Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 156 - 19. august 2005 21 Pedagogar til Bústovnin og Sambýlið á Mýruvegi, Klaksvík Undir Almanna- og heilsumálaráðnum og stovn- um undir tí við fyribils tænastu á Bústovninum og Sambýlinum á Mýruveg verður søkt eftir 2 pedagogum til setan 1. oktober, ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstørv, og arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisarbeiði. Á Bústovninum búgva 4 fólk við sjúkrageiningini autisma. Á Sambýlinum búgva 6 fólk, sum eru menningartarnað. Endamálið við okkara arbeiði er at skapa tryggar karmar hjá búfólkunum og at seta ígongd og skipa fyri virksemi,sum er til gagn fyri hvønn einstakan. Dentur verður lagdur á, at tann, ið settur verður, er likamliga væl fyri og er áhugaður í at luttaka aktivt í øllum avbjóðingum og er opin fyri ný- hugsan. Haraftrat er neyðugt at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við onnur,umframt at vera førur fyri at taka ábyrgd og avgerðir í arbeiðinum. Løn- og setanartreytir Størvini eru tænastumannastørv, sett sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjar- málaráðið á lønarstigi 24, 25, 27, 28 og 30 til 33. Um eingin pedagogur søkir, verða størvini sett við hjálparfólki sambært sátttmála millum Før- oya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreist Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmæl- um og C.V. skulu vera stovninum í hendi í sein- asta lagi 12. september. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til leiðaran á stovninum á tlf. 456310. Bústovnur og Sambýlið Mýruvegur 13 700 Klaksvík Att: Leiðarin Lesið Sosialin Lýsið við brúktum bilum Lesið internet Sosialin !