Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Væl av fólki vóru møtt í Róðraneyst- inum á Argjum, tá ið nýtt hundafelag varð stovnað týskvøldið. Fyrst formaðurin er Vár Lamhauge úr Norðskála HUNDALÍV Snorri Brend Havn: Nýggja hundafelag- ið verður ein partur av Dansk Kennelklub, ið telur umleið 30.000 limir. Hen- rik Johansen frá Dansk Kennelklub legði sjálva stovnanina tilrættis. Endamálið við felaginum er at verja áhugamálini hjá øllum hundum í Føroyum, bæði rasu- og blandaðum hundum. Felagið hevur sett sær nøkur mál, sum ætlanin er at røkka innan fyri tvey ár. Eitt nú skal arbeiðast við at fáa nøkur fríøki, har hunda- eigarar og hundar teirra kunnu hittast. Ikki er óhugsandi, at henda ætlanin kann gerast veruleiki rættiliga skjótt, tí borgarstjórin, Heðin Mort- ensen er sjálvur positivt sinnaður fyri hesum. Skipast skal eisini fyri ymiskum hundavenjingum og kappingum. Fyri at hjálpa nýggja felaginum í gongd, koma fólk frá Dansk Kennelklub til Før- oyar seinni í ár. Felagið er skipað við einari sjeymanna nevnd við Vár Lamhauge sum for- kvinnu. Í nevndini sita annars Fríða Brekku, Thurid Ask- ham, Lars Mohr Nielsen, Rakul Toftegaard, Poulina Brochie og John Joensen. 4 Nr. 156 - 19. august 2005 – Vit halda, at tað skal gerast nakað við trupulleikan, at eing- in vinnulig gransking er í Føroyum, og ein granskarapark kann skapa teir fysisku karmarnar til at vit fáa meira vitan innan biotøkni og biokunn- ing, sigur Bjørn Harlou, sum hevur verið í stýrisbólkin- um, sum hevur gjørt tilmæli um eina granskarapark í Føroyum GRANSKING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað almenna skal skapar karmarnar, og síðani er tað upp til granskarar og vinn- una at brúka karmarnar. Tað er høvuðsboðskapur- in í eini viðmerking frá Bjørn Harlou, sum hevur verið í stýrisbólkinum, sum hevur gjørt tilmæli um eina granskarapark í Føroyum. Hann svarar í viðmerking- ini, sum er prentað aðra- staðni í blaðnum í dag, teimum, sum hava funnist at, at tað almenna blandar seg upp í vinnuliga gransk- ing. – Vit halda, at tað skal gerast nakað við trupulleik- an, at eingin vinnulig gransking er í Føroyum, og ein granskarapark kann skapa teir fysisku karmar- nar til at vit fáa meira vitan innan biotøkni og biokunn- ing. Vit mugu gera okkurt, um ikki Føroyar skulu halda fram at veita óvið- gjørdar vørur til útlandið, sigur hann. Bjørn Harlou sigur, at stýrisbólkurin tekur undir við sjónarmiðunum um, at tað almenna ikki skal stýra og skipa vinnuliga gransk- ing, men tað er ein trupul- leiki, at so at siga eingin vinnulig gransking fer fram í Føroyum, og tí má okkurt gerast fyri at seta gongd á hetta. Skapa karmar Bjørn Harlou samanlíknar nýggju granskaraparkina við Norðurlandahúsið, sum skapar karmar fyri fram- førslum á mentanarøkinum. – Granskaraparkin skal bjóða góðar umstøður til granskarar og fyritøkur, sum hava hugskot, sum kunnu kommersialiserast. Norðurlandahúsið framfør- ir ikki sjálvt symfoni- konsertir, sjónleikir ella málar listarverk, men Norðurlandahúsið skapar góðar fysiskar karmar til hetta virksemi, sigur Bjørn Harlou. – Á sama hátt skal granskaraparkin bjóða fysiskar umstøður, men ikki sjálv standa fyri granskingini í kanningar- stovunum. Viðmerkingin hjá Bjørn Harlou kann lesast í fullum líki aðrastaðni í blaðnum í dag. Granskara- parkin skal draga vitan til sín – Vit mugu gera okkurt, um ikki Føroyar skulu halda fram at veita óviðgjørdar vørur til útlandið, sigur Bjørn Harlou, sum hevur verið í stýrisbólkinum, sum hevur gjørt tilmæli um eina granskarapark í Føroyum Á føroyavitjan síni fer svenski forsætisráðharrin, Göran Persson, eisini á vitjan í Klaksvík, har hann millum annað skal síggja fesku liðugtvøruna, sum Kósavirkið framleiðir. Í hesum sambandi verður døgurði sjálvandi eisini á skránni, og sum skilst, so hava fyrireikararnir gjørt nógv burturúr, at talan bert verður um føroyskar vørur, sum tá standa á borðinum. Johan Mortensen, sum bæði er stjóri í P/F Baldur, sum hevur nógvan sam- handil við Svenskar keyp- arar, og sum eisini er ein av oddamonnunum hjá Restorff's Bryggjarí í Havn, fegnast um, at tað hesa ferð eisini hevur verið møgu- leiki at fáa føroyskar drykkivørur á borðið. Aftur við lunda, feskum fiski og øðrum góðum før- oyskum matvørum, verður tað soleiðis øl av ymsum slag frá teimum báðum før- oysku bryggjaríunum, sum fer at standa á borðinum. Her hevur annars oftani verið vanligt, at tað eru vín úr eitt nú Fraklandi og Italia, sum borðreitt verður við, men í hesum førinum verður tað altso øl úr Tórs- havn og Klaksvík, sum skal standa á borðinum, skilst. -jm Føroyskur matur og føroyskt øl til Persson Nú hava hundarnir fingið sítt felag Hundaeigarar hava nú skipað seg í felag. Áhugin fyri felagnum tykist stórur, tí eini 50 fólk tóku lut á stovnandi fundinum