Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 156 • fríggjadagur • 19. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Tað var eitt vónbrot fyri nógv, at føroyski framherjin Todi Jónsson ikki var mill- um teir ellivu, sum komu út á vøllin eftir hálvleiks- steðgin. Todi hevði ein lítl- an skaða undan dystinum, og so hvørt sum fyrri hálv- leikur leið, argaði skaðin Toda meiri og meiri, og tí fór hann av vøllinum í hálvleikinum. - Eg føldi meg væl fyri fyrstu 20 minuttirnar, men so versnaði skaðin. Um eg hevði hildið fram eftir steðgin, kundi eg havt gjørt skaðan nógv verri, og kanska var eg so skaddur í fleiri mánaðar. Nú vænti eg, at tað gongur yvir um nakrar dagar, segði Todi Jónsson eftir dystin. Føroyski framherjin, sum var á landsliðnum fyri fyrstu í nærum hálvtfimta ár, segði eftir dystin, at hann føldi seg koma hampuliga væl inn á liðið, men at tað hevur verið rættuliga stór útskifting á liðnum, síðani hann var við seinast. - Tað eru rættuliga nógv- ir ungir spælarar, og í mun til fyrr, so haldi eg, at teir ungu í dag tora rættuliga væl at hava og spæla bóltin. Tað er nógv talent á lið- num, og tað er sjálvsagt rætti vegurin at ganga, segði Todi Jónsson. Um sjálvan dystin móti Kypros segði Todi Jónsson, at Føroyar eru væl við, og at føroyingar hava fleiri møguleikar, sum vit eiga at skora uppá. - Vit gera framvegis grundleggjandi mistøk, sum kosta mál, og í hinum endanum eru vit ikki nóg neyvir, tá ið vit fáa møgu- leikarnar, segði Todi Jóns- son, sum segði seg vóna, at hann var klárur aftur til dystin móti Fraklandi í Lens tann 3. septembur. -tn Todi Jónsson: - Skaðin argaði Todi harmaðist sjálvandi um, at hann noyddist av vøllinum í steðginum, men hann hevði nógvar rósur at bera yngru monnunum á landsliðnum Mynd: Álvur Haraldsen - Sjálvur vildi eg fegin hildið fram, men sum eg havi skilt tað, so er støðan hjá FSF, at tey nú vilja hava ein venj- ara, sum er fast búsit- andi í Føroyum, sigur Henrik Larsen. Og tað gevur meira enn eina ábending um, at kom- andi landsliðsvenj- arin eitur Jógvan Martin Olsen LANDSLIÐSVENJARIN Jákup Mørk Tað var sjónligt eftir dystin, at okkurt var áfatt. Smá- prátandi stóð Henrik Lar- sen í gongini, og so hvørt, sum spælararnir komu út, vórðu onkrar smávegis heilsanir givnar. Tá føroyski liðskiparin, Óli Johannesen, kom úr skiftirúminum, var heilsan- in tó ikki tann vanliga. Alt fyri eitt varð Óli togaður til síðis, og so kundu gitingar- nar bara fara fram um, hvat teir báðir tosaðu um. Sáttmálin steðgar Nú er tó greitt, hvat stóð á skránni í prátinum teirra millum. Við evstamark okkara vóru almennu boð- ini enn ikki komin frá FSF, men beint sum hann var lendur í Kastrup, kundi Henrik Larsen vátta, at hansara dagar sum lands- liðsvenjari eru um at verða taldir. - Tað er rætt. Sáttmálin við FSF verður ikki longd- ur. Men tú hevur sjálvur áð- ur sagt, at tú fegin heldur fram í starvinum? - Ja. Tað havi eg, og tað vildi eg eisini gjarna. Eg haldi meg framvegis hava nakað at geva liðnum, og eg haldi eisini, at møguleikar- nir í liðnum at mennast enn meira eru góðir. Men sum eg havi skilt tað, so halda tey í FSF, at tíðin nú er búgvin, soleiðis at tað verð- ur ein venjari, sum er fast búgvandi í Føroyum, sum skal taka sær av landslið- num. Og í fótbóltsheimi- num er tað jú so, at tað eru leiðslurnar og ikki venjar- arnir, sum gera av, hvør sit- ur í sessinum. So tað er heilt fair, sum hann tekur til. Tað kundi givið eina ábending um, at navnið á nýggja landsliðsvenjara- num er Jógvan Martin Ol- sen, men hetta var so ikki nakað, sum Henrik vildi tosa um. - Tað má so vera upp til FSF - og ikki mín - at gera av. Men sum hjálparvenjari gjøgnum nógv ár hjá bæði tær og Allan Simonsen er tað væl ein venjari, sum tú kennir væl. Er tað ein eftir- maður, sum tú vildi við- mælt, um tú vart spurdur? - Tað fái eg slettis ikki svarað uppá. Jógvan Martin og eg hava samstarvað væl, men eg kenni ikki so væl til aðrar venjarar, so tað ætli eg mær ikki í nakra diskussión um. Úrslitini telja Enn eitur føroyski lands- liðsvenjarin tó Henrik Lar- sen, og hann staðfestir eis- ini, at hann framvegis fer at standa við stýrisvølin sein- astu tríggjar undankapping- ardystirnar. - Tað ætli eg mær, og sjálvandi vóni eg, at vit klára at skapa okkurt gott úrslit í hesum. Júst úrslitini eru annars tað einasta, sum eg ikki havi verið so væl nøgdur um hesi fýra árini, sum eg havi verið venjari. Eg haldi, at vit hava ment okkum nógv, og til dømis móti Kypros kundu vit væl vunnið dystin. Men tað hevur kanska ov ofta verið nær við og næstan, og helst hevur liðið tørv á kensluni av at vinna ein dyst. - Men í øllum førum, so vóni eg, at arbeiðið kring landsliðið heldur fram í sama duri. Eg eri ikki eitt sekund í iva um, at tann kósin, sum hevur verið løgd, hevur verið tann rætta, og hóast eg ikki long- ur verið venjari, tá seinni dysturin móti Ísrael er av, so vóni eg sjálvandi fram- vegis, at menningin hjá før- oyska liðnum heldur fram, staðfestir Henrik Larsen at enda. Jógvan Martin stendur næstur Spurningurin er so, hvør næsti landsliðsvenjarin verður, og skal metast eftir útsagnunum hjá Henrik, so tykist Jógvan Martin Olsen vera rættiliga upplagdur. Hann hevur nú í átta ár verið hjálparvenjari hjá lið- num, og tí kennir hann liðið betri enn tey flestu. Hartil kundi tað líkst einari inn- koyringsperiodu, tá Jógvan Martin í ár varð settur í fulltíðarstarv hjá FSF. Í øll- um førum var tað samtund- is ein effektivur háttur at blokera fyri øðrum venjara- størvum hjá Jógvan Martin. Nakað sum toftamaðurin helst sjálvur eisini hevur verið vitandi um. Og ikki minst, so benda útsagnirnar um »at venjarin skal vera fastbúgvandi« á, at talan verður um ein før- oying. Fakliga eru kanska nakrir, sum tá kunnu sam- metast við Jógvan Martin, men sum sagt, so fara royndir hansara við lands- liðnum her at geva honum ein fyrimun fram um aðrar føroyskar venjarar. Men júst tann spurningin fara vit helst at frætta meira um komandi vikurnar og mán- aðirnar. Henrik fer frá Tríggjar dystir afturat eitur føroyski landsliðsvenjarin Henrik Larsen. Men eftir hetta er liðugt. FSF vil ikki leingja sáttmálan við stóra danan Mynd: Álvur Haraldsen Enn er einki greitt viðvíkjandi nýggja venjaranum, men útsagnirnar kundu bent á, at hesin fer at eita Jógvan Martin Olsen Mynd: Álvur Haraldsen