fríggjadagur 19. august 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 156 - 19. august 2005
Móti 10 kypriotum í
53 minuttir megnaði
landsliðið í alt ov
lítlan mun at domi-
nera dystin. Og tó at
vit hóast alt spældu
okkum til málmøgu-
leikar, so vórðu hesir
skammiliga misnýttir,
tá føroyska liðið fekk
tað á pappírinum
lakasta úrslitið í langa
tíð
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Keðiligt. Syndarligt. Irri-
terandi. Troyttandi. Leiði-
ligt. Býttisligt. Óneyðugt.
Jú. Lýsingarorðini trutu
ikki, tá yvirskriftin til
greinina skuldi finnast. At
tað so gjørdist tann oman
fyri standandi var tó kanska
meira sjálvsagt, tá alt kom
til stykkis. Tí tað var nakað
lort, at føroyska fótbólts-
landsliðið skuldi tapa fyri
Kypros. Og tó at eitt tap
altíð vil vera eitt tap, so var
tað ikki minni lort, at úr-
slitið skuldi gerast somikið
greitt sum 0-3.
Vónirnar til Toda
Tí sjáldan hava fortreytir-
nar fyri einum góðum úr-
sliti verið betri. Longu
meðan tað vóru 11 móti 11
vóru okkara væl og virði-
liga við til at mynda dystin.
Og tá gestirnir so stutt fyri
hálvleik mistu ein spælara,
áttu okkara at sett seg á
dystin. At kypriotiski venj-
arin seinni varð burtur-
vístur av vøllinum, betraði
ikki um fortreytirnar hjá
gestunum, sum altso kortini
skoraðu tvær ferðir móti
dystarenda.
Tað byrjaði annars so
væl. Vónirnar til føroyska
liðið vóru stórar, nú vit
loksins áttu heimadyst móti
einum av teimum tjóðun-
um, sum vit vanliga sam-
meta okkum við. At talan
so samstundis var um dyst-
in, har Todi Jónsson loksins
aftur var at síggja í lands-
liðsbúnanum, gjørdi ikki
vónirnar minni.
Og Todi gav eisini góð
lyfti um, at hann kundi
levera vøruna. Gaman í áttu
gestirnir fyrsta møguleik-
an, tá Jens Martin kom væl
út móti mest sum púra
leysum
mótstøðumanni,
men tað var skjótt, at Før-
oyar svaraðu aftur.
Todi streyk ígjøgnum
høgra verjuborð hjá Kyp-
ros, og ivaleyst átti Jákup at
hagreitt innleggið betri,
men í royndunum at flyta
bóltin á høgra beinið, hvarv
stóri møguleikin. Stutt eftir
átti Todi sjálvur at havt
skorað, tá hann átti seinasta
fótin á einum trídupultum
møguleika, sum íkom eftir
uppspæl í høgru. Men tann
royndin fór omanfyri.
Og aftur løtu seinni
kundi møguleiki spurst
burturúr, men ta ferðina
valdi Todi at royna eydnuna
sjálvur, heldur enn at prika
til Jákup, sum stóð púra
blankur, tá øll kypriotiska
verjan hugsaði um mannin
við 10-talinum á bakinum.
Taktiskt mistak
Og tó at tað eftir hetta gekk
ein løta, áðrenn okkara
veruliga komu til nakran
møguleika, so var talan um
ein sera lívligan dyst. Ikki
minst tí báðir venjararnir
høvdu valt at skumpa ann-
an av sentralu miðvallarun-
um langt upp á vøllin. Tað
gav samstundis rúm fyri
nógvum kontra-renningum
hjá báðum pørtum, og sum
áskoðari sat tú við varhug-
anum av, at tað liðið, sum
fekk fyrsta málið, eisini fór
avstað við sigrinum.
Tað var tó ein dyggur
smeitur hjá føroyska lið-
num, tá Súni Olsen longu
eftir lítlum korteri mátti
taka seg av vøllinum. Ikki
bara mistu Føroyar við hes-
um besta vinstra bakkin í
landinum, men fyri før-
oyska uppspælið kostaði
hetta nógv. Róliga bóltmed-
ferðin og neyvu sendingar-
nar vóru ikki longur partur
av føroyska uppspælinum,
og tað merkti, at umstill-
ingin millum verju og álop
als ikki gekk eins skjótt,
sum hon kundi gjørt.
Tá tað er sagt, so skal
samstundis verða givið eitt
stórt heraklapp til Mortan
úr Hørg, sum veruliga tók
kjansin, nú hesin kom so
brádliga. Fyrstu løtuna
hevði hann kanska trupul-
leikar at lofta nógv reikandi
Ioannis Okkas, tá hesin
leitaði djúpt og út í borðini,
men so líðandi kom sumb-
ingurin alt betri við í spæl-
ið. Ikki minst, tá hann støð-
ugt bjóðaði seg fram í upp-
spælinum.
Ein
spurningur,
sum
skjótt meldaði seg í hesum
sambandi var, um tað ikki
vildi verið rættari, um
Mortan var millum teir
fyrstu ellivu. Í øllum førum
sannførdi Johan Byrial
Hansen ikki serliga nógv á
bakkinum. Ivaleyst grund-
aðu venjararnir álitið á
hann við góða avrikinum í
seinasta
landsdystinum.
Men Søren Lerby segði
einaferð so beinrakið, at tú
ert ikki betri enn tín sein-
asti dystur, og hjá Byrial er
seinasti dystur nú nakað
síðani.
Katastrofalt mál
Fimm minuttir fyri steðgin
hendi so tað, sum barasta
ikki mátti henda, tá gestir-
nir brádliga fingu lagt seg á
odda. Og tað var mest sum
at rokna sum ein katastrofa
fyri føroyska liðið. Ikki
bara tí hetta sjálvsagt gjørdi
fortreytirnar fyri einum
góðum úrsliti verri, men
einamest tí málið var so
óneyðugt, sum tað á nakran
hátt kundi vera.
Atli Danielsen framdi
eina deyðssynd, tá hann
Føroyar-Kypros 0-3 (0-1):
Nakað lort
Føroyar-Kypros 0-3 (0-1)
HM-undankappingardystur á Svangaskarði.
2.720 áskoðarar
0-1: Michael Constantinou, 39.
0-2: Michael Constantinou (br.), 77.
0-3: Asimakis S. Krassas
Dómarbólkur úr Svøríki.
Føroyar: Jens Martin Knudsen - Johan Byrial Hansen
(Heðin á Lakjuni, 78.), Óli Johannesen, Jón Rói Jacobsen,
Súni Olsen (Mortan úr Hørg, 14.) - Jákup á Borg, Atli
Danielsen, Rógvi Jacobsen, Claus Bech Jørgensen -
Andrew av Fløtum,Todi Jónsson (Christian Høgni
Jacobsen, 46.)
GK: Claus Bech Jørgensen, 17., Johan Byrial Hansen, 57.,
Óli Johannesen, 90.
Kypros: Michael Morphis - Georgios Theodotou (Elias
Charalasmbous, 80.), Lefteris Eleftheriou, Loukas Louka,
Alexndros G. Garpozis (Stelios Okkarides, 62.) -
Konstantinos Charalampidis, Konstantinos Makridis,
Chrysostomos Michail, Asimakis S. Krassas - Michael
Constantinou (Yiasoumis Yiasoumi, 87.), Ioannis Okkas
GK: Lefteris Eleftheriou, 25., Konstantionos Makridis, 36.,
Michael Morphis, 51., Ioannis Okkas, 85.
RK: Lefteris Eleftheriou, 45. (2 gul kort)
Fakta um dystin