fríggjadagur 19. august 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 156 - 19. august 2005
Dagurin
19. august. Sebaldus. Sigst at hava verið guðrøkin danskur kongssonur, sum var trúlovaður franskari prinsessu.
Men hann fór frá henni og gav seg í kleystur í Nürnberg, har hann doyði í hvussu so er fyri ár 1070.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fríggjadagin 19. august
verður Jóannes Hansen á
Toftum 50 ár. Allir lesar-
arnir
hjá
Sosialinum
komast við hetta navnið, og
eisini kennast føroyingar
flestir við mannin, sum
nógvu tey seinastu valini í
sjónvarpinum hevur fingið
valtølini at liva og tala.
Men hvussu bar tað so á,
at vit báðir og Sosialurin og
hesin kapasiteturin av ein-
um menniskja hittust kann
verða spurt! Tað var næstan
av tilvild, at Jóannes kom í
samband við Sosialin. Síðst
í áttati árunum hildu vit
okkum mangla ein report-
ara í Eysturoy. Eitt gott og
framfýsið høvd á blaðnum
kendi klaksvíkingin, sum
nýliga var fluttur heim og
hevði búsett seg á Toftum,
eftir at hann hevði verið eitt
langt skifti í Danmark – og
gav honum sítt besta við-
mæli.
Frá tí fyrsta eg sá tað,
sum Jóannes hevði skrivað,
sá hansara engagement og
motivatión visti eg, at vit
høvdu fingið ein hollan stuðul. Ikki bert vit sum blað men
so sanniliga eisini okkara mennandi lesaraskari. Í langa
tíð skrivaði hann fyri blaðið, áðrenn vit nakrantíð hittust.
Men tá ið vit so endiliga hittust, var tað beinanvegin, at eg
kendi, at kemiin okkara millum passaði, og at vit báðir
høvdu henda felaga stóra áhuga fyri journalistikki og fyri
so mongum viðurskiftum í samfelagnum annars. Vit hava
eftir tað mangan prátað um, hvussu týdningarmikið tað er
støðugt at menna blaðið, og tá ið eg nú líti aftur um bak,
so má eg konkludera, at Jóannes er tann av teimum, sum
í dag skriva Sosialin, ið hevur verið longst á blaðnum, tá
ið undirritaði sjálvur er undantikin. Ikki bert hevur hann
verið drúgvastur, hann hevur eisini verið trúgvastur. Altíð
við uppá at skapa nakað nýtt og gott, og altíð við tí góða
orðinum, tá onnur tóku góð stig á leiðini at menna blað og
arbeiðspláss.
Tað er eisini hugaligt at síggja, at nógvir av tankunum,
sum vit hava umrøtt og vent, eru blivnir til veruleika. Eg
tori at siga, at tað, ið byrjaði sum eitt næstan tilvildarligt
professionelt forhold, hevur ment seg til eisini at vera
persónligt vinarlag.
Upprunaliga skrivaði Jóannes bara um fótbólt. Við allari
virðing fyri øllum øðrum, sum skriva, so tori eg at siga, at
hann í hesum breyt slóð fyri tí mátanum, sum fótbólturin
nú verður viðgjørdur í Føroyum. Tá hugsi eg um umrøður
undan og eftir dystir í heimligu kappingunum, um
hagtølini og tann mátan, sum landsliðið verður dekkað.
Tað sama kann sigast um
tann
mátan,
sum
kappróðurin hevur verið
umrøddur í blaðnum nú í
eini tíggju ár. Sum heild
kann sigast, at NN, soleiðis
sum vit á blaðnum eisini
kenna hann, hevur verið ein
dynamo, ein katalysator, ja
ein eldsál, sum ikki bara
hevur verið við til at menna
tey øki hann hevur skrivað
um men eisini okkum onn-
ur, sum hava skrivað og ver-
ið við til at leggja til rættis.
Men Jóannes hevur
so ikki bara verið synomym
við fótbólt. Seinni er Jóann-
es nevniliga eisini farin at
skriva um so mangt annað.
Útbúgvingin í geografi og
samfelagsfrøði kombinerað
við framúr lætta og reina
penninum og ikki minst
hansara inniliga áhuga og
framúr
góða
menn-
iskjansliga brúgvabyggjara
handalag ger, at tað fellur
honum lætt at umrøða og at
skriva um so mong øki, tað
veri seg politikk, fiskiskap,
trúðarspurningar, siðsøgu-
lig evni og at hugleiða á so mongum økjum. Eisini hevur
hann verið góður stuðul í navnateiginum á blaðnum, sum
seinastu tíðina hevur fingið alt størri undirtøku. Ja, Jóann-
es, tú hevur verið ótrúligur. Fá í hesum landi hava evni,
vilja, treiskni og eisini inniligan áhuga fyri tí, sum tú fer í
holt við.
Eg veit væl, at tú gongur upp í tí dagliga yrki við lív og
sál. At tú er næminganna maður. Tað er fáum beskorið at
kunna útinna sítt gerandis yrki so væl samtíðis sum
frítíðin verður so væl og skilagott umsitin, og har tað tú
tekst við í frítíðini er til so stórt gagn fyri so mong onnur.
Vónandi kunnu tínar góðu gávur og tíni árvaknu
menniskjansliga eygu og oyru verða opin í mong mong ár
aftrat.
Jóannes. Eg vil bara ynskja tær tillukku við 50 ára degn-
um. Røddirnar eru so fjálgar, fryntligasr og fyrikomandi,
tá ið konan og døtrarnar taka telefonina. Sannu og tær og
Randi og Elisabeth, svigersynunum og abbadóttrini, lítlu
Sannu, sum eg veit tú ert so fegin um, heilsa Tove og eg og
ynskja tykkum blíðan byr.
Jan Müller
Tøkk
Vit takka hjartaliga tykkum, sum mintust
okkum á diamantbrúdleypsdegnum, við
blómum, kortum og telegrammum. Ein
serlig takk til grannan fyri heilsan í útvarp-
inum og tey vøkru orð í bløðunum.
Heilsan
Brynhild og Olaf Johannesen, Tvøroyri
Tøkk
Hjartans tøkk øll tit, ið vístu samkenslu tá okkara góði
maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi
Jóhan Christiansen,
Porkeri
andaðist og varð jarðaður.
Takk øll tit, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Takk tit øll, ið hjálptu til við ervinum.
Takk fyri peningagávu til Missiónshúsið.
Vegna tey avvarðandi
Charlotta
Kristina, Kári, Eyðbjørg og Sverri
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum tykkum mongu,
sum hjálpti og stuðlaði okkum tá okkara kæri pápi,
beiggi og sonur
Leivur Meinhard Næss Joensen
Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Sonju Klein prest fyri troystarrík orð,
takk til sangarar, berarar og kirkjutænarar.
Takk fyri blómur og kransar.
Og takk øll tit, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Isa, Judith, Rólant, Heðin og Pól
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu,
tá elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Pauli Joensen,
Sørvágur
andaðist og varð borin til hvíldar.
Takk til Ingu Poulsen Dam, prest, fyri góð
og troystarrík orð í kirkjuni
og Elisabet Hvítklett fyri vøkru orðini í kapellinum.
Takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar.
Takk fyri kransar, blómur og gávur.
Takk øll tit, sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervinum,
takk til tykkum øll, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Hervør, Ada, John.
Við familju
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum á
ymiskan hátt gjørdu mær 80 ára føðingar-
dagin ógloymandi. Gud vælsigni tykkum
øll.
Blíðar heilsanir
Borglyn Nielsen, Sumba
Blaðstjórin heilsar Jóannesi