fríggjadagur 19. august 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 156 - 19. august 2005
9
Føroyanevndin hjá
danska fólkatinginum
vil ikki blanda seg
uppí ætlaða føroyska
limaskapin í EFTA,
men nevndin vil fegin
hjálpa til í stremban-
ini eftir at tryggja før-
oyingum best møgu-
ligu marknaðarat-
gongdina
HANDILSAVTALUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Eitt av málunum, sum utt-
anlandsnevndin hjá Føroya
Løgtingi og Føroyanevndin
hjá Fólkatinginum, hava
viðgjørt í vikuni, nú danska
nevndin hevur vitjað her á
landið, er spurningurin um
betri
marknaðaratgongd
fyri føroyskar vørur.
Tørvur er á tí
Bæði Pia Larsen úr Venstre,
formaður í Føroyanevndini
hjá Fólkatinginum, og Jo-
han Dahl, formaður í uttan-
landsnevndini hjá løgtingi-
num, eru av teirri áskoðan,
at tað er umráðandi at geva
sær stundir at finna best
møguligu loysnina fyri Før-
oyar, tá ið tað snýr seg um
limaskap í handilsfelags-
skapum og um nýggjar
handilsavtalur.
- Høvuðsendamálið er at
skaffa føroyingum betur at-
gongd til marknaðir ymsa-
staðnis í heiminum, og um
tað er við einum EFTA-
limaskapi ella við øktum
samstarvi við ES, tað noyð-
ast vit at finna út av, sigur
Pia Larsen.
Fólkatingslimurin vísir á,
at eisini danski forsætis-
málaráðharrin,
Anders
Fogh Rasmussen, á ríkis-
fundinum í Leynum her-
fyri, legði dent á, at danir
vilja hjálpa føroyingum í
arbeiðinum við at fáa betur
marknaðaratgongd.
Pia
Larsen sigur eisini, at eing-
in ivi er um, at føroyingar
hava stóran tørv á at fáa
nakrar betur handilsavtalur,
ið kunnu verða føroyska út-
flutninginum at frama.
Eisini Johan Dahl, for-
maður í uttanlandsnevnd-
ini, er av teirri sannføring,
at tað er neyðugt hjá føroy-
ingum at gera gjøllar kann-
ingar, áðrenn teir taka
endaliga støðu til ein
møguligan
EFTA-lima-
skap.
- Vit noyðast at kanna,
hvat er best fyri Føroyar, og
hvussu sleppa framat teim-
um ymisku marknaðunum.
EFTA er ein møguleiki,
men tað er eingin ivi um, at
ES við øllum sínum nýggju
limalondum er ein risa-
marknaður, og at hesin
marknaður er avgjørt verd-
ur at kanna nærri, sigur for-
maðurin í uttanlandsnevnd-
ini hjá løgtinginum.
Boðskapurin frá Før-
oyanevndini hjá
Fólkatinginum er
greiður. Tað eru før-
oyingar sjálvir, ið
skulu leggja framtíð-
ina hjá Føroyum til-
rættis, og ikki danska
stjórnin í Keyp-
mannahavn, sum tað
annars hevur verið
fyrr
POLITISK VITJAN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Týsdagin kom Føroya-
nevndin til landið, og sama
dag hevði nevndin fund við
Jóannes Eidesgaard, løg-
mann, sum millum annað
greiddi nevndini frá visjón
2015 ætlanunum hjá lands-
stýrinum.
Nevndin hevur eisini
ferðast norðan fyri á vitjan-
ini, og sambært formanni-
num í nevndini, Piu Larsen
úr Venstre, er væl komið
burturúr.
Umrøtt fíggjar-, vinnu-
og orkupolitikk
Danska nevndin vitjaði
mikudagin í Norðoyggjum,
har millum annað var heils-
að upp á Klaksvíkar Býráð.
Hósmorgunin var tíðinda-
fundur í løgtinginum, og
seinnapartin hósdagin var
kósin aftur sett móti Keyp-
mannahavn.
Á vitjanini hevur nevndin
fingið frágreiðingar um
nógv ymisk viðurskifti, og
serliga hevur dentur verið
lagdur á eitt nú fíggjarpoli-
tikk, vinnupolitikk og orku-
politikk. Uttanlandsnevnd-
in hjá løgtinginum hevur
havt fund við Føroyanevnd-
ina, og tá hevur serliga
nógv verið gjørt burtur úr
at greiða frá trupulleikun-
um hjá føroysku fiskivinn-
uni á landi og sjógvi, og
serligur dentur hevur verið
lagdur á trupulleikarnar hjá
fiskiflotanum.
Johan Dahl, formaður í
uttanlandsnevndini, sigur,
at umframt fiskivinnuna
hevur nógv verð tosað um
føroyska útflutningin, og
teir trupulleikar, ið før-
oyska vinnan hevur við at
koma inn á ymiskar markn-
aðir. Í hesum sambandi
hevur verið tosað um
møguligan
føroyskan
EFTA-limaskap og økt
samstarv við ES, soleiðis
sum greitt verður frá aðra-
staðnis her á síðuni.
Pia Larsen sigur tó, at
sjálvt um danir fegnir vilja
hjálpa føroyingum í ymisk-
um málum, so er tað mest
umráðandi, at føroyingar
sjálvir, ið skulu leggja
framtíðina til rættis, og ikki
danska stjórnin úr Keyp-
mannahavn, soleiðis sum
tað annars hevur verið, sig-
ur Pia Larsen.
Á vitjanini hjá Føroya-
nevndini hjá Fólkatingi-
num í Føroyum í vikuni
hava limirnir í nevndini
havt høvi til eisini at upp-
liva Føroyar sum ferða-
mál, og formaðurin í
nevndini, Pia Larsen,
heldur, at føroyingar eiga
at fáa meiri burtur úr júst
ferðavinnuni.
- Vit hava við egnum
eygum
sæð,
hvussu
nógvir møguleikar liggja
í ferðavinnuni í Føroyum
við nógvum ríkum nátt-
úruupplivingum, og við
hesum í huga eru vit
sannførd um, at tað eigur
at bera til hjá føroyingum
at fáa meiri burtur úr júst
ferðavinnuni. Tit hava
eina gávu frá Várharra í
tykkara náttúru, og eingin
ivi er um, at tað kann
gagnnýtast betur, sigur
Pia Larsen.
tn
Á tíðinadafundi í sam-
bandi við vitjanina hjá
Føroyanevndini
hjá
fólkatinginum, segði Pia
Larsen,
formaður
í
nevndini, at nevndin var
sera fegin um vitjanina,
og at nú høvdu tey bert
eitt ynski í sambandi við
vitjanina um tvey ár, og at
tað var at sleppa at vitja í
Suðuroy, tí har høvdu tey
ikki verið enn.
Hesari áheitan var Jo-
han Dahl skjótur at lofta,
og hann bað teimum
beinan vegin vælkomn-
um til Suðuroyar næstu
ferð, ið tey vitja í Føroy-
um.
tn
Suðuroyggin næstu ferð
Ferðavinnan skal geva meiri
Finna bestu loysnina fyri Føroyar
Formaðurin í 21-manna
stóru Føroyanevndini hjá
danska fólkatinginum, Pia
Larsen, heldur tað verða um-
ráðandi, at føroyingar geva
sær góðar stundir at loysa
trupulleikan við betur
marknaðaratgongd.
Mynd: Bárður Lydersen
Skulu sjálvi leggja framtíðina tilrættis
Pia Larsen og Johan Dahl á
tíðindafundinum í
Løgtinginum hósmorgunin.
Pia Larsen sigur, at tað eru
fyrst og fremst føroyingar, ið
skulu leggja framtíðina hjá
Føroyum til rættis og ikki
danska stjórnin, soleiðis sum
tað annars hevur verið.
Mynd: Bárður Lydersen