fríggjadagur 19. august 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 156 - 19. august 2005
Niðanfyri prenta vit
kantatutaluna, sum
Helena Dam á
Neystabø helt á Ting-
húsvøllinum ólavs-
økumorgun. Tað eru í
ár 75 ár síðani, at Ed-
ward Mitens skrivaði
ólavsøkukantatuna,
sum Jógvan Waag-
stein gjørdi lag til. Til
kantatuna hoyrdi eis-
ini ein kantatutala,
sum tó ikki hevur
verið hildin á hvørj-
um ári. Hesaferð fall
tað Helenu Dam á
Neystabø í lut at
halda røðuna
KANTATURØÐA
Fyri 75 árum síðani skriv-
aði Edward Mitens ólav-
søkukantatuna. Waagstein,
komponeraði tónleikin, og
burturúr kom eitt heilskap-
að listarverk, ið hevur talað
til tjóðina ólavsøku eftir
ólavsøku líka síðani. Kan-
tatuna gjørdu listamenninir
til Ólavs kongs minni, til
heiðurs fyri Føroya Løgting
og til tess at menna før-
oyskan kórsang. Trý týdn-
ingarmikil endamál.
Hesar tríggjar grundsúl-
ur: kristindómur, politiskur
sjálvsavgerðarrættur
og
listin vóru tá sum nú stavn-
hald, ryggur og íblástur hjá
tjóðini.
Hetta eru hátíðarlig og
stór orð, vil onkur siga, og
rætt er tað - Tað forloysandi
við ólavsøkuni er, at tá
koma hugtøkini ofta í
bland.
Tá hátalararnir hjá sam-
komum
í
havnargøtum
kappast um at doyva ljóðini
frá
rockkonsertum
í
Kommunuskúlanum, ella tá
onkur hevur trinið dansin
so ramliga, at Tinghúsvøll-
urin umskapaðist til eina
fjálga dreymasong, tímar-
nar beint áðrenn løgtingið
skuldi setast, ella tá ið ball-
ónir, fløgg, cowboyhattar,
fólkafundir, listaframsýn-
ingar og kenningin skiftast
um at seta sín dám á býar-
myndina, tá gloppast dyrn-
ar fyri nýggum tonkum.
Men kjarnin og sálin í
ólavsøkuni er, at listafólk,
tónleikarar,
ítróttafólk,
prestar og onnur stremba
eftir at útinna sína serligu
listargrein, so væl sum til
ber.
Og list verður til, list
verður skapað, allastaðni
har sum fólk menna síni
evni og sínar gávur við
ágrýtni og við eldhuga. At
vit hava altjóða kappingar-
førleika bæði innan ítrótt,
tónleik og list ivast eingin í
longur. Tað fingu vit prógv
um, so seint sum í gjár á
Tórsvølli. Nú ræður um, at
eisini okkara vinnulív finn-
ur hesa somu vinnarabreyt.
Í dag 975 ár eftir deyða
Ólavs kongs halda vit fram-
vegis ólavsøku - tað gjørdu
føroyingar eisini fyri 100
árum síðani, og tá var ólav-
søkan minst líka spennandi
og avbjóðandi sum í dag,
men eingin av okkum vóru
har tá. Um 100 ár verður
ólavsøkan
framhaldandi
stevnan, sum kann savna
allar føroyingar til gamans
og álvara, og tá verður
heldur eingin av okkum
við.
Vit eru bert her eitt lítið
bil, bert eitt andarhald í
teirri stóru tíðarrokningini
eru vit ein partur av meldri-
num. Og kortini er henda
løtan so altavgerðandi.
Tí - hóast summir tættir
sýnast óbrótiligir, so skifta
tíðir, mannakor skifta og
mannahugsan skiftir. Og
tað ger ikki tað sama,
hvønn veg vit velja at fara.
Tað er okkara ábyrgd at
velja rætt.
Summi listarfólk duga at
síggja tað, sum vit onnur
ikki leggja til merkis, ella
sum vit helst vilja sleppa
undan at síggja, og at taka
støðu til, og tey duga at lata
sínar eygleiðingar í ein list-
arligan búna. Tí má ein
framkomin tjóð ikki leggja
band á list og mentan. List-
in tolir ikki avmarkingar -
listin er markleys avbjóð-
ing. Bæði hjá tí sum skapar
list og hjá tí, sum er áskoð-
ari, lurtari ella lesari.
Treytin fyri slíkum frælsi
er, at tað ikki verður brúk til
at tøma mentunararvin fyri
innihald.
"Hevur
tú
einki
at
flýggja, uttan ta tómu tægu,
ert tú ein deyður maður".
Sigur Heðin Brú í sínari
kantatu til tjóðina.
Tí er júst okkara løta so
avgerandi fyri framtíðina
Farmhaldandi góða ólav-
søku.
Listin tolir ikki avmarkingar
- listin er markleys avbjóðing
NÝGGI SMYRIL
Nýggi Smyril fær ikki
somu lagnu, sum onnur
nýggj før hjá landinum, tá
tey máttu liggja í longri tí,
tí øll fakfelagsviðurskiftini
ikki vóru fingin upp á
pláss.
Maskinmeistarafelagið
og Fíggjarmálaráðið gjørd-
ur mikudagin semju um,
hvussu maskinmeistararnir
á nýggja suðuroyarskipi-
num skulu verða løntir.
Vandi er tí ikki fyri, at
skipið fer at liggja við
bryggju, tí semja er ikki um
lønina hjá maskinmeistar-
unum.
Nýggja avtalan ber í sær,
at maskinstjórin á nýggja
Smyril verður løntur í løn-
arflokki 18, stig 52, 53, 54,
55, 56 og 58, sum gevur
góðar 28.000 kr um mánað-
in.
1.meistarin verður løntur í
broyttum lønarflokki 13,
stig 33-38, sum gevur frá
24.500 til góðar 26.000
kr um mánaðin.
2.meistarin verður løntur í
broyttum lønarflokki 11,
stig 26-32, sum gevur
góðar 23.000 kr.
Elektrikarin verður lønt-
ur í lønarflokki 7, stig 16-
24, sum gevur millum góð-
ar 21.000 upp til 22.700.
Starvsaldur frá Smyrli
fylgir við, eins og viðbót
hjá maskinstjóranum á
Smyrli.
Frá 1. oktober í 2004
verður viðbótin, sum var
7.500 kr. um mánaðin,
hækkað til 8.077 kr. um
mánaðin. Maskinstjórin á
nýggja suðuroyarskipinum
fær somu viðbót, við somu
treytum.
el
Smyril sleppur at sigla