fríggjadagur 19. august 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 156 - 19. august 2005
2013 er stungið út í kortið sum árið, har Føroyar aft-
ur skulu miðja eftir at hýsa oyggjaleikunum. Eitt
stórt mál í sjálvum sær, og tað er eisini longu stað-
fest, at nógvar fyrireikingar mugu fáast frá hondini,
áðrenn vit kunnu so mikið sum droyma um at leggja
inn umsókn um vertsskap.
Sjálvsagt skulu bæði lands- og kommunalir mynd-
ugleikar spæla við, um ein slíka ætlan skal gerast
veruleiki. Men fram um allar aðrar fyrireikingar.
Fram um rennibreyt, fleiri tennis-breytir, nýggja
skjótibreyt, bogaskjótibreyt og mangt annað. So eig-
ur ein nýggjur ítróttardepil at gerast, áðrenn søkt
verður um oyggjaleikir. Bæði tí hesin nærum er
neyðugur, tá skipast skal fyri somikið stórari ítrótt-
arhending, men so sanniliga eisini tí hesin vil lyfta
føroyskan ítrótt á eitt væl hægri støði.
Tí hvat kundi ein slíkur depil ikki givið okkum her í
Føroyum. Eitt er, at einstøku ítróttargreinarnar, sum
koma at húsast á einum slíkum depli hvør í sínum
lagi koma at fáa betri venjingar- og kappingarum-
støður. Annað - og nógv meira týdningarmikið - er,
at vit við hesum kundu skapt eitt veruligt elituum-
hvørvi. Ikki tí elitan í sjálvum sær er nakað mál,
men tí tað aloftast vísir seg, at breidd og elita ganga
hond í hond. Eingin kann vera til uttan hin. Heldur
enn at 10 bogaskjúttar, 7 borðtennisleikarar, 8 kast-
arar o.s.fr. venja hvør í sínum lagi, so høvdu við hes-
um eitt stað, at har kanska hundrað fólk frá fyrsta
degi høvdu havt sína dagligu gongd. Og við tíðini er
einki sum helst at ivast í, at hetta tal vildi fleirf-
aldast. Fólkheilsuni, ítróttini, breiddini, elituni - ja,
øllum Føroyum at gagni.
Men ein slíkur depil kostar nógvar milliónir. Milli-
ónir, sum ítróttin heilt víst ikki hevur einsamøll. Og
milliónir, sum hvørki land ella býráð av sær sjálvum
fara at seta í eina slíka verkætlan. Til seinastu tveir
oyggjaleikirnar hava vit tó sæð, at oljupengar í stór-
an mun hava fíggjað slíkar deplar. Í Hetlandi enntá
fleiri av slagnum, soleiðis at sjálvt útoyggjarnar eis-
ini hava sínar deplar. Og tá boðini frá oljufeløgunum
samstundis eru, at tað standa 35 milliónir og bíða
eftir umsóknum, er væl bara at fara ígongd.
Verður hugt at samlaða samfelagsvirðinum, sum ein
slíkur depil vildi havt, er einki at ivast í, at hetta væl
kann koma undir endamálið um førleikamenning,
sum oljugrunnurin hevur. Og tað er upplagt, hvør
skuldi tiki stigið til ein slíkan depil.
ÍSF er ópolitiskt og virkar ikki við persónligum
vinningi fyri eyga. Ein felagsskapur, sum hevur til
endamáls at menna og fremja ítróttina her á landi. Tí
vildi tað verið upplagt, at tað var her, at spakin varð
settur í stóra átakið at fáa okkum ein ítróttardepil.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Oljupengar til
ítróttardepil
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Heri Ziska
Vegna Bragdið og FÍF
Havi sæð at Dimmalætting
er byrjað við einari herferð
mótið tí komandi økinum
fyri frælsan ítrótt. Fyrst var
tað ítróttarskrivarin sum
gjørdi vart við at fótbólti-
num manglaði venjingar-
vøllir og róði uppundir, at
kastibreytin (øki inni í
rennibreytini) kundi nýtast
til fótbóltsvøll. Her var tað
gott at hoyra borgmeistaran
Heðin Mortensen melda
klárt út, at hatta var eitt øki,
sum var sett av til Frælsan
ítrótt, og at fótbólturin
mátti brynja seg við tolið í
hesari umberingini.
Í eini seinni grein í
Dimmalætting var sagt, at
Heðin Mortensen sat mill-
um tveir stólar, tí at hann
sum borgmeistari hevði
lagt upp til, at eitt stadion
til frælsan ítrótt við 6 geir-
um skuldi gerast, hóast tað
ikki lýkur krøv til altjóða
kappingar, og so sum ÍSF
forseti góðkendi hetta. Her
var róð uppundir, at frælsi
ítrótturin vildi hava eitt av
IAAF góðkend stadion,
men at Heðin unti okkum
tað ikki.
Vónandi havi eg yvir-
tulkað boðskapin í Dimma-
lætting, men fyri at ongin
misskiljing skal verða, so
kann eg vegna Bragdið og
FÍF (Frælsur Ítróttur Før-
oya) siga, at dreymaloysnin
er sjálvandi eitt sokallað
»Construction
Category
1«, men her er kravið
millum annað, at tað er
pláss fyri meir enn 10.000
áskoðarum, og at tað er ein
sokallað upphitingar renni-
breyt við síðuna av sjálvum
stadion, ella við øðrum
orðum tvær rennibreytir lið
um lið. Tað eru einans 38
stadion í øllum heiminum,
sum eru góðkend sum
»Construction Category 1«
stadion, og onki av hesum
er í nøkrum Norðanlandi.
Tað sum er í uppskoti er
eitt stadion, sum fylgir al-
tjóða krøvum og sum sam-
stundis er hóskandi til ta
nýtslu (venjing og fyriskip-
an av oyggjaleikum), sum
verður í Føroyum. Havast
skal í huga, at tað sum er
altavgerandi fyri frælsan
ítrótt í Tórshavn her og nú
er, at vit fáa umstøður til at
venja frælsan ítrótt (renn-
ing, lop og kast) á 365 dag-
ar um árið.
Vit duga at síggja, at
sannlíkindini fyri at játtað
verður ein fleirfaldað upp-
hædd til dreymaloysnina
eru lítil, eins og tørvurin á
einari slíkar loysn ikki er til
staðar, tí er tað at Bragdið
eins og FÍF stuðla verandi
ætlan 100%. Harafturat
kann nevnast, at umboð
fyri frælsa ítróttin í Tórs-
havn (Bragdið) hava verði
við til at tilevna tað upp-
skot, sum er samtykt í
kommununi.
Øki til Frælsan Ítrótt í Tórshavn
Jón Kragesteen
Dagligur leiðari á Ráðnum
fyri Ferðslutrygd
Í degi og viku mánakvøldið
15. august segði eg í sam-
røðu, at tað í útbúgvingini
at taka koyrikort skal verða
lagdur meira dentur á risi-
koina ella váðan í ferðsluni.
Segði eisini, at tað at taka
koyrikort ikki skal bara
skal vera nakað, sum man
kann skunda ígjøgnum upp
á 3 mánaðir og at útbúgv-
ingin at taka koyrikortið
skal vera soleiðis, at hon
rørir
innstillingina
hjá
fólki. Nevndi eisini, at út-
búgvingin kundi verið væl
betri.
Eftirsíðan hava koyrilær-
arar sett seg í samband við
meg og hava ført fram, at
teir skilja útsøgn mína í
sjónvarpinum sum ein kri-
tikk av teimum. Nú er at
siga, at í samrøðuni við
sjónvarpsmannin kom eg
við eini nærri útgreining
um, hvat eg meinti við.
Men tað kom so ikki við í
innslagið. At sjónvarps-
samrøður verða skornar til,
er einki nýtt, tað mugu vit
bara liva við.
Eg vil tí nýta høvi til at
undirstrika, at ætlanin hjá
mær var ikki at kritisera
koyrilærarar, men at vísa á,
at karmarnir hjá útbúgving-
ini at taka koyrikort eru
ikki nóg góðir.
Haldi ikki tað vera at taka
munnin ov fullan at siga, at
millum mest grundleggj-
andi forteytir hjá koyrilær-
arunum er, at teir kappast
um næmingarnar. Og kapp-
ingarelementini, sum koma
í fyrstu røð eru: 1) prísur og
2) tað at kunna taka koyri-
kortið upp á stytst møgu-
ligu tíð.
Koyrilærarar hava sjálv-
andi eitt pensum, sum teir
skulu fara í gjøgnum. Men
tað eru nú einaferð fleiri
mátar at fara í gjøgnum eitt
pensum. Tað ber til at fara
stytstu leiðina, sum bara
gongur út upp á at læra
næmingarnar júst tað, sum
sjálv koyriroyndin krevur.
Men tað ber eisini til at
gera meira burturúr, sum eg
veit, at fleiri koyrilærarar
eisini gera. Men tað krevur
altso, at tú gert eyka arbeiði
uttan at fáa eyka gjald. Og
hetta eru, eftir míni metan,
ikki góðar fortreytir.
Eg kann skoyta upp í, at
ein víðari avleiðing av, at
koyrilærarar eru kappingar-
neytar í staðin fyri sam-
starvspartar, er at teir
standa ov langt frá hvørjum
øðrum, og hava tí, sum fak-
bólkur, sera torført við at
standa saman, og tað darvar
menningini á økinum nógv.
Haldi at tað er umráð-
andi, at vit hava eitt orða-
skifti um hetta evnið, og tað
hevði verið áhugavert at
hoyrt fleiri sjónarmið.
Meiri um evnið er at lesa
í álitinum "Ávegis Null-
hugsjónini" á
www.ferdslutrygd.fo
Ikki kritikkur av koyrilærarunum