mikudagur 17. august 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 154 - 17. august 2005
19
Hodgson skal
venja Finnland
LANDSLIÐSVENJARI
Jákup Mørk
Tá Todi Jónsson fyri
fyrstu
ferð
gjørdist
danskur meistari, var tað
enski Roy Hodgson, sum
stóð við stýrisvølin í
FCK.
Fyri góðari viku síðani
var Roy Hodgson í mót-
partinum hjá Toda, tá
Start royndi seg á útivølli
móti Viking, har ein 1-1
javnleikur varð úrslitið.
Tað kann eisini væl
verða, at vegirnir hjá
teimum báðum aftur fara
at renna saman, men so
skulu Føroyar helst fáa
Finnland í sín pott, tá
lutakastið til EM-kapp-
ingina í 2008 fer fram.
Tað er nevnliga greitt,
at Roy Hodgson nú verð-
ur finskur landsliðsvenj-
ari. Hetta váttar høvuðs-
persónurin
sjálvur
í
norskum miðlum týsdag-
in, og sjálvur sigur hann,
at tað eru altjóða avbjóð-
ingarnar, sum eru atvold-
in til hetta.
- Finnland kann geva
mær tær altjóða avbjóð-
ingarnar, sum Viking ikki
kann geva mær, og tí havi
eg tikið av tilboðnum.
Í Viking harmast tey
sum vera man missin,
men dentur verður tó
lagdur á, at hetta verður
gjørt í allari vælvild part-
anna millum. Og hetta
árið út eitur venjarin hjá
Viking framvegis Roy
Hodgson.
Roy Hodgson er ann-
ars eitt gott dømi um,
hvussu trupult tað er at
verða profetur í egnum
landi. Einasta venjara-
starv av týdningi, sum
hann hevur havt í Ong-
landi, var, tá hann eitt
skifti stóð á odda fyri
Blackburn. Har var úr-
slitið gott fyrsta árið,
men síðani gekk bara
skeiva vegin, og at enda
varð Hodgson sekkjaður.
Annars hevur hann við
góðum úrslitum virkað
sum venjari í Svøríki,
Noreg
og
Danmark.
Hann var eisini venjarin,
sum av álvara fekk Sveis
á altjóða fótbóltskortið,
tá hnn var landsliðs-
venjari hjá teimum mið-
skeiðis í 90'unum, og í
tveimum umførum hevur
hann eisini verið venjari í
Italia. Hetta hjá Inter og
Udinese.
----
Óheppin
málverji
Meðan Todi Jónsosn var
hetjan, var tað meira enn
nakar málverjin hjá Ros-
enborg, Espen Johnsen,
sum var í øvuta leiklutin-
um, tá Start um viku-
skiftið vant burtur úr
Rosenborg.
Landsliðsmálverjin átti
sín lut í teimum báðum
fyrstu
málunum
hjá
Toda. Hann varð seinni
rikin av vølli, tá hann í
hevnisøku setti fót fyri
føroyska landsliðsáleyp-
aranum, og hartil varð
hann eisini skaddur í
tacklingini frá Toda, sum
førdi til hendingina. Ein
skaði, sum noyddi John-
sen at geva avboð til
norska landsliðið, sum
mikukvøldið skal spæla
venjingardyst móti Sveis.
Norsku
miðlarnir
skrivaðu eisini eftir dyst-
in, at hann hevði givið
S t a r t - á s ko ð a r u n u m
»fingurin« undir dystin-
um, men hetta varð so
ikki tikið við, tá leik-
bannið skuldi ásetast.
Ein leikdagur hildu tey
í norska fótbóltssam-
bandinum vera nóg mik-
ið hjá málverjanum.
-jm
Kypros hevur eitt gott
lið, men føroyska
liðið er eisini sera væl
fyri, heldur Henrik
Larsen, sum eisini
frøist um góðu av-
rikini hjá føroysku
útisetunum
VENJARIN
Jákup Mørk
- Sjálvandi vilja vit gjarna
vinna. Tað er jú útgangs-
støðið hjá okkum, hvørja
ferð farið verður á vøllin.
Men tú skalt samstundis
minnast til, at Kypros altso
hevur eitt rættiliga gott lið.
Somikið greitt er svarið
frá Henrik Larsen, tá vit
eftir seinnu venjingina hjá
landsliðnum
mánadagin
settu mest sum obligator-
iska spurningin um, hvørt
tað fer at verða hesaferð, at
Føroyar vinna sær ein sigur
í undankappingini.
Og handan svarið búgva
eisini fleiri grundgevingar,
sum Henrik ikki heldur tala
føroyska liðnum til fyri-
muns.
- Fyrst og fremst, so var
tað eitt ótrúliga gott úrslit,
sum vit fingu á Kypros í
fjør. Vit spældu upp til okk-
ara allarbesta, men vit vóru
sera hart kroystir móti end-
anum av dystinum. Kanska
eisini tí hitin var so nógvur,
men tí partinum sleppa vit
so undan hesaferð.
- Hartil kemur, at Kypros
í dag tykist vera sterkari,
enn teir vóru tá. Teir hava
skift venjara, og hesin tyk-
ist hava fingið meira takt-
iskt medvit inn á liðið.
Fleiri av bestu spælarunum
hjá teimum spæla í Grikka-
landi, og tað gevur sjálv-
andi liðnum nakað, og eis-
ini í Champions League
hevur Famagusta sýnt sera
stóra styrki. So tað verður
undir ongum umstøðum
nakar lættur dystur hjá okk-
um.
- Sjálvandi er teirra kapp-
ing ikki byrjað enn, og tað
kann geva okkum ein fyri-
mun, men vit skulu altso
minnast
til,
at
tað
framvegis eru á leið 10
ferðir so nógv fólk á
Kypros sum í Føroyum, so
teirra grundarlag vil alt
annað líka vera størri,
heldur venjarin.
Gott við útisetum
Men hóast sterka mótstøðu,
so skerst ikki burtur, at
eisini føroyska liðið hevur
nakrar avgjørdar styrkir,
sum vit kanska kunnu gera
okkum dælt av.
- Eg haldi í øllum førum,
at hópurin sær skilagóður
út. Vit hava nakrar áleypar-
ar, sum tykjast sera hvassir
í løtuni, og fleiri av hinum
spælarunum hava eisini
gjørt tað gott í seinastuni,
so eg haldi, at vit eru væl
fyri.
Tað hevur víst seg, at
Føroyar seinastu tíðina
hava fingið alt fleiri fót-
bóltsútisetar. Á hvønn hátt
kemur hetta liðnum til góð-
ar.
- Tað ger tað sjálvandi á
tann hátt, at vit gjarna skulu
fáa betri spælarar. Tá farið
verður uttanlands, so gevur
tað spælarunum nakað. Teir
fáa nýggjar avbjóðingar,
teir koma gjarna at venja og
spæla á hægri støði, og yvir
høvur er ein slík tilvera
nakað, sum ger menninar
harðari. Og so vísir tað seg
ofta, at teir, sum ikki eru í
Føroyum dagliga, eru eyka
motiveraðir, tá teir so eru
heima.
- Sjálvur havi eg fyrr
tikið til, at um Danmark
bara skuldi brúkt spælarar
úr superliguni, so høvdu vit
ikki komið so langt, sum
vit ofta komu.
Mugu venja
høgrabeinið
Alt í alt stendur soleiðis
kanska upp og niður, um
metast skal um fortreytir-
nar hjá liðunum báðum.
Hinvegin, so er einki duls-
mál, at nakrar broytingar
mugu gerast á føroyska
liðnum, sum er rakt av fleiri
avboðum.
- Tað er sjálvandi spell, tá
menn eru leikbannaðir ella
skaddir, men tað mugu vit
so liva við. Í mun til seinast
eru tað hesaferð Jákup,
Fróði og Julian, sum ikki
fáa verið við, og so mugu
vit jú seta aðrar í teirra stað.
Merkir stóra útskiftingin,
at tað verður ein varislig 4-
5-1 uppstilling á liðnum
mikukvøldið, ella skulu vit
rokna við, at talan verður
um tveir áleyparar.
- Tað verða tveir áleyp-
arar. Tá vit hava tveir mans,
sum eru somikið væl fyri,
so er tað næstan synd, um
vit ikki gera nýtslu av teim-
um, heldur Henrik, áðrenn
hann smílandi leggur aftur-
at:
- Men so má venjingar-
skráin í morgin nokk eisini
innihalda skotvenjingar við
høgra beini.
Synd um vápnini
ikki verða nýtt
Henrik Larsen ivast ikki eina løtu í, at talan verður um eina serstakliga trupla uppgávu, um føroyska fótbóltslandsliðið skal fáa
stig burtur úr dystinum mikukvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen