sum brúka nógva olju merkja príshækkanina. Flogfelagið British Airways hevur fyri at minka um flogvektina, skift glasfløskur út við plastfløskur umborð. Bilídnaðurin ávirkast nógv, tí færri fáa ráð at koyra bil, og serliga stórir amerikanskir bilar, sum brúka nógv benzin, eru ringir at selja. Dollars fyri eina Euro 1. November 2004 - 15. august 2005 1,18 1,2 1,22 1,24 1,26 1,28 1,3 1,32 1,34 1,36 01-nov-04 01-dec-04 31-dec-04 30-jan-05 01-mar-05 31-mar-05 30-apr-05 30-maj-05 29-jun-05 29-jul-05 RG-2005 Kelda:EC Gongur kurvan upp, styrkist Euro: € Gongur hon niður, styrkist Dollar: $