Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 154 - 17. august 2005 Hús til sølu Um hóskandi boð fæst, eru húsini Vágsheyga- gøta 20, Klaksvík, til sølu. Grundøkið er uml. 470 fermetrar og húsini 146 fermetrar. Loftið er inn- rættað íbúð, 80 fermetrar. miðhæddin 135 fer- metrar og kjallarin er frisørstova og garaga. Nærri fæst at vita á telefon 220430 ella teldupost: jthomsen@post.olivant.fo Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3439, Sp/f Cand. Alt, 188 Hoyvík. Viðtøkur broyttar: 22.06.2005 Kapitalur: Lækking við kr. 80.000,00 til kr. 0,00 til rindan av halli. Hækking við kr. 80.000,00 til kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 64.300,00, harav kr. 17.600,00 til kurs 568,98, kr. 26.700,00 til kurs 936,33 og kr. 20.000,00 til kurs 750. Kr. 15.700,00 við skuldarumskifti til kurs 574,98 Nevnd: Innkomin í nevndina: Hans á Lag Jacobsen, Heygsbreyt 12, kj., 100 Tórshavn (nevndarformaður) Florentze Ólavsdóttir, Mannbrekka 4, 188 Hoyvík (nevndarlimur)Ólavur Skipagøta, Mannbrekka 4, 188 Hoyvík (nevndarlimur) Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av stjóra og nevndarformanni. Skráseting Føroya tann 15. august 2005 Kristin Balle _______________________ Pedagogar til Bústovnin og Sambýlið á Mýruvegi, Klaksvík Undir Almanna- og heilsumálaráðnum og stovn- um undir tí við fyribils tænastu á Bústovninum og Sambýlinum á Mýruveg verður søkt eftir 2 pedagogum til setan 1. oktober, ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstørv, og arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisarbeiði. Á Bústovninum búgva 4 fólk við sjúkrageiningini autisma. Á Sambýlinum búgva 6 fólk, sum eru menningartarnað. Endamálið við okkara arbeiði er at skapa tryggar karmar hjá búfólkunum og at seta ígongd og skipa fyri virksemi,sum er til gagn fyri hvønn einstakan. Dentur verður lagdur á, at tann, ið settur verður, er likamliga væl fyri og er áhugaður í at luttaka aktivt í øllum avbjóðingum og er opin fyri ný- hugsan. Haraftrat er neyðugt at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við onnur,umframt at vera førur fyri at taka ábyrgd og avgerðir í arbeiðinum. Løn- og setanartreytir Størvini eru tænastumannastørv, sett sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjar- málaráðið á lønarstigi 24, 25, 27, 28 og 30 til 33. Um eingin pedagogur søkir, verða størvini sett við hjálparfólki sambært sátttmála millum Før- oya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreist Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmæl- um og C.V. skulu vera stovninum í hendi í sein- asta lagi 12. september. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til leiðaran á stovninum á tlf. 456310. Bústovnur og Sambýlið Mýruvegur 13 700 Klaksvík Att: Leiðarin Søkt verður eftir einum persóni til arbeiði á Kovin Seafood Kovin Seafood er framleiðari av niðursjóðaðum fiskavørum, so sum rognum, rækjum og patéum. Vørurnar sum Kovin Seafood framleiðir enda á hillunum í supermarknaðum kring alt Europa. Tín høvuðsuppgáva verður at starvast innanfyri blanding av vørum til niðursjóðingar. Blandaraarbeiðið er tann mest týdningarmikli liðurin í framleiðsluni av góðum og einsartaðum niðursjóðaðum vørum. Tað er tí av alstórum týdningi at tú er nærlagdur, sjálvstøðugur, arbeiðssamur, ábyrgdarfullur og hevur góð samstarvsevni. Sum søkjari til starvið er tað ein fyrimunur um tú hevur royndir, lærdóm ella áhuga í at arbeiða innanfyri matvøru/fiskaframleiðslu. Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum góðum arbeiðsumhvørvi. Løn sambart avtalu. Hevur hetta tín áhuga er tú sera vælkomin at venda tær til Kovin Seafood, Hillingatangi 8, FO 360 Sandavágur. Telefon virkisleiðari Samson 333051/533051. Sandavágur,tann 16.august 2005 www.sosialurin.fo Lesið -so eru tit við!