Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 154 - 17. august 2005 Fyririeikingarnar hjá kypriotiska landslið- num til dystin móti Føroyum á Svanga- skarði í kvøld hava ikki verið av teimum bestu. Syrgiliga flog- vanlukkan sunnu- kvøldið, tá ið eitt flogfar ávegis av Kypros til Athen datt niður og øll umborð lótu lív, liggur fremst í huganum hjá kypri- otiska ferðalagnum í Føroyum LANDSDYSTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Eins og Føroyar er Kypros eitt ógvuliga lítið samfelag, har fólk kenna hvønn ann- an, og tí rakar ein slík flog- vanlukka ógvuliga meint. Kypriotisku spælararnir og hini fólkini kring kypriot- iska landsliðið hava hesar dagarnar, síðani hópurin kom til Føroya, nýtt hvørja fríløtu til at sita framman fyri sjónvarpinum og fylgt við í seinastu tíðindunum um flogvanlukkuna. Setur dám á dystin Á tíðindafundi, sum kypri- otiska landsliðið hevði á Hotel Føroyum beint fyri døgurða týsdagin, greiddi kypriotiski venjarin, Ange- los Anastasiades, frá, at ólukkan fer at seta sín dám á dystin. - Vit hava í samráð við FIFA gjørt av, at dysturin byrjar við tøgn í ein minutt. Vit fara at spæla við syrgi- bindi, og kypriotiska flagg- ið verður í hálvari stong, meðan spælt verður, segði landsliðsvenjarin. Vanlukkan hevur eisini havt við sær, at hópurin hjá kypriotum bleiv skerdur við einum leikara, tí mið- vallarin Nicos Nicolaou úr Anorthosis misti onkran av sínum kæru í vanlukkuni, og hann er tí farin heim aftur til Kypros. Angelos Anastasiades sigur tó, at kypriotiska liðið ikki fer at nýta vanlukkuna sum nakra umbering undan dystinum, og at teir fara at gera alt fyri at vinna dystin. - Vit fara á vøllin fyri at vinna dystin til heiðurs fyri tey, sum hava latið lív í flogvanlukkuni tey avvarð- andi hjá teimum, sigur kypriotiski landsliðsvenj- arin. Umframt Nicolaou, ið er farin heim til Kypros, er ivi um ein annan miðvallara, Georgiou, ið hevur krím, og í kypriotisku leguni rokna teir ikki við, at hann verður tøkur til dystin á Svanga- skarði. Á tíðindafundinum spyrja umboð fyri kypri- otisku fjølmiðlarnar lands- liðsvenjaran, at hann er greiður yvir, at føroyingar hava fingið teirra sterkasta álopsvápn, Toda Jónsson, við aftur á liðið, og um kypriotar fara at gera nakað serligt fyri at steðga hon- um. Til hetta svarar Angelos Anastasiades, at hjá honum snýr tað seg fyrst og fremst at hugsa um spælið hjá sín- um liði heldur enn mót- støðuliðið, og at í fótbólti snýr tað seg um lið heldur enn einstaklingar. Teir einkultu spælararnar kunnu fjølmiðlarnir og áskoðarar- nir so kjakast um, sigur landsliðsvenjarin hjá Kyp- ros. Leggja størri dent á egið spæl Á tíðindafundinum nýttu bæði landsliðsvennjarin og spælaraumboði, Ioannis Okkas, høvi til vegna kypriotiska landsliðið at senda sína samkenslu til teirra, ið hava mist í sam- bandi við flogvanlukkuna. Okkas, sum javnaði til 2- 2 seint í dystinum á Kypros í fjør heyst, segði, at tað vóru fleiri av spælarunum, sum kendu onkran, ið var við flogfarinum, og tí var hýrurin í hópinum sjálvsagt ikki tann besti. Um sjálvan dystin móti føroyingum segði Okkas, at Kypros eigur at vinna dystin, tí at teir eftir hans- ara tykki hava eitt betur lið enn føroyingar. Hann segði eisini, at kypriotisku spæl- ararnir ætla við einum sigri at strika javnleikin á Kyp- ros, sum eftir teirra tykki var eitt sera vánaligt úrslit. Angelos Anastasiades var ikki venjari, tá ið føroy- ingar vitjaðu á Kypros, og Ioannis Okkas segði, at nógv var broytt undir nýggja venjaranum: - Spælararnir eru kanska teir somu, men vit taktikk- urin og venjingin eru nógv broytt. Nýggi venjarin leggur dent á okkara egna spæl heldur enn mótstøðu- liðið, og eg haldi, at vit eru nógv betur skipaðir nú, enn vit hava verið, segði Okkas at enda. Fáir minuttir vant- aðu í fyri at sláa metið at svimja um Nólsoyarfjørð. Skjótasti svimjarin, Evald Rasmussen var einans tríggjar minuttir frá met- inum, sum varð sett í fjør SVIMJING Snorri Brend Nólsoy: Sjey svimjarar løgdu frá landi fyrrapartin leygardagin har Yviri við Strond. Málið var heiðursportrið í Nólsoy, har Ovastevnan varð hildin um vikuskiftið. Líkindini vóru góð at svimja í: Slætt í sjónum, lítið lot og toluliga klárt – so klárt, at teir sóu landið hinumegin. Teir løgdu bragdliga til brots, og 1 t. og 20 min. seinni kom Evaldur fyrstur á málið. Sum víst í 3-2 sending- ini í sjónvarpinum mána- kvøldið, so kom hann ikki beint inn í havnarlagið í Nólsoy, og mátti tískil renna tað seinasta pettið á mál. - Hóast tað ikki eydn- aðist mær at sláa metið í ár, so royni eg aftur næsta ár. Tá verður tað, segði Evald við sjónvarpið. Góð líkindi Ein teirra sum var við á øðrum sinni er klaksvík- ingurin, Jan Gardar. Fyrstu ferð hann var við í svimj- ingini var í 2002. Í 2002 svam Jan teinin uppá 2 tímar og 18 sekund. Tá var rættiliga sjaskut í veðrinum, og ta einu løtuna svam hann inn aftur móti Havnini, heldur enn ímóti Nólsoynni. Men leygarmorgunin vóru umstøðurnar og lík- indini kortini munandi betri í Nólsoyarfirði. Hetta gav honum, sum ikki hevur svomið so nógv í seinastuni, eina vón um eina betri tíð enn fyri trim- um árum síðani. Tað eydnaðist honum kortini ikki at betra um tíðina á hesum sinni, tí hann kom sum nr. 6 á mál við tíðini 2:18,50. Hóast talan er um drúgvan tein gjøgnum streymasjógv, so er besta tíðin fyri teinin 1 tími og 17 min. og 5 sekund. Hetta metið varð sett í fjør av Jóannes á Fløtti. Úrslitini í ár lagaðu seg annars soleiðis: 1) Evald Rasmussen 1:20,30 2) Ingi Andreasen 1:27,0 3) Erlendur Simonsen 1:47,36 4) Jón Ellingsgaard 1:51,4 5) Ámundur Nolsøe 2:16,5 6) Jan Gardar 2:18,5 Metið um fjørðin stendur enn Flogvanlukkan er fremst í huganum Syrgiliga flogvanlukkan í Athen sunnukvøldið, tá ið eitt flogfar av Kypros datt niður, og øll tey fleiri enn 100 fólkini umborð lótu lív, hevur sett sín dám á fyrireikingarnar hjá kypriotiska landsliðnum undan dystinum móti føroyingum. Ein spælari misti onkran av sínum kæru og er farin heim, meðan fleiri av hinum kenna onkran, ið var við flogfarinum. Mynd: Álvur Haraldsen Evald Rasmussen við vinnarasteypinum. Hann ætlar sær eisini at luttaka næsta ár – og ynskir tá bæði at vinna og at sláa metið um Nólsoyarfjørð