Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 17. august 2005 21 Avloysari til Mykinesar skúla Søkt verður eftir vikari til Mykinesar skúla í 3 mánaðir. Starvið umfatar undirvísing av eini,næmingi í 2. flokki. Umsóknin skal vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 30.august 2005 og verður at senda til: Skúlastýrið í Mykinesar skúla Esbern í Eyðanstovu, form. 388 Mykines Reingerðarfólk til Hoyvíkar skúla Tórshavnar kommuna søkir vegna Hoyvíkar skúla eftir einum reingerðarfólki at arbeiða 4,5 tímar hvønn skúladag at byrja 1. september 2005 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgit Arge skúlastjóra, tlf. 315073 Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Hoyvíkar skúla, Vegnum Langa, 188 Hoyvík í hendi í seinasta lagi týsdagin 24. august 2005. www.torshavn.fo Hoyvíkar skúli Hoyvíkar skúli hevur hetta skúlaárið 452 næmingar í 1. - 7. flokki. 35 lærarar starvast í skúlanum. Tað hevur gingist væl við innsavn- anini av myndum, serliga nógvar eru komnar frá tí fyrsta og tí týska “Skálabergi”. Tunnligt er tó enn við myndum frá “Nærábergi”, “Draga- bergi” og “Sjúrðabergi”. Onnur bókin, í ævisøguni um Kaj Johannesen úr Hvannasundi, verð- ur nú skrivað, og kemur, um alt gongur eftir vild, út í heyst. Hon fer serliga at snúgva seg um krígsárini við Skálabergi og Nærabergi. Tíðina umborð á Dragabergi, Sjúrðarbergi og týska Skálabergi. Í hesum sambandi sóknast høv- undurin eftir myndum frá æviskeiði hansara. Í fyrstu atløgu hava allar myndir, sum hava nakað við virki og lív hansara áhuga. Tað verið seg myndir umborð á skipi, ikki bara myndir av Kaj, men eisini av lív- inum umborð. Myndir av monnum, sum sigldu við Kaj hava áhuga og eisini myndir umborð á trolarum, sum brøður hansara førdu. Eg havi eisini áhuga fyri myndum tiknum umborð á øðrum trolarum, av før- oyskum trolarum undir fiskiskapi. Gerandismyndir av arbeiðsgevar- anum hjá Kaj, J. F. Kjølbro, hava stóran áhuga. Liggja tit inni við slíkum myndum, so hevði eg verið ógvuliga fegin, um tit settu tykkum í samband við meg. Forlagið Hellurnar v/Jústinus Leivsson Eidesgaard Ovaragøta 1 · 188 Hoyvík Tel. 22 31 43 · justinus@post.olivant.fo Myndir til ævisøguna um Kaj vinarliga Jústinus Leivsson Eidesgaard, rithøvundur Lagaligar løtur vóru ikki nógvar hjá einum manni sum var mynstraður yvir 300 dagar um árið í eitt 15 ára skeið frá 1958 til 1964. Her er ein mynd á trolaradekki og ein á ferð uttanlands saman við konuni. “Næráberg”, “Dragaberg”, “Sjúrðarberg” Eftirlýsing: Einaferð Kaj hevði frítúr, avgjørdi manningin á “Sjurðarberg” at teir skuldu hjálpa tí unga stýrimanninum, Martin Sivertsen, at sláa metið fyri skjótan túr. Teir strevaðust heilt út av nálinini og tað eydnaðist. Túrurin hevur verið miðskeiðis í fimtiárunum og teir royndu eystanfyri. Veit nakar at siga frá hesum túri? Pedagogur til Dagstovnin á Landavegnum Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin á Landavegnum eftir einum pedagogi at arbeiða á vøggustovu 30 tímar um vikuna at byrja skjótast tilber. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Kirstin Djurhuus, stovnsleiðara, tlf 302380 / 272949. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum á Landavegnum, Landavegur 84, 100 Tórshavn í hendi seinast týsdagin 30. august 2005. - onnur leys størv? Hygg á www.torshavn.fo Dagstovnurin á Landavegnum Á stovninum eru fýra vøgustovur við tólv børnum á hvørjari stovu. Fimtan starvsfólk arbeiða á stovninum. www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo