fríggjadagur 19. august 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 156 - 19. august 2005
7
Skúlin má
útbyggjast
Hósvík: Talið av skúla-
børnum í Hósvík er
skjótt vaksandi. Tí hevur
kommunan
sæð
seg
noydda at fara undir fyri-
reiking av eini útbygging
av verandi skúla.
Í hesum skúlaári, sum
byrjaði mánadagin, er
næmingatalið í skúlanum
44, harav seks næmingar
eru farnir í skúla á fyrsta
sinni.
Men talið av skúla-
barnum er nú so stórt, at
Sunda kommuna hevur
verið noydd at leiga seg
inn í bygdarhúsið í Hós-
vík sum eina fyribils-
loysn.
Á
bygdaráðsfundi
mánadagin skal komm-
unan taka støðu til hetta
málið við útbyggingini
av skúlanum. Ætlanin er
at fáa gjørda eina kostn-
aðarmeting, soleiðis at
skúlin kann fáa tvær
skúlastovur aftrat sum
skjótast.
Hinvegin so er enn
eingin peningur játtaður
á fíggjarlógini til leigu,
men 100.000 kr. eru
kortini játtaðar til pro-
sjektering.
Fíggjarnevndin mælir
tí á fundinum til at ein
leysgevur hesar 100.000
kr. Mælt verður í hesum
sambandi til at nýta tær
10.000 kr. til leigu av
bygdarhúsinum.
Í sama viðfangi verður
skotið upp at tekniska
nevnd fer undir at pro-
sjektera fyri eini útbygg-
ing av skúlanum.
sb.
Seinastu átta vikur-
nar hevur heilt nógv
virksemi verið á
virkinum hjá Føroya
Fiskavirking í Vági
FISKAVIRKING
Vágur:
Virkisleiðarin,
Petur Johannesen sigur við
Suðurrás, at eini 70 fólk
hava arbeitt hvønn dag og
teir hava tikið ímóti heilt
nógvum fiski.
Fyrr í vikuni landið Roc
Amadour 70 tons. Hetta er
aðru ferð innanfyri tvær
vikur, at Roc Amadour
landar í Vági. Petur Jo-
hannesen greiður frá, at
ordrarnir eru har.
- Spurningurin er bara
um at fáa fisk. Og fáa vit
fisk, so verður arbeitt
hvønn dag, sigur hann.
Gulllaksur
Á virkinum hjá Føroya
Fiskavirking í Vági hevur
eisini verið arbeitt við at
seta upp maskinur og
útgerð at arbeiða gulllaks.
Petur Johannesen greiður
frá, at so nógv arbeiði hev-
ur verið seinastu tíðina, at
tað hava ikki rættiliga verið
stundir til at gera útgerðina
til gulllaksin heilt klára.
- Hetta verður gjørt í
komandi viku, og verður
væntandi klárt at taka ímóti
gulllaksi í aðru viku, verður
upplýst.
Virkini hjá Fiskavirking í
Vági og á Tvøroyri hava
ikki verið afturlatin í
summar, eins og fleiri virk-
ir norðanfjørðs, og hevur
hetta helst eisini ført við
sær, at meiri arbeiði hevur
verið her suðri enn vanligt.
sb.
Nógv arbeiði á Fiskavirking
IRF og Tórshavnar
Kommuna hava gjørt
sáttmála við danskt
felag um eina reinsi-
skipan fyri royk til
brennistøðirnar.
Endamálið er at
minka útlátið av
skaðiligum evnum í
roykinum við 99
prosentum
BRENNISTØÐIR
Snorri Brend
Myndir: Bárður
Rusk: - Eitt gleðiligt og
gagnligt samstarv.
Hesi bæði orðini vórðu
fleiri ferðir nevnd fyrra-
partin í gjár, tá ein sáttmáli
um eina nýggja reinsi-
skipan av royki fyri báðar
brennistøðirnar varð undir-
skrivaður.
Endamálið við hesi avtal-
uni við danska felagið
ALSTOM er at minka um
skaðaevnini í roykinum við
heilt upp til 99 prosent.
Arbeiðið
uppá
hesi
reinsiskipanina byrjar í
apríl mánaði komandi ár.
Og í september mánað skal
henda skipanin so takast í
nýtslu.
Kostnaðurin fyri báðar
reinsiskipanirnar og annað
í hesum sambandi verður
mett til slakar 40 mió. kr.
Verja umhvørvið
Tá sáttmálin var undir-
skrivaður ígjár segði for-
maðurin í Interkommunala
Renovatiónsfelagsskapinu
m, Regin Jacobsen, at tað
bert eru fyrimunir við slík-
um samstarvi millum IRF
og Tórshavnar Kommunu.
- Við hesum samstarvi
kunnu vit útvinna meiri og
meiri. Umframt hetta so
kunnu vit eisini spara hópin
av peningi, segði hann.
Regin vísti á, at fyri báð-
ar tær føroysku brennistøð-
irnar er vernd av umhvørv-
inum eitt av teimum stóru
málunum, - ikki bert um-
hvørvið á landi, men eisini
á sjógvi.
- Vit eru so lítil tjóð, og
vit liva eisini av at útflyta
fisk, og tí er neyðugt at vit
eru frammarlaga í um-
hvørvisarbeiðinum. Spyrj-
ast tey tíðindi, at vit hava
trupulleikar við ávísum
dálkandi evnum, so kann
tað raka okkum sera meint.
- Tí er neyðugt at gera
nakað fyri okkara um-
hvørvi, og helst so, at vit
eru uppá forkant av menn-
ingini, segði Regin við
týðiligari ábending til hesa
nýggju skipanina við royk-
reinsan.
Eingi landamørk
Elin Lindenskov, sum er
forkvinna í Heilsu- og um-
hvørvisnevndini í Havn
fegnaðist eisini um hetta
samstarvið.
Hon nevndi, at henda bý-
ráðssamgongan hevur sett
sær høg mál í arbeiðinum
fyri einum reinari um-
hvørvi í høvuðsstaðnum.
Og henda nýggja royk-
skipanin, sum nú skal setast
upp, er enn eitt stig á hesi
leið.
Við hesi skipanini kann
Tórshavnar
Kommnuna
eisini í framtíðini gera enn
meiri fyri at halda sína
egnu kommununu reina,
samstundis sum hon er við
í arbeiðinum við at verja
umhvørvið í Føroyum.
- Dálkingin spyr nevni-
liga ikki eftir kommunu-
mørkum ella landamørk-
um.
- Og tí er neyðugt at vit
hugsa bæði um umhvørvið
í okkara egnu kommunu,
okkara egna landi og hugsa
um okkara ábyrgd av at
halda allan heimin reinan,
segði hon.
Tær báðar brenni-
støðirnar fingu í vár
eina nýggja umhvørv-
isgóðkenning. Út frá
hesi góðkenning
verða krøvini til
reinsing av royki
munandi herd
BRENNISTØÐIR
Snorri Brend
Í dag er nøgdin av saltsýru í
roykinum eini 500 milli-
gram í hvørjum rúmmetri.
Men í framtíðini eru krøv-
ini, at henda nøgdin skal
minkast munandi – í veru-
leikanum heilt niður í 20
milligram.
Hetta setir sjálvandi stór
krøv til útgerðina á báðum
brennistøðunum, sum kom-
andi ár fáa settar nýggjar
silo’ir til hesa reinsiskipan-
ina.
Talan verður um tvær
silo’ir, sum eru góðar 20
metrar høgar. Aftrat hesum
skal onnur útgerð eisini
setast upp, m.a. til máting
av innihaldinum í roykin-
um. Tilsamans fer henda
íløgan at kosta hvørjari
brennistøð slakar 20 mió.
kr.
Sambært tíðarætlanini so
verður farið undir at seta ta
fyrru reinsiskipanina upp á
Hagaleiti í apríl mánaði
komandi ár. Tá hetta ar-
beiðið er liðugt verður farið
undir sama arbeiðið á
Hjalla. Hetta arbeiðið skal
verða liðugt í september
mánaði komandi ár.
Og tað er ikki at taka seg
aftur í, at stórar vónir og
stór krøv verða settar til
hesar báðar skipanirnar.
- Hetta er eitt stórt stig á
leiðini fram móti einum
reinari umhvørvi, bæði her
á landi, men eisini í al-
heiminum, verður sagt.
Reinsiskipan fyri 40 mió. kr.
Barnatalið í Hósvík er vaksandi. Og nú verður neyðugt at
byggja upp í verandi skúlan
4.600 fiskidagar
undir Føroyum
Fiskivinna: Fyrstu sjey
mánaðirnar í ár hava
útlendsk fiskifør veitt
góð 333.000 tons í før-
oyskum sjógvi.
Tá tað snýr seg um
dagarnar, tey hava verið í
okkara sjóøki, hava út-
lendsk fiskifør úr íalt 9
londum, er talan um íalt
4.616 fiskidagar. Av hes-
um døgum hava tey
russisku verið her longst,
- íalt í 1.918 dagar.
Tað eru kortini tey
íslendsku skipini, sum
hava veitt mest hetta
tíðarskeiðið. Síðani árs-
byrjan hava tey veit
166.000 tons, av hesum
vóru góð 162.000 tons
svartkjaftur. Saman við
teim russisku skipunum
eru tað hesi bæði londini,
ið eiga bróðurpartin av
svartkjaftaveiðuni higar-
til í ár.
Í mun til undanfarin
tíðarskeið so hava eingi
skip úr Írlandi, Portugal,
Estlandi og Japan veitt
nakað í okkara sjóøki.
Annars kann nevnast,
at í ár hava tey útlendsku
fiskiskipini ikki veitt ein
einasta stert av rossa-
makreli ella prikkafiski,
og heldur ikki er nakað
kilo av brugdulivur fing-
ið til vega.
sb.
Reinur roykur
yvir land og bý
Umboðini fyri IRF og Tórshavnar kommunu, saman við umboðum fyri Alstom hava júst
undirskrivað avtaluna. Nú skal farast til verka, soleiðis at reint og frítt verður økið títt