fríggjadagur 19. august 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 156 - 19. august 2005
3
Hotel Hafnia eggjar
aftur í ár fólki at trína
alment fram á pall í
teirri vælumtókti
singer/songwriter
kappingini,sum endar
við finalu 5.
november
SANGKAPPING
– Dugir tú at syngja? Har-
umframt kanska at spæla
gittar ella klaver? Hevur tú
kanska gjørt nøkur løg? Tað
er oftani tað fyrsta fetið út á
tónleikapallin, sum er tað
torførasta. Tað krevur sjálv-
andi sítt at stilla seg fram
fyri fólki og framføra løg-
ini, tú einsamallur gjørdi
onkra náttina, tá eingin
hoyrdi. Fólk hava kanska
leingi biðið teg um at royna
teg alment, men tað hevur
altíð borið til, at komið við
onkrari umbering.
Soleiðis siga tey á Hotel
Hafnia, sum ógvuliga fegin
eggja fólki at koma at
spæla alment. Hotelið við
Áarvegin hevur nevniliga
aftur í ár gjørt av at skipa
fyri teirri væl umtóktu
singer/songwriter kapping-
ini.
Hetta er triðja árið, at
kappingin verður hildin.
Tey bæði undanfarnu árini
hevur kappingin verið eyð-
kend av, at bæði púra
óroyndir og royndir tónleik-
arar eru við. Og tað eru ikki
altíð royndirnar, ið sigra.
Væl virkandi gularót
Singer/songwriter kapping-
in hevur víst seg at vera ein
ófør gularót til føroyskar
tónleikarar. Eingin er eitt
betri dømi um tað enn
Kristleif Zachariasen. Púra
ókendi kollfirðingurin trein
fram í Hafnia Lounge á
heysti 2003 sum ein out-
sideari í einum undanumf-
ari við nógvum góðum
sangarum.
Men frá fyrstu løtu av
vistu øll í Hafnia Lounge,
at her var talan um nakað
heilt serligt. Hann sang og
spældi seg í finaluna. Men
kappingin í finaluni var
hørð. Kortini eydnaðist tað
Kristleif at vinna kapping-
ina, og við nøkrum upp-
tøkudøgum í skjáttuni byrj-
aði hansara ferð fram á før-
oyska
tónleikapallinum.
Sigast má, at tað higartil
hevur gingið rættiliga væl
hjá honum. Tað prógvar
góða úrslitið á Prix Føroy-
um ikki minst.
Í fjør var tað tann meira
royndi Rókur Jacobsen, ið
vann kappingina. Hetta var
fyrstu ferð, at hann stóð á
palli einsamallur. Tað var
eisini fyri at stuðla einum
tílíkum tiltaki, at hann
meldaði seg til kappingina,
segði hann undan kapping-
ina. Og væl hevur hilnast
hjá honum á egnum veingj-
um.
Stendur tað til Hotel
Hafnia, verður kappingin
framvegis ein klekingar-
kapping fyri talent í øllum
aldursbólkum. Hafnia hev-
ur valt at geva tónleikarum
ein møguleika at spæla
alment. At gera tað sum
eina kapping økir bert um
áhugan millum manna og
eigur ikki at halda fólki
burtur frá at melda seg.
Trý undanumfør
Eins og undanfarin ár
verður kappingin skipað
við trimum undanumførum
og einari finalu. Undanum-
førini verða trý fylgjandi
leygarkvøld: 15., 22. og 29.
oktober. Sjálv finalan verð-
ur 5. november.
Luttakararnir skulu spæla
trý løg í part. Tvey teirra
skulu vera á føroyskum,
egin og nýggj, men tað
triðja lagið gerst tú sjálvur
av, hvat tað skal vera. Dóm-
ararnir meta um dygdirnar
hjá teimum einstøku luttak-
arunum, og ein úr hvørjum
undanumfari
sleppur
í
sjálvan finaluna.
Vinnarin av singer/song-
writer 2005 sleppur at taka
upp í einum dygdargóðum
upptøkuhøli.
Set teg í samband við
Hotel Hafnia á tel. 313233
og melda teg til.
Fá gjøgnum brotið á hotellinum
Kristleif Zachariasen gjørdi gjørt tað. Ert tú næsti vinnarin, spyrja tey á Hotel Hafnia, sum nú
fara at skipa fyri singer/songwriter kappingini