fríggjadagur 19. august 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 156 - 19. august 2005
17
Í einum dysti, har
úrslitið so avgjørt
ikki livdi upp til vón-
irnar, vóru tó glottar
at hóma. Ikki minst
frá avloysarunum fyri
smáskaddu Toda
Jónsson og Súna Ol-
sen. Hinvegin vildi
verið ynskiligt, um
royndu kreftirnar
høvdu borið meira
enn tað sama
SPÆLARAUMMÆLI
Jákup Mørk
1. Jens Martin Knudsen,
NSÍ (64 dystir/0 mál)
Byrjaði væl, og hevði
millum annað eina framúr
bjarging tíðliga í dystinum.
Tóktist tó vera merkiliga
passivur, tá Kypros legði
seg á odda, og sum málverji
má hann liva við, at tað er
hetta, sum stendur sterkast í
minninum
eftir
dystin.
Kom annars væl út sum
eyka sweepari nakrar ferðir,
og fekk ikki gjørt stórvegis
við tey bæði seinastu mál-
ini hjá mótstøðuni.
2. Súni Olsen, Aab (19/1)
Byrjaði í vanliga trygga
stílinum, men mátti tíverri
fara av vølli við skaða tíð-
liga í dystinum, og kann tí
illa metast fyri avrikið.
3. Johan Byrial Hansen, AC
Horsens (12/0)
Kanska var tað væntandi
dystarvenjingin, sum hevði
sín part av skuldini. Í øllum
førum var talan um eitt tað
lakasta avrikið, sum Johan
hevur sýnt á landsliðnum.
Avspælið hevur sjáldan
verið sterkasta síðan, og tað
var tað heldur ikki hesa-
ferð. Hartil riggaði verju-
parturin av spælinum als
ikki, sum hann plagar at
gera. Seldi seg fleiri ferðir í
borðunum, og var soleiðis
ein av syndarunum við
fyrsta kypriotiska málið,
eins og hann fekk eitt held-
ur óneyðugt gult kort í
seinna hálvleiki.
4. Atli Danielsen, Sogndal
(9/0)
Hevði vunnið dystin við
Inga Højsted um pláss á
miðvøllinum, og fyrstu løt-
una tóktist hetta eisini
skilagott. Var soleiðis stór-
an part av fyrra hálvleiki
einasti veruligi sambind-
ingarliðurin
í
føroyska
spælinum. Við skeivari
sending var hann tó upp-
havsmaðurin
til
fyrsta
kypriotiska málið, og eftir
hetta gekk long tíð, har
spælið tóktist uttan sjálvs-
álit. Megnaði tó at spæla
seg hampuligt uppaftur, og
tað er einki at ivast í, at
hann framvegis stendur
frammarliga í røðini av
teimum, sum stríðast um
fast pláss á liðnum.
5. Jón Rói Jacobsen, Frem
BK (21/0)
Var ikki so sannførandi,
sum hann oftani hevur ver-
ið í verjupartinum, men
helt seg tó fyri tað nógva
frá býttisligum mistøkum.
Serliga var saknur í støðun-
um, har hann heldur enn at
tackla bara glíður framum
mótstøðumannin og fer av-
stað við bóltinum, men
kanska er dystarvenjingin
enn ov lítil til hetta. Í seinna
hálvleiki vildi verið upp-
lagt, um framrættaðu evni
hansara vórðu nýtt meira,
men tað hendi so ikki, og tí
fingu vit tíverri ikki hesa
síðu av spæli hansara at
síggja.
6. Rógvi Jacobsen, KR
(31/5)
Tíverri var talan um ein
dyst, har Rógvi als ikki
rakti formin, sum vit van-
liga kenna hann fyri. Í luft-
ini vann hann sum vant
nógv, men hann tóktist als
ikki fella inn í miðvallar-
stríðið, har hann ofta tapti
nærdystir og hartil hevði
óvanliga nógvar skeivar
sendingar. Var við styrki
síni í luftspælinum tó ein ov
týðandi liður til at verða út-
skiftur, men tíverri gav
hetta ongantíð úrslit í máli-
num, sum hann nærum
hevur fingið fyri vana at
geva okkum.
7. Heðin á Lakjuni, KÍ
(12/1)
Fekk bara eitt gott korter
móti dystarenda, og tá
kypriotiska 2-0 málið júst
varð sett inn, var gassið
skilliga farið úr føroysku
ballónini.
8. Claus Bech Jørgensen,
Coventry FC (4/1)
Fyrstu
longu
løtuna
megnaði hann sjáldan at
skapa gjøgnumbrotini á
kantunum, sum hann ann-
ars hevur vant okkum við at
krevja frá hansara síðu.
Tann parturin gjørdist tó
betri, sum dysturin leið, og
eina løtu í seinna hálvleiki
hótti hann fleiri ferðir við at
taga mótstøðuverjuna sund-
ur. Fánaði tó aftur nakað, tá
kantarnir á miðjuni vórðu
trektir longur inn av takt-
iskum ávum, og tí gjørdist
góða løtan kanska heldur
stutt.
9. Jákup á Borg, HB (38/2)
Var í drúgva tíð maðurin,
sum ferð eftir ferð server-
aði saftug innlegg til før-
oyska álopið, men hetta
hevur ikki gingið eftir vild
seinastu tvey árini. Hesa-
ferð vóru møguleikarnir til
innlegg annars nógvir í tali,
men alt ov ofta var góðskan
á hesum ikki nóg góð, og tí
fekk hann ikki tann avger-
andi leiklutin, sum hann
kundi fingið. Var eisini í
tveimum førum syndari
framman fyri málið, tá
hann misnýtti risa møgu-
leikar, men arbeiddi tó alla
tíðina sera væl fyri liðið, og
var á tann hátt ein virðis-
mikil partur av føroyska
spælinum.
10. Todi Jónsson, Start
(44/9)
Vónirnar vóru stórar, og
fyrstu løtuna var eisini líkt
til, at Todi skuldi levera
vøruna. Hevði alt fyri eitt
vandamikið gjøgnumbrot,
sum átti at borið mál við
sær, og skuldi eisini sjálvur
skorað, tá returbóltur end-
aði fyri føtur hansara. Var
tó kanska merktur av, at tað
ov ofta varð spælt beint á,
heldur enn í dýpdina, og tí
sóu vit sjáldan skjótu rykk
hansara. Eymu vøddarnir
førdu tó við sær, at hann
valdi at steðga í hálvleiki-
num, men vónandi verður
hetta ikki tað seinasta, sum
vit síggja frá honum í
landsliðstroyggjuni á hes-
um sinni.
11. Andrew av Fløtum,
Fremad Amager (17/1)
Hóast ein áleypari mest
sum altí verður vigaður eft-
ir málunum, sum verða
skotin, so var talan kanska
um besta dystin, sum And-
rew hevur spælt á landslið-
num. Tóktist sera væl fyri í
nærdystum, har hann nær-
um hvørja ferð megnaði at
halda bóltinum. Var somu-
leiðis við í nógvum av før-
oyska spælinum í vinstra
borðið, og offraði seg sum
heild væl fyri heildini.
12. Christian Høgni Jacob-
sen, NSÍ (21/2)
Kom á vøllin frá byrjan
av seinna hálvleiki og mar-
keraði seg kraftiga fyrsta
hálva tíman. Var við í nógv-
um av uppspælinum, og
soleiðis eisini í fleiri av før-
oysku málmøguleikunum.
Var eisini í tveimum førum
sera nær við at skora, men
neyðugi neyvleikin var tí-
verri ikki til staðar hesa-
ferð.
13. Óli Johannesen, TB
(71/1)
Liðskiparin hevði leingi
sítt at síggja til í royndun-
um at stýra føroyska verju-
spælinum, tá menn ofta
høvdu hug at selja seg,
heldur enn at bíða. Sjálvur
var tvøramaðurin tó fyri tað
mesta sera tryggur, soleiðis
at óneyðugir møguleikar
ikki uppstóðu. Sum dystur-
in leið, vildi tó verið ynski-
ligt, um Óli eisini hevði
nýtt leiðaraevni síni longur
frammi á vøllinum, men
fyri tað nógva valdi hann at
vera maðurin, sum skuldi
binda um verjupartin.
18. Mortan úr Hørg, VB
(1/0)
Var avgjørt mest positiva
føroyska innslagið í dysti-
num. Hevði trupulleikar at
finna plássið í verjuni
fyrstu løtuna, eftir at hann
var innskiftur, men síðani
gekk tað fyri tað nógva ein
veg. Sýndi bæði vilja og
evni í spælinum niðan eftir
vøllinum, og ikki minst í
gjøgnumbrotsfasuni. Na-
kað sum eisini gav kypriot-
iska reyða kortið. Hevði
hartil eitt dundurskot á
stongina stutt eftir steðgin,
og var ein støðug órógvan
fyri kypriotisku verjuna.
Endaði tó dystin heldur
keðiliga, tá hann fyrst heil-
kiksaði í upptaktini til
kypriotiska brotssparkið,
áðrenn hann varð sparkaður
niður somikið ógvusliga, at
hansara leiklutur í dysti-
num var av. Men tá hevði
hann langt síðani prógvað,
at sumbingar helst koma at
eiga landsliðsspælara í
rúma tíð afturat.
Eykamenninir glitraðu
Mortan úr Hørg iðrar seg um skotið, sum brast í
stólpan. Orsøk var eisini til iðran, men í fyrsta
skrásetta dysti sínum var Mortan heilt avgjørt mest
positiva føroyska innslagið
Mynd: Álvur Haraldsen