Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

valdi at spæla tvørtur um á miðvøllinum. Tað kostaði, soleiðis at kypriotar kundu fara í kontra, og so komu mistøkini í fullari røð. Fyrst seldi Byrial seg fullkomu- liga, og síðani var tað Atli, sum átti tørn. At enda varð bólturin spældur inn til Constantinou, men hóast hesin ikki stóð serliga væl fyri, og hóast skotið ikki var serliga hart, so slapp bólturin onkursvegna at ferðast inn um ein sera passivan Jens Martin Knudsen í føroyska málin- um. Tað var sum vátur vøttur hjá okkum, men løtu seinni fingu áskoðararnir kortini vónina aftur. Lefteris Elef- theriou hevði fyrr í dystin- um fingið gult kort, tá hann púra óneyðuga vildi seinka føroyskum innkasti, og tá hann so sópaði beinini und- an Mortan úr Hørg, sum breyt ígjøgnum í borðinum, hevði dómarin einki val. Seinna gula og harvið reyða kortið til kypriotiska verjuspælaran, og so skuldi forteytirnar verið betri. Vantandi tol Fyrstu longu løtuna eftir steðgin var eisini nógv, sum bendi á, at føroyingar í minsta lagi skuldu fáa javn- leik. Hóast Todi Jónsson hevði tikið seg úr dystinum, tá hann kendi nakað av eym- leika í vøddunum, so darv- aði hetta als ikki so nógv, sum óttin var fyri. Ikki minst tí Christian Høgni var so tendraður, sum sjáld- an sæð fyrr. Hann stressaði mótstøðuverjuna, tá teir høvdu bóltin, og hann sýndi bæði dirvi og frekleika, tá hann bjóðaði av, og so líð- andi fóru álopini at skola oman móti mótstøðumálin- um. Mortan hevði dundur- skot, sum rakti stólpan, Jákup á Borg misnýtti skammiliga, tá Christian Høgni stakk hann púra blankan, og sjálvur hevði Christian Høgni eisini góða atsókn, sum tó streyka upp um málið. Høvdu føroyingar megna at hildi trýstinum, so hevði tað ivaleyst borið útjavning við sær, men máltalvan staðfestir, at so varð ikki. Og tað hevði so eisini sínar orsøkir. Ein var, at føroyski mið- vøllurin í nógvar mátar sýndi ov lítið av toli í spæl- inum. Har var sjáldan nak- ar, sum hekk eftir í tóm- rúminum uttan fyri brots- teigin, og tí sluppu kypri- otar oftani avstað við næstu-bóltunum, tá hesir vóru stútaðir og blokkaðir úr brotsteiginum. Hartil megnaðu okkara í alt ov lítlan mun at koyra bóltin skjótt runt, soleiðis at kypriotar kundu renna seg móðar. Taktiskar útskiftingar áttu helst at verið gjørdar longu tíðliga eftir steðgin, men tá tvær av hesum longu vórðu nýttar, valdu venjararnir heldur at goyma seinasta møguleikan. Ístað- in varð roynt við ymsum taktiskum variantum, men tað gjørdi sjáldan nakran mun. Uppspælið gekk fyri tað nógv alt ov seint fyri seg, og tá spælt varð ígjøg- num, var góðskan í inn- leggunum alt ov vánalig. Mest sum hvørja tí einastu ferð kundi fremsti kypri- otiski verjuspælarin stúta ella sparka burtur, og so er trupult at koma til veruligar møguleikar. Eisini hóast Christian Høgni fekk ein slíkan, tá hann púra blankur stútaði einasta staðið, sum hann ikki skuldi stúta. Skútan sakk Sum dysturin leið, og okk- ara í alt minni mun megn- aðu at trýsta mótstøðuna, so minkaðu sannlíkindini fyri, at dysturin skuldi venda. Og eitt korter fyri dystarlok fall so avgerðin. Aftur var talan um púrasta óneyðuga gávu frá okkara síðu, tá Mortan heilkiksaði, tá hann heldur átti at stúta aftur til Jens Martin. Okkas slapp ígjøgnum, og tá Jens Martin varð fangaður á millumhond, kom brots- spark burturúr. Tað varð sett í netið, og at Kypros so í yvirtíðini økti til 3-0, var bara við til at styrkja um føroysku ímynd- ina av dystinum. Flestu áskoðararnir vóru langt síðani farnir av vøllinum, tá Charazambous og Makridis broderaðu seg ígjøgnum føroysku verjuna, og framman fyri skralltómum máli kundi Krassas valla lata vera við at skora. Tá vóru føroyingarnir eisini skerdir, eftir at Mortan noyddist av vølli eftir eina eftirtackling av fúlara slag- num, men tá kundi tað mesta eisini vera líkamikið. Føroyska liðið hevði enn einaferð tapt ein fótbólts- dyst, men hesaferð var tal- an um tap av tí heilt óneyð- uga slagnum. Hatta var ein dystur, sum vit als ikki skuldu tapt. Bæði tí mót- støðan ikki var nakað betri enn okkara, og ikki minst, tí vit so leingi spældu í yvirtali. So er bara at vóna, at tað fer at gangast betri í Frak- landi um góðar tvær vikur. Í øllum førum eru flestu negativu lýsingarorðini nú uppbrúkt, so vónandi fær yvirskriftin ein annan tóna til ta tíð. Nr. 156 - 19. august 2005 19 Eftir steðgin søktu okkara oftani móti kypriotiska brotsteiginum, men fyri tað nógva merkti vantandi tol, at trýstið í alt ov lítlan mun varð hildið fast Mynd: Álvur Haraldsen Vónirnar til Toda Jónsson vóru stórar, og fyrstu góðu løtuna var eisini líkt til, at hann skuldi levera vøruna Mynd: Álvur Haraldsen