hósdagur 18. august 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 • hósdagur • 18. august 2005 • 79. árg.
Hilmar Danielsen í
Havn er eitt kent
navn og ein býar-
mynd. Hann var í
fleiri ár næstan eina-
ráðandi við Yamaha
knallertunum, sum
hvør ungur drongur
við virðing fyri sær
sjálvum koyrdi við frá
miðskeiðis í 70-unum
og langt inn í 90-ini
SÚKKLUHANDIL
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tey flestu sum ferðast í
ferðsluni í Havnini koyra
helst framvið handlinum
hjá Hilmari Danielsen í
Bøkjarabrekku fleiri ferðir
um dagin. Nógv undrast
yvir, hvussu tað ber til at
hava ein súkkluhandil mitt í
býnum, har ferðslan er so
nógv og eingir parkerings-
møguleikarnir - men væl
ber til.
Hóast hann er 75 ára
gamal, og kappingin á
marknaðinum er hørð, er
Hilmar "still going strong"
og ætlar sær ikki at gevast
enn.
Hilmar er ættaður úr
Húsavík og hevur búð í
Havn síðan 1946. Sum
ungur sigldi hann m.a. við
farmaskipum hjá einum
norskum reiðaríi. Í 1957
fekk starv hjá Føroya Salt-
sølu á Eystaru bryggju í
Havn, har hann koyrdi tann
stóra havnarkranan í 15 ár.
Í 1971 fekk hann umboð
fyri
japansku
Yamaha
knallertirnar, og árið eftir
segði hann starvið frá sær
sum kranførari og byrjaði
sum
sjálvstøðugur
við
súkkluhandli og verkstaði í
húsum sínum í Bøkjara-
brekku.
Hetta vísti seg at vera ein
røtt avgerð, fólk tóku væl
undir við Yamaha knallert-
unum sum vóru vælvirk-
andi og smartar, og tær
høvdu t.d. skivubremsur,
sum var nakað nýtt tá.
Fyrsta árið seldi hann um-
leið 15 knallertir, men
longu í 1976 seldi hann
næstan 400, og hann bleiv
við tíðini so gott sum eina-
ráðandi á føroyska markn-
aðinum.
Umframt skutarar selur
Hilmar eisini súkklur og
motorsúkklur og tilhoyr-
andi útgerð.
Aðrir, ið seldu knallertir
tá Hilmar byrjaði, vóru t.d.
André Andrésen og Thom-
as Dam, ið seldu ávikavist
Puch og Tempolet, og John
W. Thomsen í Klaksvík, ið
seldi Kreidler.
Bíligasta knallertin kost-
aði tá undir 3.000 túsund
krónur, meðan bíligasti
skutarin í dag kostar undir
17.000
krónur.
Hilmar
sigur, at skutararnir í dag
eru lutfalsliga nógv bílig-
ari. Í 1972 kostaði ein
knallert næstan tríggjar
mánaðarlønir, meðan ein
skutari í dag kostar minni
enn ein vanlig mánaðarløn.
Tá Hilmar byrjaði, var
ikki nógv ferðsla í Bøkjara-
brekku. Vegurin var júst tá
grivin ígjøgnum, so koyrast
kundi millum Tinghúsveg-
num og R.C. Effersøesgøtu,
sum tá ikki ein gang gekk
niðan til har, sum SMS
seinni varð bygt.
Seinastu umleið 10 árini
eru knallertirnar útskiftar
við skutarar, og tað eru bert
nakrar heilt fáar verksmiðj-
ur, sum framleiða knallert-
ir, og nú eru tað eisini fleiri,
sum selja skutarar av nógv-
um ymiskum merkjum,
sigur Hilmar.
Hilmar sigur, at honum
dámar væl at arbeiða, og
hann og konan, Angelica,
sum hjálpir til í handlinum,
arbeiða sum tey hava gjørt
seinastu meira enn 30 árini.
Arbeiðið heldur lívið í
okkum, siga tey. Júst nú
hava tey fingið eina stóra
goymslu
av
nýggjasta
modellinum av Yamaha
skutarum.
Fa. Hilmar Danielsen:
Hilmar trívist enn væl
millum skutararnar
Hilmar Danielsen í handlinum við Yamaha skutarum av nýggjasta modelli
Mynd: Álvur Haraldsen
Hesa myndina tók myndamaðurin
Kalmar Lindenskov í 1975 av Hilmari
Danielsen og Leivur Restorff við hvør
sínari nýggjari Yamaha motorsúkklu.
Leggið til merkis kassarnir við nýggjum
Yamaha knallertum