fríggjadagur 19. august 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 156 - 19. august 2005
Noreg fær
skyldina
Fleiri fjølmiðlar í Asia
geva Noregi ein part av
skyldini av, at uttanríkis-
ráðharrin í Sri Lanka
varð myrdur í síðstu
viku.
Noreg hevur í fleiri ár
roynt semju ímillum sri-
lankisku stjórnina og teir
tamilsku
uppreistrar-
menninar, og teir asiat-
isku fjølmiðlarnir vilja
vera við, at teir norsku
semingsmenninir hava
verið alt ov lagaligir mót-
vegis tamilunum. Fjøl-
miðlarnir siga, at tað var
norska vælvildin ímóti
tamilunum, sum kostaði
Lakshman Kadirgamar,
uttanríkisráðharra lívið.
Norska uttanríkisráðið
vil ikki gera viðmerking-
ar til skuldsetingarnar í
teimum asiatisku fjøl-
miðlunum. Bæði Jan Pet-
ersen, uttanríkisráðharri,
og Vidar Helgesem, sem-
ingsmaður, vóru í Co-
lombo í síðstu viku og
fylgdu tí myrda uttanrík-
isráðharranum til gravar.
Men teir vildu ikki gera
nakrar viðmerkingar til
skuldsetingarnar. Sam-
bært norskum fjølmiðl-
um hevði srilankiski for-
setin heitt á teir um ikki
at gera nakra viðmerking
til tað, sum var komið
fram í fjølmiðlunum.
Skulu velja kyn
Bretska stjórnin umhugs-
ar at geva foreldrum,
sum brúka ísáðing, loyvi
til at velja, um tey vilja
hava ein son ella eina
dóttur. Endamálið er at
forða fyri, at foreldur fáa
bara synir ella bara døtur,
skrivar Reuters.
Ætlanin hjá stjórnini
hevur fingið nógva um-
røðu í bløðunum. Málið
var eisini frammi fyri
tveimum árum síðani,
men ta løgdu politikarar-
nir ætlanina aftur í skuff-
una, tí ein kanning vísti,
at 80 prosent av bretska
fólkinum vóru ímóti at
geva foreldrum møgu-
leika at velja, um tey
vildu hava drong ella
gentu.
Stjórnin vísir á, at
galdandi lóg um ísáðing
er 15 ára gomul, og at tað
er neyðugt at endurskoða
hana, tí vísindin hevur
gjørt stór framstig, síðani
lógin varð smíðað.
Sum er kunnu bretsk
foreldur, ið brúka ísáð-
ing, velja kyn, um vandi
er fyri, at barnið kann fáa
onkra sjúku, ið er tengd
at, um tað er drongur ella
genta.
Dýr pensjóns-
skipan
Eftir áhaldandi krav-
gongur hevur polska
tjóðartingið samtykt eina
lóg, sum tryggjar náms-
arbeiðsmonnum pensjón.
Lógin
bleiv
skundað
ígjøgnum tingið, sum
júst hevur havt seinasta
sín fund undan tjóðar-
tingsvalinum, sum verð-
ur tann 25. september.
Lógin sigur, at allir
námsarbeiðsmenn hava
rætt til pensjón, tá teir
hava arbeitt í námsvinn-
uni í 25 ár, sama hvussu
gamlir teir eru. Men
fleiri
politikarar
og
búskaparfrøðingar ávara
um, at lógin er alt ov
kostnaðarmikil. Útrokn-
ingar hjá stjórnini hava
víst, at tey næstu fimm
árini skal ríkiskassin
gjalda
námsarbeiðs-
monnum 18 milliardir
zloty ella 33 milliardir
krónur í pensjón.
Polski tjóðbankin sig-
ur, at skipanin verður alt
ov dýr, og at hon fær
óhepnar avleiðingar fyri
landsins búskap. Bankin
sigur seg eisini bera ótta
fyri, at tær stóru útreiðsl-
urnar fara at gera tað
trupult hjá Pólandi at
sleppa upp í evrusam-
starvið.
Nei til ES
Ein nýggj meiningakann-
ing vísir, at fólk í Norð-
urnoregi halda ikki, at
Noreg sigur at søkja um
limaskap í Evropasam-
veldinum.
Kanningin vísir, at í
Finnmørkini taka bara 33
prosent undir við ES-
limaskapi, og í Troms og
Nordland fær limaskapur
undir tøku frá 35 pro-
sentum av veljarunum.
Tað merkir, at saman-
borið við eina tilsvarandi
kanning fyri einum lítl-
um ári síðani er undirtøk-
an fyri ES minkað í
Norðurnoregi,
skrivar
Nordlys. Fara vit longri
aftur,
er
undirtøkan
minkað nógv, tí í 2003
søgdu 48 prosent av
teimum spurdu, at Noreg
átti at fara upp í ES.
Stórtingsval verður í
Noregi í heyst, men fyri-
bils er ES-limaskapur
ikki vorðin evni í val-
stríðnum.
UTTAN ÚR HEIMI
Vanlukkan við kýpr-
iska Helios-flogfar-
inum er ein tann
størsta gátan í altjóða
flogferðslusøguni.
Nógvir spurningar
eru ósvaraðir
FLOGVANLUKKA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Kýpriski forsetin, Tassos
Papadopoulos hevur sagt,
at teir, sum høvdu skyldina
av vanlukkuni, verða av-
dúkaðir og revsaðir, sama
hvørjir teir eru. Men enn er
langt á mál.
Flogfarið var av slagnum
Boeing, og ein umboðs-
maður hjá verksmiðjuni
sigur við grikska blaðið TA
NEA, at tað eru nógvir
spurningar, sum bíða eftir
svari. Heru eru 17 teirra:
1. Hvat var tað, sum hendi
í flogfarinum, og sum
gjørdi, at báðir flog-
skipararnir mistu ræðið
á tí ísenn?
2. Hví fekk stýrimaðurin
sær ikki iltmaskuna fyri
andlitið, tá flogskiparin
fór úr stýrihúsinum?
3. Hvar var flogskiparin,
tá tey bæði griksku
jagaraflogførini vórðu
send at kanna, hvat
bagdi kýpriska flogfar-
inum?
4. Higartil eru líkini av
118 av teimum 121,
sum við vóru, funnin?
Hví er líkið av flogskip-
aranum ikki funnið?
5. Hvussu ber tað til, at
kýpriska
flogfelagið
sigur seg ikki vita,
hvussu gamlar flogtern-
urnar og tænararnir
vóru? Felagið hevur
sagt, at tær vóru ímill-
um 20 og 30 ára gamlar.
Visti felagið so lítið um
manningina?
6. Hvussu
væl
kendi
manningin neyðhjálpar-
skipanina umborð á
flogfarinum?
7. Iltmaskurnar hjá ferða-
fólkunum duttu niður
undan
loftinum,
tá
trýstið fall, soleiðis sum
tær eiga at gera. Flog-
skipararnir høvdu eina
eyka
iltskipan.
Hví
virkaði hon ikki?
8. Flogskipararnir mistu
ikki vitið beinanvegin
av vantandi ilt, og teir
skuldu tí havt tíð til at
taka flogfarið niður í
12.000 fóta hædd, har
nóg mikið er av ilt.
Varnaðust teir ikki ávar-
ingarljóðini?
9. Flogfarið datt niður, tí
tað hevði einki brenni-
evni eftir, eftir at tað
hevði flogið næstan
tveir tímar við sjálvs-
stýrara. Hvussu nógv
brennievni fekk flog-
farið, áðrenn tað fór á
flog úr Larnaka á Kýp-
ros?
10. Flogskipararnir á teim-
um báðum jagaraflog-
førunum sóu inn í
Helios-flogfarið, sum
var í 34.000 fóta hædd
tá. Har frystir næstan 60
stig. Hvussu ber tað til,
at frost ikki hevði lagt
seg á vindeyguni, um
luftskipanin og trýst-
skipanin ikki virkaðu?
11. Grikska verjumálaráðið
vil ikki siga, um ætlanin
var at skjóta flogfarið
niður, um tað kom inn
yvir Athen. Men hví vil
verjumálaráðið
ikki
siga, hvørjir teir báðir
jagaraflogskipararnir
vóru? Hava myndug-
leikarnir kortini okkurt,
sum teir dylja?
12. Hví vilja griksku mynd-
ugleikarnir ikki vátta
upplýsingar um, at jag-
araflogførini tóku film
av kýpriska flogfarin-
um?
13. Sambært
griksku
myndugleikunum fekk
kýpriska flogfarið boð
um at fara niður í
14.000 fóta hædd, so
tað kundi loysa trupul-
leikarnar við luftskip-
anini. Men hví fór flog-
farið
seinni
upp
í
34.000
fóta
hædd?
Hildu flogskipararnir, at
brekið var umvælt?
14. Tað
sama
flogfarið
hevði trupulleikar við
trýstskipanini í fjør, og
sambært grikska blað-
num
Kathimerini
noyddist tað at neyð-
lenda á Rhodos í 2003,
og seinni bleiv tað aft-
urhildið eitt samdøgur í
Newcastle í Bretlandi.
Fólk, sum flugu við
flogfarinum fyri nøkr-
um vikum síðani, siga,
at tá vóru trupulleikar
við trýstinum. Hvussu
ber tað til, at flogfarið
slapp at flúgva?
15. Nær varnaðist flog-
havnin í Athen, at okk-
urt var á vási, og hví
hevði floghavnin einki
samband við flogfarið
fyrr enn ein hálvan tíma
eftir, at tað var komið í
grikskt loftrúm?
16. Sambært
blaðnum
Khatimerini hava loft-
ferðslumyndugleikarnir
í Kýpros ikki tann
neyðuga førleikan á
summum økjum, og tí
eru teir ikki mettir
sambært ES-reglunum.
Hvussu álítandi eru so
tey flogloyvi, sum teir
hava givið flogfelag-
num Helios?
17. Helt Helios Airways,
sum er tað fyrsta privata
flogfelagið í Kýpros,
altjóða ásetingarnar um
flogtrygd?
Millum
annað
hesir
spurningarnir skulu hava
svar
fyri
endaliga
at
staðfesta, hví 121 fólk lótu
lív við Grammatiko norðan
fyri
Athen
seinasta
sunnudag.
Útlitini fyri einari
varandi semju ímill-
um ísraelsmenn og
palestinar eru ikki tey
bestu
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ísraelski forsætisráðharrin,
Ariel Sharon, ger nú greitt,
at Ísrael hevur ongar ætl-
anir um at flyta tey jødisku
niðursetufólkini av Vestara
Áarbakka.
Fyrr hevur Sharon sagt,
at avgerðin at flyta niður-
setufólkini úr Gaza kann
rudda slóð fyri semju við
palestinararnar, men eyg-
leiðarar siga, at avgerð
hansara um at varðveita
niðursetubygdirnar á Vest-
ara Áarbakka kann gerast
ein stórur meinbogi fyri
einari semju við palestinar.
So seint sum seinasta
mánadag segði palestinski
forsetin, Mahmoud Abbas,
at ísraelska afturtøkan úr
Gaza átti eisini at umfata
niðursetubygdirnar á Vest-
ara Áarbakka, og at Ísrael
eigur at taka seg aftur til
markið frá 1949. Men tað
kemur ikki upp á tal, sigur
Sharon.
Ísrael hersetti Gaza og
Vestara Áarbakka undir
seksdagakrígnum í 1967.
17 ósvaraðir spurningar
Ísrael fer ikki av Vestara Áarbakka
Ariel Sharon: – Tað kemur
ikki upp á tal at flyta niður-
setufólkini av Vestara
Áarbakka
Mynd: Reuters