Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 156 - 19. august 2005 Nýggja matsendirøðin við heimskenda kokkinum Jamie Oliver, "Skúlamatur- in hjá Jamie", er varpað út, og mánakvøldið er fjórði parturin á skránni hjá TvDanmark. Í hesi sendi- røðini ætlar hann at gera mat til 20.000 skúlabørn í kantinum kring allan Lond- on - skúlabørnini fáa ov feitan og ósunnan mat, heldur Jamie, og hetta ætlar hann at gera nakað við. Hesin parturin: Ferian er liðug og børnini eru aftur í skúla. Nú skulu kantinu- damurnar vísa tað tær hava lært í feriuni. Og Jamie er sjálvandi spentur at vita, hvat børnini fara at siga til matin. Men áðrenn komið verður so langt hópa trupul- leikarnir seg upp. M.a. er tað leverandørarnir, ið ikki gera sítt arbeiði til fulnar. Jamie Oliver hevur nógv at hugsa um og hann stúrir. Fara kantinudamurnar at liva upp til tey høgu krøv- ini, ið sett eru? Hvat nú um børnini ikki verða mett, og foreldrini sláa nevan í borð- ið? Hvat nú um verkætlanin heilt miseydnast, er Jamie Oliver so ein ferdigur mað- ur? Meistarakokkurin er í døpurhuga, og nú skal hann eisini inn at fundast við bretsku stjórnina. Hann skal sannføra politikararnar um at stuðla verkætlanini og somuleiðis um at banna junk-food ella grillmati á skúlunum. Um hann fær politiskan stuðul, er ætlan- ini at gera eina heildarætl- an, ið skal hjálpa landsins kantinudamum at gera betri og heilsusterkari mat til skúlabørnini. Men fer hetta at eydnast honum?... Jú meiri tey koyra burtur, jú fleiri pengar fáa tey til at gera dreymaíbúð teirra til veruleika! Fyri hvørt kiloið av innbúgvi, ið familjan koyrir í ruskbingjuna, so fær familjan 50 krónur. 1000 kg. geva soleiðis 50.000 kr. Hvørt týskvøld stilla tey í sendingini "Frá ruski til slott" eina rusk- bingju í túni hjá eini familja við stórum íbúðardreym- um. Hesaferð hitta vit fa- miljuna Laouir. Said Laouir hevur nokk at gera við at reka matstovu mitt í Keyp- mannahavn, og konan Jea- nette hevur eisini nokk at gera við at ansa eftir heim- inum í Hvidovre og teirra trimum børnum. Tey hava hvørgan tíð ella ráð at byggja um og broyta heim teirra. Tey hava ætlað sær at gera nýtt kamar til Chanel, tey hava ætlað sær at ríva veggir niður og so skal hin reyði 70ara-køkurin umger- ast til eitthvørt, ið familjan kann vera glað fyri. Said fær sær frí, og tey fara í holt við at fylla ruskbingjuna - og fimm tímar seinni hava tey fylt reyðu ruskbingjuna. Húsið er næstan tómt, og tey hava nú brúk fyri ser- kønari hjálp. Meðan familj- an fer á hotel at hvíla seg, fara sniðgevin Dorte Arhøj og hondverkarar at gera parcelhúsið í Hvidovre um til eitt slott og tey hava ein- ans tveir dagar. Skúlamaturin hjá Jamie Á TV3 týskvøldið kl. 20.45 Frá ruski til slott (15) Er Jamie Oliver ein ferdigur maður? Í fjórðu sending hevur Jamie Oliver nógv at hugsa um, hann er í døpurhuga - einki gongur til vildar. Fer ambitiøsa verkætlanini hjá honum fyri skeytið? Á TvDanmark mánakvøldið kl. 19.00 Týskvøldið er tað heimið hjá Jeanette og Said Laouir, ið far ein umgang Mai-Britt er vertur í sending- ini "Frá ruski til slott". Nýggi sendihálva við sendingini byrjar 14. septembur, tá verða fleiri góð ráð at heinta til íbúðina ella húsini