fríggjadagur 19. august 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 156 - 19. august 2005
P/F Stubbin í Kvívík
hevur í hesum døgum
eina framsýning av
kampingvognum,
bátum og
navigatiónsútgerð á
økinum hjá Reyni
Service við
Oyggjarvegin í Havn
FRAMSÝNING
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Síðan 12. mai í ár hava Ann
Vilhelmdóttir og Kári Han-
sen í Kvívík rikið sína egnu
fyritøku, P/F Stubbin, sum
selur og útleigar kamping-
vognar, trailarar og bátar,
umframt sølu av fram-
komnari navigatiónsútgerð.
Hesa vikuna hevur fyri-
tøkan eina framsýning av tí
sum tey selja og útleiga á
økinum hjá Reyni Service
við Oyggjarvegin í Havn.
Á
framsýningini
eru
fleiri Örnvik frítíðarbátar í
ymiskum støddum og prís-
klassum. Örnvik bátarnir
eru upprunaliga svenskir,
men í dag verða glastrevja-
skrokkarnir stoyptir í Pól-
landi. Bátarnir, ið eru ES-
góðkendir, fáast í nógvum
ymiskum støddum og prís-
klassum – frá kr. 100.000,-
og upp eftir.
Hugskotið er at keypa bát
og vogn saman. Nógva-
staðni í landinum er tað
sera ringt – um ikki heilt
ógjørligt at fáa pláss til at
leggja ein bát, tí er hetta ein
góður møguleiki við at
hava bátin standandi á
vogninum, so kann man
taka hann við sær til hús,
sigur Kári Hansen frá
Stubbanum.
Stórur áhugi er bæði fyri
at keypa og at leiga vognar
og bátar, sigur Kári, sum
gjarna koyrir vognin ella
bátin har kundin ynskir tað
– alt eftir avtalu.
Stubbin umboðar kamp-
ingvognar av merkinum
Hobby, Mercury motorar,
og Garmin navigatións-
útgerð til bæði bátar og
bilar.
Framsýningin við Oyggj-
arvegin verður opin til og
við leygardagin 20. august.
P/F Stubbin, Kvívík:
Framsýning av kamping-
vognum og bátum
P/F Stubbin í Kvívík hevur í hesum døgum eina framsýning av kampingvognum, bátum og navigatiónsútgerð við Oyggjarvegin í
Havn. Á myndin er Kári Hansen frá Stubbanum
Mynd: Bárður Lydersen
Vitjanin hjá svensku
forsætisráðharrahjún
um byrjar í dag
VITJAN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í dag koma svenski forsæt-
isráðharrin Göran Persson
og frú Anitra Steen á al-
menna vitjan. Forsætisráð-
harrahjúnini lenda í Vágum
klokkan 15.50, har løgmað-
ur Jóannes Eidesgaard og
frú Anita Eidesgaard taka
ímóti.
Av flogvøllinum verður
koyrt til Oyragjáar, haðani
siglt verður fram við Vest-
mannabjørgunum til Klaks-
víkar. Í Klaksvík taka borg-
arstjórin
Steinbjørn
O.
Jacobsen og frú Sunnuva
Jacobsen
ímóti.
Vitjað
verður á Kósini, har forsæt-
isráðharrin og frú fáa
møguleika at kunna seg við
føroyskt vinnulív.
Klokkan 19. eru løgmað-
ur og Klakvsíkar býráð
vertar við døgurðan, ið
verður í Skálanum.
Leygarmorgun
verður
farið til Suðuroyar, har
gingið verður í Hvannhaga.
Á middegi fara løgmaður
og Göran Persson at hava
ein arbeiðsmorgunmat í
Norðurlandahúsinum.
Klokkan 13.30 verður vitj-
að í Listaskálanum, og
klokkan 14 verður fundur
við
Javnaðarflokkin
í
Miðlahúsinum.
Á
leið
klokkan 14.25 fer forsætis-
ráðharrin at hava eina fram-
løgu, har eisini sviar, búsit-
andi í Føroyum, og pressan
er boðin við at lurta.
Kl. 15.20 verður møgu-
leiki hjá pressuni at seta
forsætisráðharranum
og
løgmanni spurningar.
Sunnumorgunin klokkan
10 hittir Göran Persson
ríkisumboðið Søren Chris-
tensen.
Klokkan
10.30
verður vitja á Reyni og í
Tinganesi.
Almenna vitjanin hjá
svenska forsætisráðharran-
um og frú, endar um midd-
agsleitið, tá farið verður úr
aftur Vágunum.
Nú leygarkvøldið 20.
august kl. 22.00 spæla
200 og Gestir, í Losjuni
í Götu. Superaktuellu
punkararnir
200
og
rokk-droymararnir
í
Gestum, fara hvør í
sínum lagi at borðreiða
við egnum tónleiki og
bjóða áhoyrarunum eina
spennandi og fjølborytta
tónleikauppliving.
200 hava seinasta árið
staðfest sína støðu sum
nógv tann best dámdi
rokkbólkurin í landin-
um. Við útgávuni »Viva
La Republica!« kom
nógvur vindur í seglini
og við eini røð av framúr
væleydnaðum konsert-
um, á MjúS, Vestan-
stevnu og G! er eingin í
iva longur, um at 200 er
harðast rokkandi bólk-
urin vit eiga í løtuni.
Prixvinnararnir
frá
2003 Gestir, sum eisini
vóru at hoyra á G!, hava
seinastu mánaðirnar ar-
beitt dúgliga og miðvíst
við nýggjum og eldri
tónleiki. Teir hava eins
og 200 spælt á fleiri
festivalum og konsert-
um.
nud
Gestir fara í september í
Lundgaard upptøkuhøl-
ið at spæla sína fyrstu
fløgu inn. Fløgan fer at
eita »Burtur frá Toftun-
um«. Gestir vóru í
Lundgaard
Studio
í
fyrra árið og gjørdu nak-
rar upptøkur. Tær upp-
tøkurnar vóru vinningur
í Prix Føroyar kapping-
ini.
Upptøkan kemur eftir
eitt langt summar, har
bólkurin hevur luttikið á
MjúS, G! og øðrum
konsertum, umframt at
teir hava arbeitt miðvíst
við at gera tónleik til
fløguna. Til ber at hoyra
Gestir í Losjuni við
Gøtugjógv
í
annað
kvøld og til AME í Vega
27. august.
Lundgaard
Studio
liggur í Vejen og áður
hava bólkar sum Taxi,
Deja Vu og 200 tikið
upp ella ljóðblanda í
upptøkuhølinum, sum
eru nøkur av teimum
bestu í Danmark.
nud
Eins og 200 var Guðrun
Sólja á Atlantic Music
Event í Norðurlanda-
húsinum í apríl vald at
spæla á einum tónleika
festivali í Grønlandi.
Eins og Nipiaa Rock
Festival, liggur Mini
Aqpik Jam í býnum
Aasiaat.
Hesin festivalur er
dagarnir beint undan
rokk festivalinum 29.-
31. august, og er ein
familjuvinarligur pop-
festivalur, Nipiaa er
meira rokkkendur, og
verður hildin 1.-3. sep-
tember. Flux og Click-
haze hava fyrr spælt á
Nipiaa
festivalinum.
Ætlanin var, at eisini
Eivør skuldi luttaka á
Mini Aqpik Jam, men
tað lá tíanverri ikki fyri.
nud
200 og Gestir í Losjuni
við Gøtugjógv
Gestir burtur frá
toftunum
Guðrun Sólja á
Mini Aqpik Jam
Göran og Anitra koma í dag