Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 156 - 19. august 2005 Kypriotiski landsliðs- venjarin var sum vera man nøgdur um úrslitið. Men hann var illa nøgdur um, at hann varð rikin niðan á áskoðaraplássini, tá hvørki dómari ella FIFA-umboðsmaður tímdu at hoyra upp á støðuga grenj hans- ara VENJARIN Jákup Mørk Einki er at ivast í, at ein teirra, sum var serstakliga nógv í fokus undir dysti- num á Svangaskarði, var kypriotiski landsliðsvenjar- in, Angelols Anastasiadis. Fyrst og fremst, tí hann í seinna hálvleiki varð burt- urvístur frá vøllinum, eftir at hann í einar sjey-átta minuttir hevði funnist at fyrst dómaranum og síðani FIFA-umboðsmanninum, tá venjarin sjálvur helt, at Jákup á Borg átti eitt gult kort. Geylandi uppi á VIP- plássunum mátti venjarin síðani royna at stýra sínum monnum, men á tíðinda- fundinum eftir dystin var lagið tó eitt annað. - Hetta var ein dystur, sum vit skuldu vinna, og tí eri eg sjálvandi nøgdur um úrslitið. Vit vunnu 3-0, og sjálvur haldi eg, at tað væl kundi verið meira, men hinvegin áttu Føroyar eisini sínar møguleikar, so alt í alt mundi tað vera í lagi. - Eg eri eisini sera væl nøgdur um spælararnar. Hóast vit fingu trupulleik- ar, sum vit als ikki hildu okkum hava uppiborið, so stríddust teir fyrimyndar- liga allan dystin. Skal eg finnast at nøkrum, so er tað, at vit ikki vóru nóg væl skipaðir í verjupartinum til tíðir, men tað er kanska eis- ini náttúrligt, tá heimliga kappingin enn ikki er farin ígongd. Tað var skilligt, at venj- arin ikki hevði stórvegis hug at tosa um støðuna, tá hann varð vístur av vøllinum, men hóast alt, so varð hann eisini noyddur at svara spurningum hesum viðvíkjandi. Men hvussu hevði hann tað so, tá hann frá áskoð- araplássunum mátti síggja undirmannaða lið sítt stríðst undir stórum trýsti í einum dysti, sum teir søgdu seg skula vinna?. - Fyrst og fremst, so helt eg avgjørt ikki, at eg skuldi verið rikin upp á áskoðara- plássini. So tað var sjálv- andi ikki serliga lætt hjá mær. Hinvegin, so hevur dómarin jú altíð rætt, og so mátti eg bara góðtaka hetta, var einasta viðmerkingin, sum venjarin vildi geva um støðuna. Dómarin hevur altíð rætt Ungi sumbingurin, Mortan úr Hørg, fekk rættuliga óvæntað møguleikan at spæla ein at kalla heilan dystin á landsliðnum mikukvøldið, tá ið Súni Olsen heilt tíðliga í dysti- num fekk ein skaða og noyddist av vøllinum. - Eg hevði als ikki vænt- að at fáa so nógva spælitíð, men eg hevði vónað, at eg slapp at royna meg, segði Mortan úr Hørg, tá ið hann sum tann seinasti av teim- um føroysku spælarunum kom úr umklæðingarrúmi- num eftir dystin. Tað var ikki frítt, at av- rikið hjá unga sumbingi- num fekk nógv rósandi orð millum føroysku fjølmiðla- fólkini mikukvøldið, og sjálvur var Mortan eisini nøgdur við sítt avrik: - Tað gekk eitt sindur striltið fyrstu løtuna, men síðani haldi eg, at tað gekk nøkunlunda hjá mær. Eg var rættuliga nervøs, tá ið eg skuldi á vøllin, men tað gekk yvir, og tað var ein ótruliga kensla at verða við, segði Mortan úr Hørg. Sjálvur helt Mortan úr Hørg, at føroyingar leikliga stóðu seg væl, men sum so mangan áður, so verða vit revsaðir, tá ið vit ikki megna at skora upp á okk- ara møguleikar. Mortan úr Hørg hevði í seinna hálvleiki, tá ið støð- an var 1-0 til Kypros, eitt brandskot, ið brast í stong- ina og út: - Eg visti, at eg rakti hann væl, og eg vónaði, at hann fór inn, men tað fór hann tí- verri ikki, segði Mortan. Seint í dystinum var Mortan slaktaður av kypri- otiska liðskiparanum, Okk- as, og hann noyddist av vøllinum til viðgerðar, og eftir dystin fekk hann somuleiðis viðgerð. - Eg skal í røntguna í morgin(hósdagin blðm.), men eg haldi ikki, at tað er nakað álvarsligt, og eg vóni, at eg verði við í hópi- num til dystin móti Frak- landi, segði Mortan úr Hørg at enda. -tn Mortan úr Hørg: - Ein ótrúlig kensla Føroyski málverjin, Jens Martin Knudsen, var ómetaliga vónbrotin eftir ósigurin fyri kypriotum mikukvøldið, og hann helt úrslitið verða eitt tað vána- ligasta hjá føroyska lands- liðnum leingi. - Eg eri ómetaliga skuff- aður. Vit kendu okkum sera væl fyri undan dystinum, og eg má viðganga, at eg hevði sera góðar vónir und- an dystinum. Vit mettu okkum hava goðan møgu- leika fyri at fáa okkurt burtur úr dystinum, men so var ikki, segði Jens Martin Knudsen eftir dystin. Nógv hildu, at Jens Mar- tin sá nokk so passivur út við fyrsta kypriotiska mál- ið, men føroyski málverjin sigur, at hann bleiv snýttur av skotinum: - Eg sá ikki kypriotiska spælaran, ið hevði bóltin, tí onkur av okkara verjuleik- arum stóð fyri. Tí sá ikki bóltin fyrr enn dekan ov seint, og so var talan ikki um nakað hart skot, soleið- is sum eg annars hevði væntað, segði Jens Martin Knudsen. Seint í dystinum var brotsspark eisini dømt móti júst Jens Martini, tá ið kypriotiski liðskiparin, Okkas, fór um koll. Tað sá út til, at kypriotin "filmaði" seg til brotssparkið, men Jens Martin segði, at hann rørdi við kypriotan, sum tó spældi upp á brotssparkið. -tn Jens Martin Knudsen: - Eitt ótrúligt vónbrot Tað var ein smeitur fyri før- oyska liðið, at Súni Olsen heilt tíðliga í dystinum noyddist at fara av vølli- num við skaða. Ikki tí, av- loysarin hjá Súna, Mortan úr Hørg, kom sera væl frá dystinum, men saknurin í Súna var stórur. - Eg fekk eitt trælær beinan vegin, og so bar ikki til at spæla longur. Sjálv- andi er tað harmiligt, men hinvegin so er ikki talan um nakran álvarsligan skaða. Eg vóni, at tað tekur mær einar 2-3 dagar, so eri eg klárur aftur, segði Súni Ol- sen eftir dystin. Um sjálvan dystin móti Kypros segði Súni Olsen, at føroyingarnir í veruleika- num spældu væl, men at okkara menn ikki vóru nóg neyvir framman fyri máli- num hjá mótstøðumonnun- um. - Tað er tann sama søgan um aftur. Vit standa okkum væl, men hini liðini eru dugnaligari til at skora upp á sínar møguleikar. Vit skora ikki upp á gyltar møguleikar, og tí verða vit revsaðir í hinum endanum, segði Súni Olsen. Gøtumaðurin fór eftir ætlan aftur til Danmarkar hósdagin, og hann gleddi seg ikki til at boða venjara- num í nýggja felagi sínum, AaB, frá, at hann kom aftur frá landsdysti við skaða, men tíbetur er talan bert um eitt trælær. - tn Súni Olsen: - Einki álvarsligt Talan var um stórt vónbrot hjá Jens Martini, sum segði seg verða snýttan av skotinum, sum førdi til fyrsta kypriotiska málið Mynd: Álvur Haraldsen Mortan úr Hørg sigur seg vóna, at hann eisini verður við í hópinum móti Fraklandi. Og man tað ikki fara at verða? Mynd: Álvur Haraldsen Hóast hann undir dystinum sprutt- aði sum eitt eldgos, so var Angelos Anastasiadis komin væl og virðiliga niður á jørðina, tá tíðindafundur varð hildin eftir dystin Mynd: Álvur Haraldsen Talan var um eitt trælær, sum tíðliga í dystinum noyddi Súna Olsen av vøllinum Mynd: Álvur Haraldsen