fríggjadagur 19. august 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 156 - 19. august 2005
Hóast úrslitið var helst
stóra vónbrotið hjá før-
oyskum fótbólti, síðani
landsliðið í 1993 tapti 2-0
fyri Kypros, so helt før-
oyski venjarin, at tað eisini
vóru positivir lutir at síggja
í avrikinum.
– Tú hevur nokk rætt í, at
úrslitið nokk var tann vána-
ligasti parturin av dystinum
fyri okkara viðkomandi.
– Vit hava jú fleiri møgu-
leikar, men hinvegin, so eru
teir eins góðir, sum vit
høvdu roknað við. Og teir
skapa sær eisini nakrar
møguleikar, men teir fáa so
trý mál burtur hesum, og
tað var so tann stóri mun-
urin á liðunum.
Góðskan ov lítil
Ein tann størsti trupulleikin
hjá føroyska liðnum tóktist
vera, at góðskan í bæði
uppspæli og innleggum
ikki var nóg góð. Nakað
sum landsliðsvenjarin á
ongan hátt var ósamdur í.
– Uppspælið úr aftastu
ketuni var ikki nóg gott, og
tí fingu vit ikki lagt nóg
nógv trýst á. Tá vit so hóast
alt komu um kantarnar
nakrar ferðir, so vóru inn-
leggini bara ikki nóg góð.
Tey lógu at kalla konsekv-
ent á fyrsta kypriotiska
verjuspælaran, og tað er
altso ikki nóg gott. Og
endaliga, so fáa vit kortini
nakrar stórar møguleikar
burturúr, men hesar megna
vit ikki at gera okkum dælt
av. Tað var, sum vóru teir
alla tíðina eitt lítið fet
skjótari enn okkara, og tað
var kanska tann størsti
munurin í dystinum. Teir
hava altso fleiri spælarar,
sum spæla í bestu griksku
deildini, og tað gevur so
meira, enn um spælarar
spæla í bestu føroysku
deildini og í donskum
fótbólti.
– Tá tað er sagt, so haldi
eg kortini, at vit áttu betri
uppiborið. Hóast vit ikki
spæla upp til okkara allar-
besta, so skapa vit fleiri
møguleikar. Og hóast vit
missa bæði Súna og Toda,
so hava vit fyri tað allar
mesta eitt sera gott tak á
dystinum. Og hugsar tú
samtundis um, at vit hvørki
hava Fróða Benjaminsen
ella Julian Johnsson við í
dag, so er tað klárt, at talan
verður um mótbrekku.
Hevði álit á Mortani
Tá tosað verður um fráver-
una, so er væl eisini náttúr-
ligt at tosa um teir, sum
loystu av. Her munnu tey
flestu vera samd um, at
Mortan úr Hørg var mest
positiva føroyska innslagið.
– Tað er einki dulsmál, at
eg var sera væl nøgdur við
Mortan. Hann megnar at
koma, og er sera dugnalig-
ur, tá trýst skal setast á
teirra verju. Tað høvdu vit
eisini roknað við út frá tí,
sum vit høvdu sæð undir
venjingunum. Nú hava vit
so eisini sæð, hvat hann er
førur fyri í einum slíkum
dysti, og tað er avgjørt
positivt, staðfestir venjarin.
Hóast úrslitið soleiðis var
eitt av teimum heilt keði-
ligu, so tóktist Henrik ikki
at halda, at nøkur orsøk var
at dvølja ov leingi við keði-
ligu síðurnar av dystinum.
– Har var jú hóast alt eis-
ini nógv positivt at síggja.
Vit hava dyst móti Frak-
landi um hálva triðju viku,
og tá hava vit bæði Jákup
og Fróða við aftur. Tað gev-
ur eina góða kapping um
plássini, og so mugu vit
bara royna at standa okkum
so væl sum gjørligt í Frak-
landi, heldur Henrik Larsen
at enda.
Úrslitið var tað ringasta
Henrik Larsen helt,at føroyska liðið átti betri uppiborið í dystinum. Ikki minst, tí liðið hóast alt
skapti fleiri opna møguleikar, sum tó allir vórðu misnýttir
Mynd: Álvur Haraldsen
Verður helst
dýrt
Tað er einki at ivast í,a t
Angelos Anastasiadis
kann rokna við, at dyst-
urin á Svangaskarði fær
eitt eftirspæl fyri hans-
ara viðkomandi.
Tá kypriotiski venj-
arin varð burturvístur
av vøllinum, snøgt sagt
noktaði hann at fara, og
í glósum, sum ikki
kundu
misskiljast,
gjørdi hann vart við
sína ónøgd um avgerð-
ina.
Frágreiðing er skriv-
að og send FIFA. Men
hóast úrskurðurin um
málið ikki verður gjør-
dur enn, so vita keldur
at siga okkum, at talan
helst verður um bæði
leikbann og bót til
kypriotiska venjaran.
-jm
Liktenstein
skapti
sensatiónina
Umframt
dystin
á
Svangaskarði
vórðu
fimm aðrir dystir í
HM-undankappingini
spældir mikukvøldið.
Mest óvæntaða úr-
slitið í hesum var uttan
iva, at Liktenstein á
heimavølli stríddi seg
til málleysan javnleik
móti Slovakia. Eisini
Andorra fekk eitt heið-
urligt úrslit, tá teir
megnaðu at avmarka
tapið móti Rumenia til
2-0, meðan Letland á
heimavølli vann frálík-
an 1-1 javnleik móti
Russlandi.
Einasta Norðanlandi,
sum spældi teljandi
dyst hetta kvøldið, var
Finnland, sum á útivølli
vann greiðan 3-0 sigur
á Makedonia.
Úrslitini mikukvøld-
ið vóru annars hesi:
Føroyar-Kypros 0-3
Kasahkstan-Georgia
1-2
Letland-Russland 1-1
Makedonia-Finnland
0-3
Liktenstein-Slovakia
0-0
Rumenia-Andorra 2-0
-jm
Tjóðarhetjan skeyt
eitt av málunum, tá
Frakland hitaði upp
til Føroya-dystin við
einum tryggum 3-0
sigri á Fílabeins-
strondini
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
»Takk fyri Zidane« og
»Zizou – leið okkum til
HM« vóru millum skeltini,
sum vóru at síggja kring
vøllin, tá Frakland miku-
kvøldið spældi venjingar-
dyst móti Fílabeinsstrond-
ini.
Hóast liðið hesaferð eis-
ini gav come-back til Lili-
am Thuram og Claude
Makelele, so var tað Zine-
dine Zidane, sum tað mesta
snúi seg um. Gávaði spæl-
arin, sum av fleiri verður
roknaður á hædd við Pelé
og Maradona í alheims fót-
bóltssøgu, hevur aftur játt-
að at vera partur av franska
landsliðnum, og hóast hann
ikki domineraði dystin, so
slapp hann at seta sítt
týðilig merki á kortini. Ikki
minst, tá hann í seinna
hálvleiki økti til 2-0. Hini
bæði fronskuk málini skutu
William Gallas og Thierry
Henry.
Danir í hopla
Donsklu miðlarnir fingu
ovmikið at frøast um, tá tað
í Parkini eydnaðist dønum
at senda enska landsliðið
heim við størsta tapinum í
25 ár.
4-1 gjørdist úrslitið í
dystinum, men í Onglandi
varð ikki tosað um, hvussu
góðir danir vóru. Heldur
varð fokus sett á eina kata-
strofala enska byrjan til
seinna hálvleik, har danir –
væl hjálptir av David James
– at kalla avgjørdu dystin
innan fáar minuttir.
Aðrastaðni spældu Týsk-
land og Holland javnleik í
einum undirhaldandi dysti.
Noreg mátti taka til takkar
við einum 2-0 tapi fyri
Sveis, har tann í Føroyum
so væl kendi Alexander
Frei skeyt eitt av sveisisku
málunum.
Og loksins so eydnaðist
eisini Svøríki at fáa eitt gott
úrslit. Sviar tóku á heima-
vølli móti Kekkia, og her
tryggjaðu Henrik Larsson
og
Markus
Rosenberg
grannum okkara ein 2-1
sigur móti sterku kekkun-
um.
Zidane er klárur
Zinedine Zidane er aftur. Fronsku áskoðararnir vilja í øllum
førum vera við, at Frakland nú aftur skal teljast millum tær
allar sterkastu fótbóltstjóðirnar í heiminnum. So er spurning-
urin, hvat føroyska landsliðið megnar um góðar tvær vikur