Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 154 - 17. august 2005 Todi og Andrew verða í álopinum, og á mið- vøllinum er líkt til, at Ingi Højsted skal fáa sín veruliga elddóp, tá Kypros er mótstøðu- liðið mikukvøldið LANDSLIÐIÐ Jákup Mørk Bara við at hyggja at leik- arahópinum er greitt, at tal- an verður um broytingar á landsliðnum, um sammett verður við liðið, sum spældi so væl í 0-2 tapinum fyri Írlandi. Fróði Benja- minsen og Jákup Mikkel- sen eru báðir leikbannaðir, meðan Julian Johnsson er langtíðarskaddur, so í øll- um førum tríggir nýggir spælarar skulu finnast hesaferð. Uppløgd val Men hóast talan soleiðis verður um tríggjar nýggjar spælarar, so gevur tað seg nærum sjálvt, hvørjir teir tríggir verða, sum skulu inn á tómu plássini. Í málinum hevur dysturin at kalla alla livitíðina hjá altjóða føroyskum fótbólti staðið millum Jákup Mikk- elsen og Jens Martin Knud- sen. Og tí er eingin orsøk at halda, at Jens Martin ikki skal verja málið miku- kvøldið. Eins lítil ivi er um, at Todi Jónsson verður settur millum teir fyrstu ellivu, nú hann aftur er tøkur og skaðafríur, og í miðverjuni skal sjálvsagt finnast pláss til Jón Róa Jacobsen, sum gav lestraravboð seinast. Súni verður á bakkinum Júst tað at Jón Rói nú er við aftur, fer tó at hava eina lítla umskipan av verjuni við sær. Tveir teir seinastu dystirnar hevur Atli Daniel- sen so ruddiliga prógvað, at hann hevur støðið til al- tjóða fótbólt, og tí kann roknast við, at hann verður settur á høgra bakk, meðan Jón Rói aftur verður í leik- lutinum sum makkari hjá Óla Johannesen. Tað merk- ir so aftur, at Johan Byrial Hansen, sum bert hevur spælt 20 minuttir á besta liðnum hjá Horsens hetta kappingarárið, fer á beink- in, uttan at hann tó hevur spælt seg av liðnum. Vinstri bakkur verður helst enn sum áður upptikin av Súna Olsen, tó at alt fleiri røddir seinastu tíðina hava vilja flutt hann longur fram á vøllin. At hetta ikki verður gjørt, hevur tó tvær orsøkir. Fyrst og fremst, so hevur landsliðið ikki ráð til, at nøkur eksperiment verða framd á hesum plássinum, sum so ofta hevur sýnt seg so viðkvæmt hjá landslið- num. Eftir at Jens Kristian Hansen spældi sín seinasta landsdyst, vórðu fleiri møguleikar troyttir, men tað var ikki, fyrr enn Súni varð settur á uppgávuna, at ein verulig loysn varð funn- in. Ein loysn, sum tað ikki kann roknast við, at venj- arin bara sleppur soleiðis uttan víðari. Og hartil kemur, at ein Súni Olsen á bakkinum gevur eina eyka dimensión í føroyska álopsspælið. Meðan tað fyrstu tvey árini hjá Henriki Larsen serliga var uppspælið gjøgnum Jákup á Borg í høgru, sum var gróðrarbotnurin undir flestu føroysku atsóknun- um. Men síðani Súni kom við, broyttist hetta. Við framúrskarandi bóltførleik- anum hevur Súni í sera nógvum førum verið fyrsta støðin í uppbyggjandi part- inum av føroyska spælin- um. Og við frálíka sparki- teknikkinum kunnu neyvir bóltar leggjast djúpt inn í mótstøðuverjuna, soleiðis at vit eisini tann vegin hava eina skapandi kraft. Tað eru eginleikar, sum sera fáir aðrir spælarar hava, og heldur ikki er væntandi, at Henrik Larsen vil sleppa tí aktivinum í álopsspælinum. Ingi byrjar inni Aðrastaðni mest sum stað- festir Henrik Larsen, at álopið verður mannað við Toda Jónsson og Andrew av Fløtum, og so er bara eftir at seta nøvn á teir fýra, sum skulu spæla á miðvøllinum. Skal nakað negativt síggjast í annars frálíka av- rikinum móti írum, so mundi tað vera, at Claus Bech Jørgensen ikki makt- aði uppgávuna serliga væl, tá hann varð settur at spæla hangandi áleypari. Tí er einki at ivast í, at hann nú aftur verður í vinstra borð- ið, har Heðin á Lakjuni annars gjørdi tað so væl seinast. Tá var tað Julian, sum var á høgra borði, men skaðin hjá honum ger helst, ta tað aftur verður Jákup á Borg, sum setist á hetta plássið. Ein møguleiki er sjálvandi, at Claus verður settur høgrumegin, fyri at Heðin kann fáa enn ein møguleika í vinstru, men sum gongdin hjá KÍ hevur verið seinastu nógvu um- førini, so tykist tann loysn- in lítið sannlík. Annar møguleiki kundi verið, at Christian Høgni verður settur í høgra borð, men verður tað gjørt, so er eingin veruligur áleypari at seta inn, um tørvur er á at skifta ómóðan spælara inn fyri Toda ella Andrew. Og hartil tóktist ein sera tendr- aður Jákup á Borg at spæla sínar bestu landsliðsminutt- ir í langa tíð, tá hann varð skiftur inn seint í írlands- dystinum. Rógvi Jacobsen hevur gjøgnum ár og dag røkt nógvar sessir á liðnum, men síðani dystin í Reykja- vík fyri tveimum árum síð- ani hevur felagsnevnarin verið, at hann byrjar inni. Og tað ger hann heilt víst eisini hesaferð. Ikki minst, tí hann er ein av teimum fáu føroysku spælarunum, sum stórt sæð vinnur alt í luftini. Líka mikið hvørjum tað verður spælt ímóti. Og verður Atli settur í verjuna, soleiðis sum gitt er oman- fyri, so verður tað helst Ingi Højsted, sum fær seinasta plássið á liðnum. Ikki minst grundað á framúr avrikini frá hansara síðu ímóti bæði ÍBV og FC Midtjylland í UEFA-Cup kappingini. Tveir dystir, har Henrik Larsen sjálvur var millum áskoðararnar, og har venj- arin tí sjálvur kundi gera sær eina mynd av, hvussu ungi B36-miðvallarin er fyri. Tveir lámar á toppinum Henrik Larsen hevur sjálvur givið meira enn eina ábending um, at Andrew av Fløtum fær møguleikan undir liðini á Toda Jónsson í føroyska álopinum Mynd: Álvur Haraldsen Eftir at hann leingi hevur verið í útjaðaranum av liðnum, tykist tað hesa ferð sannlíkt, at Ingi Højsted fær møguleikan millum teir fyrstu ellivu Mynd: Álvur Haraldsen