Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

frá vanlukkuni, og skjótt var hann farin í holt við at byggja sær eitt nýtt stórlið upp. Eitt lið, sum varð eyk- nevnt »the Busby Babes«, og sum saman við vanlukk- uni gjørdist sjálv ímyndin av Manchester United. Ein ímynd, sum líka síðani hev- ur virkað við til at gera fe- lagið til eitt tað best um- tókta í heiminum. Og eisini í hesum arbeið- inum átti John sín lítla lut. Hann var framvegis ofta saman við fleiri av spælar- unum í felagnum. Eisini eftir at hann sjálvur var hildin uppat at spæla fót- bólt á høgum stigi. – Eins og í dag, so høvdu yrkisspælarar nógva frítíð, og hon varð nýtt ymsa- staðni. Ikki minst við ríði- banarnar, har vit javnan veddaðu upp á hestar. Vón- in var sjálvandi, at vit á tann hátt kundu vinna nak- að av peningi afturat teim- um upphæddum, sum vórðu vunnar í felagnum. Eg kom tá eisini at kenna alt fleiri persónar í felag- num. Eisini fylgdist eg nógv við Sandy Busby, ið var sonur Matt, og Don Gibson, ið var versonur hansara. So eg varð so líð- andi biðin um at gera tæn- astur av ymsum slag. - Onkra tíð var eg bilfør- ari fyri George Best, men ein av heilt føstu uppgávu- num var at koyra Brian Kidd til venjing. Hann hevði hvørki koyrikort ella bil, so onkur mátti taka sær av tí. Tað var ikki sum í dag, har spælarar kunnu keypa stórt sæð tað, sum teimum lystir. Tá var lønin sum sagt hesi 20 pundini um vikuna, har hon í dag er kanska 20.0000! Og upp- hæddirnar, sum spælarar í dag verða keyptir fyri, orki eg slettis ikki at hugsa um. Tað er nokk eisini størsti munurin í dag, tí nú er fok- us í nógv størri mun á spæl- ararnar, har tað fyrr vóru feløgini, sum hugsað varð um, staðfestir John hugsun- arsamur. Til kunningar kann nevn- ast, at Brian Kidd seinni var maðurin, sum bert 19 ára gamal skeyt eitt av málun- um hjá Manchester United í 4-1 sigrinum á Benfica í Europa Cup-finaluni í 1968. Og sum seinni var hjálparvenjari hjá Alex Ferguson, tá hesin í 1993 var venjarin, sum førdi fyrsta meistaraheitið í 26 ár til Old Trafford. Og saman við restini av felagnum kundi John eisini frøast um, at Manchester United síðani reisti seg aftur. Somikið væl, at liðið bara 10 ár eftir vanlukkuna stóð ovast á pallinum, tá liðið vann eina minniríka finalu móti Benfica. Fekk sítt kall So við og við gjørdist talan eisini um aðrar uppgávur. Eitt langt skifti var John við í ymsum nevndum í enska fótbóltssambandinum, og serliga var tað í dómara- nevndini, at hann hevði eitt drúgt virki. – Eg tosaði ofta um at venda heim til Kypros, men tey flentu altíð at mær. Tey søgdu, at eg hevði tað alt ov gott í Onglandi. - Eina ferð tók eg meg so saman, og fór at ferðast heim. Eg hevði ikki verið her í fleiri ár, og eg var skelkaður um, hvussu lítlan framburð fótbólturin hevði havt. Snøgt sagt, so var at kalla einki hent, og eg kendi veruliga á mær, at hetta var eitt kall. Eg gjørdi bart. Ringdi til Onglands og segði mínum samstarvs- feløgum, at eg kom ikki aft- ur. Tørvur var á mær her á Kypros, og so varð eg ver- andi. Og síðani hevur tað verið fyri kypriotiskan fótbólt, at hjarta hansara hevur bank- að. Eitt arbeiði, sum hann enn heldur er langt ífrá lið- ugt. – Eg virkaði fyrst sum venjari. Men tað var ikki nóg mikið. Her hava feløg- ini ikki ráð til at hava hópin av hjálparfólki, so eg nam mær eisini útbúgving sum fysioterapeutur. Hartil hev- ur tað ofta verið heitt á mína hjálp, tá ymisk fyri- sitingarlig viðurskifti skuldu loysast, so gjøgnum árini hava uppgávurnar ver- ið bæði nógvar og ymiskar. – Og tað hevur eisini ver- ið sum venjari, at eg havi trivist best. Kanska hava knøini argað nakað seinnu árini, men eg kann fram- vegis læra hasar ungu menninar okkurt. Ikki minst, at teir skulu vera eyðmjúkur mótvegis upp- gávuni. Tað er tað, sum er felagsnevnari fyri at kalla allar góðar spælarar. Ikki minst teir, sum í sínari tíð spældu undir Matt Busby. Men tú gjørdist ongantíð landsliðsvenjari? – Nei. Tað hevur tíverri víst seg, at kypriotar heldur vilja hava onkran útlending at standa á odda fyri lið- num. Tað kann sjálvandi vera gott við íblástri, men tað átti ikki at verið nakað krav, at venjarin er út- lendskur. Men soleiðis hev- ur tað bara oftani verið, heldur hann. Men hvar stendur kypri- otiskur fótbóltur í dag? - Vit hava enn langt eftir á mál. Ikki minst í taktiska partinum av spælinum. Hugdi tú at dystinum í gjár, so er helst eingin ivi um, at vit hava betri spælarar enn tit. Men tá tosi eg um ein- staklingar. Sum lið vóru tit eins góðir, og tað er her, at vit framvegis hava heilt nógv at læra. Tað hjálpir lítið, at áskoðararnir støð- ugt klappa at einum spæl- ara, sum dugir ófatuliga væl at dribla, um hesin samstundis er atvoldin til, at spælið mest sum hvørja ferð steðgar upp. Tað at taka heildina fram um und- irhaldið er enn nakað, sum okkara skulu læra. Nr. 155 - 18. august 2005 17 John Yiannakis skuldi vera við á vanlukkuferðini hjá Manchester United fyri 47 árum síðani. Óttin fyri at flúgva fekk hann tó at setast aftur, og ístaðin mátti hann síggja fleiri av vinmonnunum sínum á liðnum lata lív Mynd: Álvur Haraldsen