hósdagur 18. august 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Toppskjúttin
hjá Start
skaddur
Venjarin hjá Toda
ber ótta fyri, at
liðið nú kann fáa
trupulleikar í
endaspurtinum
NOREG
Jákup Mørk
Tað kemur illa við hjá
nýggja felagnum hjá
Toda Jónsson, at Mari-
us Johnsen nú er
skaddur.
Hóast hann hevur
fast pláss á vinstra
bakki, so hevur John-
sen higartil í ár verið
toppskjútti hjá felag-
num við sjey málum.
Ein støða, sum Todi
Jónsson er í fullari ferð
við at broyta.
Enn er ikki heilt
greitt, hvussu álvar-
samur skaðin er, men
venjarin hjá Start, Tom
Nordlie, ber ótta fyri,
at hetta kann kosta
nógv.
- Verður hann ikki
við í komandi dystin-
um móti Odd Gren-
land og teimum næstu
dystunum við, so sigur
tað seg sjálvt, at tað
kann hava keðiligar
avleiðingar fyri liðið.
- Tað sigur seg
sjálvt, at ein slíkur
skaði kann nerva liðið.
Ikki
minst
í
verjupartinum,
har
hópurin framman und-
an er sera tunnur, sigur
venjarin.
Og hjá spælarunum
sjálvum er støðan ikki
minni keðilig. Hann
var annars úttikin til
norska landsliðið, sum
mikukvøldið
skuldi
spæla
venjingardyst
móti Slovenia. John
Arne Riise er annars
vanliga fastur fúsur á
bakk-plássinum
hjá
Noreg, men hann er
leikbannaður til kom-
andi undankappingar-
dystin móti Slovenia,
og tí var ætlanin, at Jo-
hnsen skuldi roynast
hesaferð. Men tann
møguleikin verður so
av ongum í hesum um-
farinum.
Nr. 155 • hósdagur • 18. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Eftir at Svangaskarð
mikukvøldið skuldi
vera karmur um
fótbóltslandsdyst,
verður tað FM í
frælsum ítrótti, sum
stendur fyri tørni
FRÆLSUR ÍTRÓTTUR
Jákup Mørk
FM-kappingin, sum er fyri
vaksin,
verður
hildin
sunnudagin, og verður farið
undir fyrstu kappingarnar
kl. 13.15.
Kappast verður í renning
yvir 100, 400, 800 og 5000
metrar, og hartil verður eis-
ini kappast í longdarlopi,
trístøkki og kúluvarpi hjá
bæði monnum og kvinnum.
Fyri at taka lut krevst, at
tú ert limur í einum av
teimum fýra feløgunum,
sum hava frælsan ítrótt á
skránni. Tað ber tó eisini til
at tekna seg sum lim í ein-
um av hesum feløgunum, tá
tilmeldingin fer fram.
Á heimasiðuni,
www.athletics.fo, verður
sagt, at tilmelding eigur at
fara fram í seinasta lagi
leygarkvøldið. Kappingar-
dagin er bert møguleiki at
tekna seg til luttøku, um so
er, at hetta ikki órógvar
skránna, sum tá longu er
løgd.
Tey trý fremstuu í hvørj-
ari
kappingargrein
fáa
heiðursmerki, og er tað í
samstarvi við MBM, at
hetta verður gjørt.
Annars
verður
eisini
kappast í frælsum ítrótti
leygardagin., Tá verður
kapping á kastibreytini við
Eysturskúlan í Havn. Á
skránni eru tá FM í kasti í
fimm-dysti og FM í vekt-
kasti. Tilmeldingin til ta
kappingina fer fram á stað-
num beint undan kapping-
ini.
Føroyska fótbóltslandsliðið
hjá monnum er framvegis
nummar 126 á styrkislista-
num, sum FIFA almanna-
kunngerð eina ferð um
mánaðin.
Hetta er sama støðan,
sum Føroyar høvdu á sein-
astu útgávuni av listanum,
og yvir høvur ber hesin brá
av, at sera fáir altjóða dystir
hava verið spældir seinasta
mánaðin, nú talan fyri tað
nógv hevur verið um
summarfrí.
Størsta broytingin mill-
um fremstu londini er, at
Frakland nú er dottið heilt
aftur á eitt pláss sum
nummar 9, eftir at teir fyri
ikki so langari tíð síðani
vóru klárt á odda á listan-
um. Tað plássið hoyrir nú
aftur til Brasil, sum hevur
eitt hampuliga stórt glopp
niður til næstu liðini.
Seinasti styrkislistin hjá
FIFA fyri august fram-
gongur niðanfyri. Tølini í
klombrum sýna, hvussu
liðini vórðu styrkismett í
juli mánaði.
Føroysku kvinnurnar eru
annar at finna á 70. pláss-
inum á FIFA-listanum. Her
fingu okkara ivaleyst nøkur
stig, tá tær á oyggjaleikun-
um vunnu á Bermuda, men
hvørja ávirkan hetta hevði,
er enn ikki greitt. Styrkis-
listin fyri kvinnur verður
dagførdur fýra ferðir um
árið, og næsta útgávan av
hesum er ikki almenn fyrr
enn í september mánaði.
-jm
nr
land
1 (1)
Brasil
2 (2)
Argentina
3 (3)
Holland
4 (4)
Kekkia
5 (5)
Mexico
6 (6)
USA
7 (8)
Ongland
8 (8)
Spania
9 (7)
Frakland
9 (10)
Portugal
14 (14)
Írland
15 (17)
Svøríki
18 (19)
Danmark
36 (36)
Noreg
42 (42)
Sveis
43 (43)
Finnland
47 (48)
Ísrael
94 (92)
Ísland
105 (109) Kypros
126 (126) Føroyar
So er FM
á skránni
Talan verður fyri tað nógva
um renning, men eisini
trístøkk, longdarlop og
kúluvarp verða á skránni, tá
FM-kappingin í frælsum
ítrótti verður á Svangaskarði
sunnudagin
Ungi runavíkingurin, Johan
Troest Davidsen, sum í fjør
gjørdi sáttmála við enska
Everton, fær góð skoðsmál,
nú unglingaliðið hjá felag-
num fyrireikar seg til kom-
andi kappingarárið.
Hetta byrjar nú leygar-
dagin, og eftir seinasta
venjingardystin
hevur
heimasíðan hjá Everton
bara rósandi orð at bera før-
oyska spælarunum.
Hóast hann enn einaferð
var partur av verjuni, so er
tað ikki minst fyri fram-
rættaða partin í spælinum,
at Johan verður róstur. Í
fyrra hálvleiki var tað
soleiðis hann, sum legði
Everton á odda, tá hann
stútaði hornaspark í kassan.
Og stutt eftir steðgin var
tað eisini hann, sum var
upphavið til 2-0 málið.
Johan sendi tað, sum á
heimasíðuni verður rópt
fyri »a wonderfull ball« til
ein liðfelaga longur frammi
á vøllinum, og tá hesin varð
feldur í leysari støðu, fekk
Everton brotsspark.
Everton vann dystin 3-0,
og sambært venjaranum, so
var talan um besta avrikið í
fyrireikingunum til nýggja
kappingarárið. Her verður
fyrsti dysturin so leygar-
dagin, tá Reading er mót-
støðuliðið.
-jm
Johan fær rós frá Everton
Standa í stað á listanum