fríggjadagur 19. august 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 156 - 19. august 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Bjarna Magnussen, ættaður av Tvør-
oyri búsitandi í Tórshavn, fer úr kirkjugarðskapell-
inum leygardagin 20. august klokkan 13.00.
Kistan við (Jonn) John Nielsen, Hvalba fer úr
kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi fríggjakvøldið
19. august klokkan 19 í Missiónshúsið í Hvalba.
Jarðarferðin verður leygardagin 20. august
klokkan 13:30.
Tey, ið vilja minnast Jonn kunnu lata Missións-
húsinum í Hvalba eina peningagávu. Konto í pen-
inga-stovnunum.
Maja Dalsgarð av Argjum fer til gravar úr Argja
Kirkju leygardagin 20. august klokkan 14.00.
Tey, ið ynskja at minnast Maju, kunna lata eina
gávu til Argja kirkju ella Oasuna í Hoyvík á konto
í peningastovnunum.
Kelda: Útvarpið
Andlát og jarðarferðir
Í dag, fríggjadagin 19. aug-
ust, fyllir Jóannes Hansen á
Toftum 50 ár.
Jóannes er ættaður úr
Klaksvík, sonur Ragnhild
og Karsten Hansen. For-
eldrini vóru bæði ættað úr
Svínoy og búsettust á
Gerðareiði í Klaksvík. Tey
eiga børnini Hanus, Jóann-
es og Finngerð.
Í 1972 tók Jóannes real-
prógv við Klaksvíkar Skúla
og studentsprógv úr Hoy-
dølum í 1975. Síðani virk-
aði hann eitt ár sum lærara-
vikarur við Klaksvíkar
Skúla. Í 1976 fór Jóannes á
læraraskúla í Havn, men
flutti í 1978 til Danmarkar,
har hann fullførdi lærara-
útbúgvingina á Emdrup-
borg Seminarium í 1980.
Árini 1980-84 starvaði
Jóannes sum lærari við
Jakobsskolen
í
Keyp-
mannahavn, men síðani fór
hann at lesa samfelagsfrøði
og landafrøði á RUC, har
hann tók prógv í 1987.
Síðani gekk leiðin aftur til
Føroya, har hann fekk starv
á
Studentaskúlanum
í
Eysturoynni og starvast
framvegis.
Í 1975 flutti familjan til
Onglands at búgva eitt ár.
Lestrarárið 1995-96 las
Jóannes Political Science á
Oxford Brookes University.
Vit sum vuksu upp sam-
an við Jóannes minnast, at
hann gjørdi skjótt vart við
síni sjónarmið, og hann
dugdi at føra bæði munn og
penn. Í mong ár góvu næm-
ingar í framhaldsdeildini í
Klaksvíkar skúla út næm-
ingablaðið »Roðin". Jóann-
es var eitt skifti blaðstjóri.
Ein av fyrstu blaðstjórun-
um á Roðanum var Finn-
bogi
Ísakson.
Nevnast
kann, at saman við Finn-
boga
Ísaksyni
skrivaði
Jóannes triðja bindið av
’Løgtingið 150 ár’.
Blaðskrivingin á Roðan-
um hevur helst givið íblást-
ur, tí Jóannes fór seinni at
skriva í Norðlýsinum. Í dag
tykist Sosialurin at njóta
gott av hesi sveinaroyndini
í blaðskriving úr Klaksvík.
Samfelagsviðurskifti og
ítróttur áttu stóran áhuga
hjá Jóannes, og hann royndi
seg eisini í ítrótti. Í 1968 og
1969 var hann talvmeistari
í dreingjabólkinum hjá
Klaksvíkar Talvfelag. Hann
var við til at vinna FM í
hondbólti í dreingjadeildini
fyri Stjørnuna í 1970 og
FM í fótbólti í unglinga-
deildini fyri KÍ í 1973. Í
1974-76 leikti hann stund-
um á 1. liði hjá KÍ.
Umframt ítrótt hevur
Jóannes havt stóran áhuga í
politikki. Men her kenna
vit hann best sum eygleið-
ara og viðmerkjara »uttan-
fyri vøllin«. Valkvøldini er
hann fastur gestur hjá SVF,
og fáur hevur so gott innlit í
politisk viðurskifti sum
Jóannes. Ofta fregnast fólk
um hvønn politiskan lit
Jóannes hevur, men trupult
er at lodda dýpið. Vit sum
minnast aftur á yngri dagar
vita, at Jóannes hevði av-
gjørdar »litaðar« politiskar
meiningar, men tað vildi
verið ein beistagerð móti
vinmanninum at avdúka
hetta á fimmti ára degnum.
Jóannes var limur í
grundlógarnevndini, og er
nú limur í stjórnarskipanar-
nevndini. Jóannes sat í
bygdarráðnum
í
Nes
kommunu
1993-2000.
Seinna skeiðið sum næst-
formaður.
Árini í Keypmannahavn
var Jóannes virkin í kristi-
ligum arbeiði í Kristna-
stovu á Amager, eins og
hann er tað í samkomuni
Nebo á Toftum.
Jóannes giftist í 1978 við
Sannu í Túni av Toftum.
Tey búsettust á Toftum, tá
tey fluttu aftur til Føroya í
1987. Saman eiga tey
døturnar Randi og Elisa-
beth. Randi er gift Símun J.
Hansen, og tey eiga dóttr-
ina Sannu.
s.r.
Mikukvøldið andaðist Judith
Lilholm Nielsen, Keypmanna-
havn, 80 ára gomul. Hóast
Judith hevur verið á røktar-
heimi seinastu árini, tí minnið
var farið at bila, so hevur hon
havt tað gott kropsliga, til hon
miku-morginin gjørdist álvars-
liga sjúk og varð innløgd á
Bispebjerg Hospital.
Judith Hansen, sum var
upprunanavn hennara, vaks
upp í Havn í heiminum hjá
Edvard og Biritu Lindenskov,
har hon var tann elsta í barna-
flokkinum. Hon var ein av
døtrunum hjá Annu og Tumm-
as í Leynum, tey, sum settu
búgv í Múlheiðum. Anna,
dóttur Elsu og Jens á Trøðni –
og Tummas var sonur Annu og
Mikkjal, bóndafólkini á Uppi-
stovugarðinum í Leynum.
Barnaflokkurin í Múlheið-
um taldi 15, og tey komu øll væl undan. Í 1944 mistu
tey pápan. Tummas sló út av trolaranum »Skálaberg« á
fiskiveiðu. Í 1952 doyði Anna.
Judith var fjórða í røðini av systkinaflokkinum í Múl-
heiðum. Hon var níggju mánaðir gomul, tá hon kom til
Havnar í 1925 at vera hjá Biritu og Edvard Lindenskov
í Rættará. Tummas í Leynum og Birita vóru systkina-
børn.
Barnaárini gekk Judith í skúla hjá Amaliu Joensen,
Christines Minde (Bauers hús) í Rættará, síðan í real-
skúla og eftir lokið prógv beint fyri kríggið í 1939 var
at finna sær arbeiði, tí hóast evnini til víðari lestur vóru
hildin at vera har, varð einki gjørt við tað, tí hóttandi
heimsstríð stóð fyri durum, og tað læsti fyri so mangari
ætlan hjá teim ungu.
Judith fór á Telefonstøðina sum boðgenta, m. a. at
bera boð niðan á Tele-grafstøðina, álitisstarv var hetta,
nú kríggj var, og alt sum bar á brá av militeri var undir
strongum eftirliti. Síðan hjá Kaaber, tannlækna og fer
so á sakføraravirkið hjá Husted
Andersen, landsrættarsakførara.
Her var hon øll árini, til Husted
Andersen flutti av landinum í
1950, men Judith helt fram í sak-
føraravirkinum, sum nú gekk
undir navninum Per Kehler og
Leivur Lützen, landsrættarsak-
førarar.
Judith var eisini skrivari hjá
próstinum, reinskrivaði tekstir til
føroysku sálmabókina og bókina
Víkingasynir.
Í 1953 fluttu Judith og Henn-
ing Lilhom Nielsen av landinum,
tey giftust í 1949. Hann kom til
Føroya sum slaktarameistari í
Smæruni
í
1947.
Henning
stovnaði
slaktarabúð
í
Keypmannahavn – og slaktarin á
Jydeholmen í Vanløse hevur
framvegis gott navn á sær. Nú
rekur sonurin Bent handilin, har
10 fólk starvast.
Henning doyði í apríl 1993, 70 ára gamal, sjálv var
hon tá givin á sakføraravirkinum Oppenheim & Pran-
gen, men longu tá var farið at bila við heilsuni, og
Judith hevur seinnu árini búð á røktarheimi í Brønds-
høj.
Judith var livandi og virkin, nærløgd, hon gloymdi
ongan, hevði gott samband við øll síni, og eingin serlig-
ur dagur fór framvið, at hon ikki mintist.
Hóast minninum hevur bilað, so kundu skyldfólk og
kenningar fegnast við blíða bros hennara, tá vitjað var á
røktarheiminum í Bystævneparken í Brøndshøj, tí tað
bar boð um, at hon kendi, hóast hon ikki fekk sagt stórt
meir enn einstøk orð, so váttaði brosið, at hon fataði og
nam.
Prógv
Lív Hovgaard, Tvøroyri, hevur á DTU lokið prógv
sum civilverkfrøðingur í evnafrøði tann 8. august.
Judith Nielsen farin
8. november 1924 - 17. august 2005
Jóannes Hansen 50
www.sosialurin.fo