mikudagur 17. august 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hjá útiestum er tað
altíð nakað serligt, tá
tú kemur aftur á
klettarnar at vitja.
Eisini hóast tað enn
er so sera stutt frá-
liðið í útisetatilveruni
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Hóast hann bert hevur verið
knýttur á danska AaB í á
leið ein mánað í hesum um-
farinum, so telist Súni
Olsen nú aftur millum tað
aftur vaksandi liðið av før-
oyskum spælarum, sum
royna eydnuna í útlandin-
um.
Ofta verður tikið til, at
tað hjá hesum spælarum er
enn meira serligt at spæla á
landsliðnum enn hjá teim-
um, sum dagliga eru í Før-
oyum. Og tað er eisini ein
støða, sum Súni sigur seg
kennast aftur við.
- Tað vil sjálvandi altíð
vera nakað serligt at spæla
á landsliðnum, og í øllum
førum er tað nakað, sum eg
sjálvur havi sett rættiliga
høgt. Men tá tú spælir utt-
anlands, so er hetta sam-
stundis
ein
kærkomin
møguleiki at vitja eitt sind-
ur heima. Og eg má siga, at
tað kennist gott at vitja her
í kalda veðurlagnum, fáa
eitt sindur av føroyskum
mati og yvirhøvur at vera í
Føroyum, heldur hann.
»Veiku« liðini
Mikudagin eru tað tó
hvørki matur ella veður,
sum er á skránni. Tá er tað
dysturin móti Kypros, sum
stendur fyri framman, og
tað er uttan iva besti møgu-
leikin - á pappírinum í øll-
um førum - um Føroyar
skulu vinna sær ein sigur í
hesari HM-undankapping-
ini.
Tí er Súni sum so heldur
ikki ósamdur í, men hann
leggur samstundis dent á, at
ein sigur á ongan hátt kem-
ur av sær sjálvum.
- Tað hevur ofta víst seg,
at tey vánaligastu avrikini
hjá landsliðnum hava verið
móti teimum »veiku« lið-
unum. Kanska er tað so, at
fólk tá rokna okkum sum
favorittar, sum ger, at vit tá
hava tað so trupult. Í fót-
bólti er tað nú einaferð so,
at tað er 0-0, tá dysturin
byrjar, og so má hvør ein-
asti spælari geva seg 100%,
um nakað skal spyrjast
burturúr, sigur hann, og
vísir samstundis til trýstið,
sum føroyska liðið var und-
ir, tá javnleikurin á Kypros
varð fingin til høldar.
Todi er jokarin
Men umframt tað, at hvør
spælari skal geva seg fult
út. Hvat skal so til, um eitt
gott úrslit skal røkkast
mikudagin?
- Vit mugu sjálvandi
royna at halda tætt í verj-
uni. Gera vit tað, so tapa vit
í øllum førum ikki, kemur
tað við einum smíli.
- Og so hava vit nú eisini
Toda Jónsson, sum tykist
vera sera væl fyri. Megnar
hann at gera eitt mál, ella
kanska skapa rúm fyri
aðrar, so kann jú verða, at
vit klára tað.
Nú nevnir tú Toda. Men
har verður eisini neyðugt
við øðrum umskipanum.
Hvussu roknar tú við, at tað
fer at ávirka liðið?
- Tað verður í øllum før-
um spennandi.Tað kann
kanska merkja, at onkrar
rokadur verða gjørdar, so-
leiðis at spælarar koma at
spæla á plássum, sum teir
trívast betri á.
Har hevur títt navn ofta
verið nevnt. Roknar tú við,
at tú á henda hátt kann
sleppa á miðvøllin, sum tú
ofta hevur sagt vera tín
favoritt-leiklutur?
- Tað vóni eg sjálvandi,
men tað fáa vit at síggja.
Sjálvur eri eg í øllum førum
glaður, bara eg sleppi at
byrja inni.
BRIDGE
tíðindaskriv
Komandi bridgeár stendur
nú fyri framman. Í hesum
sambandi, hevur nevndin
fyri Bridgehúsið í Havn
gjørt avtalu við navnframa
danan Svend Novrup, ið
áður hevur verið landsliðs-
venjari hjá føroyska lands-
liðinum í bridge, um at
hesin kemur til Føroya í
august, at hava skeið fyri
teimum, sum hava áhugað
fyri at betra um melding-
arnar hjá sær.
Ætlanin er, at Svend skal
hava tvey skeið.
19-20. august verður
skeið í bókini ´"Major 5
farve", kostnaðurin verður
500 kr.
21. august verður skeið í
"Roman Key Card Blac-
wood", kostnaður 300 kr.
Skeiðini eru sera væl-
egnað pørum, ið ikki hava
spælt saman leingi, ella,
sum vilja hava íblástur til
at koma víðari. Bókin
"Major 5 farve" er ein
gjøgnum gongd av einum
samlaðum nútímans sy-
stemi, við øllum teimum
konventiónum, sum hartil
hoyra. Svend Novrup hev-
ur tikið systemið hjá fleiri
av bestu pørinum í heim-
inum og gjørt eitt gott og
einfalt system burtur úr
teimum, ið kann nýtast av
teimum flestu.
Skeiðið í "Roman Key
Card Blacwood" er fyri
allar bridgespælarar. Bæði
teir, sum longu nú spæla
við konventiónini, men
vilja læra hana betur, og
fyri teir, ið ikki nýta hana,
og sum gjarna vilja læra at
spæla við "Roman Key
Cars Blacwood".
Bridgetúrur til Het-
lands við Norrønu
Aftur í ár skipað Smyril
Line saman við Boga
Simonsen fyri Bridgetúrið
til Hetlands við Norrønu.
Farið verður avstað hós-
dagin 22. september og
komið verður aftur á
Havnina mánamorgunin
26. september 2005.
Kostnaður fyri túrin er
1400 kr. Íroknað prísin er
ferðin fram og aftur í 4
koyggjukamari við wc/
bað. Hartil 2 nætur í
dupultkamari á Shetland
Hotel í Leirwick. Eyka-
kostnaður er fyri eina-
kamar.
Á túrinum verður skipað
fyri fleiri kappingum móti
hetlendingum. Bæði lið-
kapping, parakapping og
staklingakapping.
Het-
lendingar skipað fyri ein-
ari útferð við bussi, soleið-
is, at møguleiki verður at
síggja nakað av Hetlandi.
Sum nakað nýtt, verður
tað møguleiki fyri at spæla
golf í Hetlandi. Royndur
golf spælari úr Føroyum
verður við á túrinum og fer
at leggja teimum, ið hava
hug til at spæla golf, lag á.
Tveir góðir golfvallir eru
líka við Leirwick.
Tilmelding til túrin ferð
fram hjá Smyril Line, og
tað er helst neyðugt at gera
skjótt av, um vissa skal
vera fyri, at rúm er eftir á
ferðini.
Bridgeskeið við Svend Novrup
Gott at kenna
kuldan
Hóast hann sigur seg hava ynski um at spæla á miðvøllinum, so staðfestir Súni Olsen, at hann
er nøgdur, bara hann byrjar millum teir fyrstu ellivu
Mynd: Álvur Haraldsen
Nr. 154 • mikudagur • 17. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Súni fegnast um, at Todi
Jónsson nú aftur er á
landsliðnum