fríggjadagur 19. august 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 156 - 19. august 2005
5
Standmynd
avdúkað
Í sambandi Sjómanna-
dagin í Klaksvík leyg-
ardagin avdúkar Stein-
bjørn O. Jacobsen,
borgarstjóri,
eina
standmynd, sum kem-
ur at standa á Stongun-
um.
Tað er listarmaðurin,
bóndin, smiðurin, tón-
leikarin og heimspek-
ingurin
Archibald
Black,
sum
hevur
sniðgivið standmynd-
ina.
Standmyndin
ímyndar ein egningar-
mann í sannari stødd.
Úr tjúkkum rustjarni
eru skornar plátur, sum
síðani eru settar saman
til standmyndina. Jarn-
ið er skorið til á Klaks-
víkar Sleipistøð, og tað
er smiðjusnillingurin
Ólavur Samson, sum
hevur sveisað hana
saman.
Niclas Heri Jákups-
son, sum er ein av stig-
takarunum til Føroya
Sjómannadag,
eigur
hugskotið til stand-
myndina.
Soleiðis sær nýggja
standmyndin í Klaksvík
út
Mynd: Dávur Winther
Lena í oktober
Plátufelagið ArtPeople
hevur nú ásett almenna
útgávudagin av fløg-
uni,
sum
føroyska
songkvinnan
Lena
Andersen skal geva út
í Danmark.
Sambært ArtPeople
kemur fløgan hjá Lenu
út í Danmark mána-
dagin 3. oktober.
Fløgan
byggir
á
seinastu føroysku út-
gávuna hjá Lenu, men
útgávan er eitt sindur
broytt, og onkrir sangir
eru skiftir út.
ArtPeople
hevur
roynt at slóða fyri út-
gávuni við at senda
tvær
stakfløgur
til
donsku útvarpsstøðir-
nar. Fyrst var tað »I
still love you« og nú er
tað »Step on the Gas«.
Føroyameistarar og
heimsmeistarar í
egning, sjómanstaki
og øðrum øðrvísi
kappingargreinum
skulu finnast í Klaks-
vík, tá ið fyrsti Sjó-
mannadagurin verður
hildin har leygadagin.
Eisini verða framsýn-
ingar, undirhald,
morgunmatarborð og
annað á skránni
SJÓMANNADAGUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Sjógvurin
og
sjómenn
verða í miðdeplinum, tá ið
Føroya
Sjómannadagur
verður hildin á Stongunum
í Klaksvík leygardagin.
Hetta er fyrstu ferð, at
tiltakið verður hildið, men
tað verður gjørt sera nógv
burtur úr, og allan dagin eru
áhugaverd og øðrvísi tiltøk
á skránni.
Lagt verður fyri leygar-
morgunin klokkan 9, tá ið
boðið verður vælkomin, og
landsstýrismaðurin
við
fiskvinnumálum,
Bjørn
Kalsø, fer at seta dagin.
Síðani verður stórt morgun-
matarborð.
Allan dagin hava sølu-
búðir og framsýningar op-
ið, og klokkan 9.45 byrjar
ein almennur partur við
røðum og avdúkingum.
Steinbjørn O. Jacobsen,
borgarstjóri, fer at avdúka
standmynd, sum Archibald
Black og Ólavur Samson
hava gjørt.
Klokkan 10.00 kemur
nýggi
bjargingarbáturin
Ziska til Klaksvíkar. Hend-
an bátin hevur Norðoya
Bjargingarfelag keypt úr
Bretlandi, og hann fer at
leggja at á Stongunum. Tá
ið Ziska kemur til Klaks-
víkar verður hann í fylgi
við bæði Tjaldri og Triton,
og tá fer umboð fyri Klaks-
víkar kommunu at halda
røðu.
Nógvar kappingar
Eftir tann almenna partin
byrja tær mongu kappinga-
rnar, sum ivaleyst verða
bæði stuttligar og øðrvísi.
Kappast verður í at hoppa
á boyum, togtogan millum
skipsmanningar, kapprógv-
ing, trolbøting, at skera
agn,
stafettrenning
við
stampum,
sjómanstaki,
halda dregg, kasta lodd,
kevling og so ikki minst í
egning.
Egnikappingin hevur ein
altjóða dám, tí eftir at før-
oyameistarin er funnin, skal
hann kappast við íslendska
og norska meistaran um
heimsmeistaraheitið.
Umframt
kappingar
verða eisini bjargingar-
roynd, fólkalívsmyndir og
enda verður við bryggju-
dansi frá klokkan 22.00.
Klokkan 20.00 verða
bestu bátar og skip í Norð-
oyggjum heiðraðir.
Øll tiltøkini á Sjómanna-
degnum eru ókeypis uttan
dansurin um kvøldið.
– Sjómenn eru rætti-
liga anonymir, hóast
teir eru grundstuðlar
undir okkara samfe-
lag. Teir hava uppi-
borið ein slíkan dag,
sigur Niklas Heri
Jákupsson, ein av
fyrireikarunum av
Sjómannadegnum í
Klaksvík
SJÓMENN
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fyrireikingarnar til Føroya
Sjómannadag, sum fyri
fyrstu ferð verður hildin í
Klaksvík
leygardagin,
ganga væl. Tað er nógv at
orna í seinastu løtu, men
soleiðis er við einum hvørj-
um tiltaki, og fyrireikarar-
nir gleða seg til stóra dagin.
– Vit hava tosað um hetta
í nógv ár. Vit hava hildið, at
vit áttu at skipa fyri onkr-
um tiltaki, sum hevði ti-
lknýti til fiskiskap, tí tað er
tað, sum vit liva – ikki
minst her í Klaksvík, sigur
Oliver Joensen, blaðstjóri á
Norðlýsinum, sum er ein av
fyriskiparunum av tiltakin-
um.
– Hugskotini um, hvat vit
kundu gera, hava verið
nógv, men ikki alt hevur
borið til. Nú halda vit, at vit
hava funnið eitt gott og
hóskandi tiltak, sum kann
vera við til at seta fokus á
sjómenn og fiskiskap, sigur
hann.
Sera stórur áhugi
Niklas Heri Jákupsson er
ein annar av fyriskiparun-
um, og hann heldur, at einki
er meira sjálvsagt, enn at
sjómenn fáa sín egna dag.
– Sjómenn eru rættiliga
anonymir, hóast teir eru
grundstuðlar undir okkara
samfelag. Teir hava uppi-
borið ein slíkan dag. Og tað
er eisini hugaligt hjá okk-
um, sum skipa fyri, at
uppliva, at øll hava tikið
líka væl ímóti tiltakinum.
Vit hava fingið sera góðan
stuðul, og nógv hava bakk-
að okkum upp, sigur hann.
– Nú tá ið dagurin nærk-
ast, gongur tað upp fyri
okkum, hvussu stórur hesin
dagurin verður. Fiskiskapur
og sjógvurin stinga sera
djúpt í føroyingum. Hetta
er nakað, sum vit hava skil
fyri, og sum vit halda okk-
um eiga. Tí er áhugin fyri
tiltakinum eisini sera stór-
ur, sigur Niklas Heri.
Markera sjómannin
Oliver Joensen heldur, at
fiskivinnan ikki er so sjón-
lig í gerandisdegnum, sum
hon skuldi verða.
– Fjølmiðlarnir geva ikki
fiskivinnuni so stóra um-
røðu, sum hon helst átti at
fingið, men eitt slíkt tiltak
kann vera við til at markera
fiskivinnuna og geva henni
meira umrøðu allastaðni,
sigur hann.
– Kanska kann hetta
eisini skapa áhuga fyri
fiskivinnuni millum børn
og tey ungu.
Fyrireikararnir fegnast
nú eisini um, at gongd er
komið á tilmeldingarnar til
tær ymsu kappingarnar, og
tí verður tað bæði stuttligt
og spennandi, tá ið kappast
verður um bæði eitt og ann-
að, sum hevur tilknýti til
sjógvin og fiskiskap.
– Sjómenn hava uppiborið ein slíkan dag
Sjómenn fáa sín dag í Klaksvík
Sjómenn fáa nú sín heilt serliga dag í Klaksvík leygardagin. Kappingar, avdúkingar, framsýningar og mangt annað
verður á skránni
Mynd: Dávur Winther