Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-19, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 156 - 19. august 2005 31 Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo Tónleikur sum medisin Síðan 1998 hevur ein tvørfaklig gransking- arsamskipan, Musica Humana (læknavísund og tónleikur), granska í menning og doku- mentatión av serligum tónleiki til sjúklingar á sjúkrahúsum. Talan er um ein bólk av serfrøðingum, ið er samansettur av lækn- um, sjúkrarøktarum, tónleikaterapeutum og sálarfrøðingum í tøtt- um samstarvi við danska tónaskaldið Niels Eje, sum í nøkur ár hevur arbeitt við at skriva og vísundaliga skjalprógva eitt meira lekjandi og lívgevandi ljóðumhvørvi á fýra av teimum størstu donsku sjúkrahúsun- um. Út frá hesum royndum verður tann rætti tónleikurin gjørdur til hvíld og positiva stimulering av sjúkligunum. Góðu úrslitini, sum hesin bólkurin av ser- frøðingum hevur víst á, koma av tí skipaða brúkinum av tónleik- inum, og av at tað altíð er tann rætti tónleik- urin frá teimum røttu ljóðkeldunum, sum verður nýttur. Hetta er ein háttur, ið gevur møguleikar fyri at skraddarseyma tann rætta tónleikin til tær ymsku sjúkurnar í framtíðini. Kelda: www.musicahumana.dk Um tú ert illsintur, svartskygdur og misnøgdur við alt og øll, er møguleikin fyri at fáa æðrakálking og hjartasjúkur mun- andi størri, enn um tú er positivur, glaður og lættsintur. Hetta vísa fleiri kanningar á amerikanskum heilsustovnum LÍVSSTÍLUR Vinarligheit, álit, gleði og bjartskygni hava altíð verið roknaði sum nakrar av teimum fremstu dygdun- um í samveruni millum menniskju, og nógv týður upp á, at tað er sannur leki- dómur í hesum dygdum. At ágangandi (aggress- ivir) persónar eru í øktum vanda fyri at fáa hjarta- og æðrasjúkur er ikki nakað nýtt. Hetta vísir eisini ein frágreiðing frá JAMA (Journal of American Medical Association). Í 10 ár vórðu kanningar gjørdar av 374 kvinnum og monn- um í aldrinum 18-30 ár, fyri at finna fram til um tað var samanhang millum hug- burð og vandan fyri æðra- kálking. Tá kanningin byrjaði, fyltu luttakararnir út eitt spurnarskema um t.d. egnar upplivingar av vreiði, ill- sinni, misáliti og illvilja. Eisini vóru aðrir spurningar um teirra lívsstíl. Tíggju ár seinni vórðu luttakararanir til ein hjartakanning, har tey vóru kannaði fyri tekin um hjarta- og æðrasjúkur. Negativur hugburður vístu seg at hava saman- hang við øktan vanda fyri æðrakálking, eisini tá hædd var tikin fyri aldri, kyni, royking, vekt, kolesterol og blóðtrýsti. Tað vísti seg at teir mest negativu og tvøru luttakar- arnir vóru í 9 ferðir størri vanda fyri at fáa hjarta- og æðrasjúkur í mun til tey, ið vóru positiv og glað. Ein kanning í ameri- kanska hjartamedisinska blaðnum Circulation av 13.000 monnum og kvinn- um í miðalaldri, vísir at ágangandi (aggressiv) menniskju hava 2-3 ferðir størri møguleika fyri at fáa hjartasjúkur, bypass-skurð- viðgerðir og ymiskar æðra- sjúkur. Granskararnir aftan fyri hesa kanning komu til tað úrslit at illsinni og stríðshugur útloysa fleiri strongdhormon sum aftur gera at blóðtrýstið hækkar, hjartarytman broytist, og møguleikin fyri blóðtøpp- um veksur. Persónar sum síggja svart upp á lívið og vænta ólukkur meira enn lukku í lívinum, liva ikki so leingi sum optimistarnir, vísir ein kanning hjá Mayoklinikk- ini Rochester í Minnisota í USA. Fyri meira enn 30 árum síðan fingu luttakar- arnir í kanningini eina test av teirra persónligheit, og nýliga varð hendan testin samanborin við hvussu nógv vóru deyð í bólkinum. Tað vísti seg at pessimist- arnir vóru í 19 prosent størri vanda fyri at doyggja enn optimistarnir. Ein av leiðandi sálarfrøðingunum aftan fyri hesa kanning, Toshiko Maruta, sigur, at tað eru allar orsøkir hjá læknum og heilsustarvs- fólkum at stuðla pessimist- iskum sjúklingum í at broyta hugburð, tí kanning- in hevur styrkt okkara vitan um tað, sum vit fyri so vítt altíð hava vita, at kroppur og sinn eru sett soleiðis saman, at okkara hugburð- ur kann vera avgerandi fyri, hvussu leingi vit liva. Sjálvandi er stórur munur á fólki. Summi eru meira pessimistisk enn onnur, men tíbetur kann heilin lærast upp til at síggja tað positiva í lívinum. Optimistar liva longri