Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. oktober 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 192 - 6. oktober 2000 gult cyan magenta svart Sosialurin - 311820 YNSKIR VB TILLUKKU VIÐ FØROYAMEISTARASKAPINUM Høvuðsstuðul Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Internet: www.sosialurin.fo Sosialurin Av royndum vita vit, at sera nógv verður skrivað, tá val er í hondum. Tí hev- ur blaðleiðslan gjørt av, at innsent politiskt tilfar í samband við kommunu- valið komandi verður av- markað í longd til eina A4 síðu í vanligari skrift - ella áleið 3.000 tekn - saman við andlitsmynd av val- evninum. Øll valevni er kortini vælkomin at skriva í Sos- ialinum, men tilfar, ið ikki lýkur treytirnar, kemur ikki í blaðið. Blaðleiðslan Treytir fyri valgreinar Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Oddagrein Heilsa, umhvørvi og trygd NÚ ein oljuleiting við Føroyar stendur fyri framman eru føroyingar av álvara farnir at tosa um spurn- ingarnar heilsa, umhvørvi og trygd. Hetta er trý av lyklaorðunum í hesi fyri okkum enn ókendu vinnu. Men tey eru tó avgjørt ikki avmarkað til hesa vinnu aleina. Tey hoyra heima í flestu sam- felagsgreinum sum er, men hava kanska ikki fingið neyðugu umrøðuna ella áhugan higartil, tó at vit hava stovnar, sum taka sær av nettupp slíkum spurningum. AT nýggja frálandavinnan raðfestir spurningarnar heilsu, umhvørvi og trygd so høgt verður so eisini eitt gott høvi til at geva teimum størri gætur í samfelagnum sum heild. Eitt nú hava vit eina høvuðsvinnu á sjónum, fiskivinnuna og eina høv- uðsvinna á landi, fiskiídnaðin, har umrøddu spurn- ingar áttu at verið tiknir í enn størri álvara. HMS, sum tað verður kallað á øðrum máli, tvs. heilsa, miljø og sikkurheit ella sum tað kundi itið hjá okkum, HUT, tvs. heilsa, umhvørvi og trygd var høvuðsevnið á fyrsta fundinum hjá nýstovn- aða Oljutinginum, sum varð hildin á Handilsskúl- anum í Havn týskvøldið. Stóri áhugin, meira enn 100 fólk møttu, sýnir, at ikki bert oljuvinnan hevur áhuga millum manna, men eisini hetta evnið, sum fyri onkran kann tykjast í so turt og keðiligt, verður raðfest frammaliga. Spurningurin er so bara, um heilsa, umhvørvi og trygd í veruleikanum verða raðfest nóg høgt innan okkara verandi høvuðs- vinnur? Eftir áhugaverda vitjan í Noregi fyri nøkr- um árum síðani, har nettupp hesir spurningar vórðu uppi at venda, úttalaði læknastjórin Pál Weihe seg júst um hetta og setti spurningin, um okkara høvuðsvinna ikki hevur nógv at læra av krøvunum, sum mynduleikar og vinna seta til heilsu, umhvørvi og trygd í frálandavinnuni! Helst verður tað ein spurningur, sum fer at fáa størri umrøðu í næstum, nú tá fokus verður sett á heilsu, umhvørvi og trygd í komandi oljuvinnu. ÁHUGAVERT var á oljutinginum at hoyra stjóran á Handilsskúlanum greiða frá samstarvinum við handilsskúlan í Stavanger. Nú fara so nettupp spurningarnir um heilsu, umhvørvi og trygd at fáa innivist á skúlanum við Marknagilsvegin. Byrj- að verður við hesum málum, tí hesi verða ráðfest so ovarliga í nýggju frálandavinnuni. Ætlanin er tó at víðka undirvísingina til at fevna um flest allar aðrar tættir í nýggju vinnuni, sum náttúrliga hoyra heima á einum handilsskúla. NÚ er so bert at vóna, at myndugleikarnir fylgja við og av álvara fara at raðfesta heilsu, umhvørvi og trygd hægri, ikki bert í komandi frálandavinnuni men so sanniliga eisini í núverandi vinnum her á landi. Tosað verður um negativar og positivar avleiðingar av eini oljuvinnu. Fara vit sum heild at geva heilsu, umhvørvi og trygd størri ans, so má sigast, at nýggja frálandavinnan longu áðrenn hon er komin til landið av álvara hevur sína positivu ávirkan. Tíðindaskriv: Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út heftið Handskrift — hvussu og hví, sum er fram- hald av røðini Betri hand- skrift. Hetta heftið er sjálvs- nám og er ætlað næmingum í fólkaskúlanum, studenta- skúlanum, til læraralesandi og lærarar sum heild. Heftið er er eisini ætlað øllum teimum, sum vilja bøta um sína handskrift ella venja og mýkja hana. Í eini tíð har teldan gerst tað vanliga skriviamboðið, er vandin fyri at missa handskiftina alstórur. Hesum kann Handskrift — hvussu og hví hjálpa hvørjum einstøkum okkara við. Heftið er skrivað av Christiani Clemens, sum er viðurkendasti og royndasti einstaklingur í skrivihand- verkinum í Norðurlondum. Christian Clemens hevur Handskrift - hvussu og hví? Sjálvsnám Nú kunnu øll læra at skriva vakurt! greitt úr hondum eina skriviskipan, sum bæði í ástøði og í royndum er ein- dømi. Allar tekstirnar í bókini hevur hann skrivað í hond. Kalligrafiina hevur Else Marie Frandsen skriv- að. Soffía Jacobsen, Hervør Jákupsson, Ólavur Sjúrðar- berg og Ingrið Sondum hava týtt og lagað heftið til føroyskt. Heftið er 40 bls. og kostar 40 krónur. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at mamma og systir okkara KATRIN THOMASSEN Tórshavn andaðist týsdagin 3. oktober, 60 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum hósdagin 5. okt. kl. 17. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju fríggjadagin 6. okt. kl. 13. Familjunnar vegna Elsa Johanna, Tummas Petur, Poul Christoffur og Elsa Birgitta ✝ Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum gleddu meg á 90 ára føðingardegnum 21. september. Vinarligar heilsanir Johannes Jacobsen Fuglafjørður Vaktar- og bjargingartænastan gera íløgur í oljubasingarútgerð Ábyrgdina av at basa havum-hvørvisdálkingum er ikki lógarfest, men lagt verður upp til, at Vaktar- og bjargingartænastan røkir uppgávuna ÓLAVUR Í BEITI Viðvíkjandi havumhvørvin- um og uppgávum í.s.v. olju- dálking v.m., stendur í ávegis frágreiðingini um Tilbúgvingarverkætlan Før- oya, at í 1999 var havum- hvørvislógin sett í gildi í Føroyum. Oljumálastýrið umsitir lóg um verju av havumhvørvinum. Lógin er rammulóg við atliti til fyri- sitingar- og eftirlitsskipan. – Her liggur stórt arbeiði á, eftirsum at heimildirnar hjá danska miljø- og energi- ministeriet nú eru und- irlagdar Føroya Landsstýri. Heilsufrøðiliga Starvsstov- an arbeiðir við at leggja til- rættis allar kunngerðirnar, sum skulu knýtast at hav- umhvørvislógini. Hava útgerð til taks Og viðvíkjandi og ábyrgd- ini av at basa havumhvørv- isdálkingum, so er hon ikki lógarfest, men lagt verður upp til, at Vaktar- og bjarg- ingartænastan røkir uppgáv- una, sigur frágreiðingin. – Í samband við frálanda- virksemi er tørvur á útgerð til at basa oljuspill í firðum. Krøvini til oljufeløgini verða í royndarboringarum- farinum, at feløgini sjálvi skulu hava oljubasingarút- gerð í Føroyum tvs. umborð á vaktarskipunum og í út- gerðarhavnini. – Harumframt skulu fe- løgini prógva, at tey hava útgerð til taks til størri olju- spillvanlukkur td. sum limir í Oljuspillútgerðar-samtøk- um. Hetta merkir, at í hesum umfarinum av frálandavirk- seminum verður mælt til bert at gerða íløgur í útgerð til oljuspillútgerð, sum ikki er tengt at frálandavirksem- inum. Og mælt verður tí til, at Vaktar- og bjargingartæn- astan ger íløgur í neyðuga oljubasingarútgerð, at Vakt- ar- og bjargingartænastan ger tilbúgvingarætlan fyri havumhvørvisspill í tøttum samstarvi við Heilsufrøði- ligu Starvsstovuni og Olju- málastýrinum tvs. tilkall- ingarskipan og manna- gongdir, at Vaktar- og bjarg- ingartænstan mennir eina skipan soleiðis at fólk eru sum kunna handfara og halda útgerðina viðlíka og røkja uppgávuna í.s.v. olju- spill. JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD Summi eru fødd sum undangongufólk, tey hava seiggi og dirvi og tey eru ikki løtt at taka av fótum. Kjartan Joensen úr Leirvík er ein av teimum. Í gjár klokkan 11:50 yvirtók Kjartan Joensen ein spildur nýggjan rækjutrolara, sum er bygdur á norskari skipa- smiðju. Trolarin kostar ikki færri enn 120 milliónir krónur og tá íð hann er til fiskiskap, so skal hann fiska fyri eina millión um vikuna, fyri at standa seg. Miðskeiðis í áttatiárunum kom hann við einum spild- urnýggjum rækjutrolara, sum nú er seldur. hesin av- loysti gamla Hvilvtenni, sum hevði fiskað rækjur síðan fyrst i sjeytiárunum. Mitt í ringast kreppuárum bygdi hann nútímans fiska- virki í Leirvík, sum hann sjálvur fíggjaði og nú kemur hann til landið við einum nýggjum dýrum trolara. Men Kjartan er bjart- skygdur og hann hevur eis- ini drúgvar royndir at byggja á. Hann var ein av undangongumonnunum, tá føroyingar fóru undir rækjuveiðu og vóru teir fyrstu, sum fingu tað at bera til við hesi í Grønlandi fyrrst í sjeytiárunum. Oljan dýr ella? – Oljuprísurin er ikki heilt við okkum í løtuni, men tað kemur eisini ann upp á hvussu vit hyggja upp á tað. Í 1985 kostaði oljan fyri skip 2.68 kr fyri liturin. Prísurin á rækjum lá tá um 12 krónur fyri kiloið. Í dag hava vit bunkra fyri 2.32 kr. og nú liggur rækjuprísurin um 14 krónru fyri kiloið. Tað hevur sæð verri út fyrr, sigur Kjartan Joensen. – Men vit kom at brúka nógva olju. Tá eg byrjaði fyrst í sjeyti árunum við Vesturvarða høvdu vit 460 hestar tøkar. Nú hava við 7500. Lemmarnir tá vóru ikki størri enn eitt kuffert, Skal fiska fyri eina mió. um vikuna — Hvørki framtaksgrunnurin ella lands- stýrið vildi vera við til at fíggja nýggja Hvilvtenni og tí fingu vit danska vinnu- lívsmannin Frank Uhrenholt, sum makk- ara. Hann eigur 33 prosent í felagnum, sigur Kjartan Joensen, sum í gjár yvirtók nýggjasta rækjutrolaran í flotanum eg lyfti einum lættliga, og Regin Vágadal hevði lyft báðum sum einki. Lemm- arnir viga í dag seks tons hvør, sigur Kjartan Joensen. Burtursæð frá Næraberg, so er tað bara Enniberg, sum hevur størri tonnagu enn Hvilvtenni. Hann er á somu stødd sum Sundaberg og Vesturvón. Leygardagin verður loyst úr Noregi og skipið kemur til Føroya týsdagin. Trolarin stingur so djúpt, at hann kann ikki leggja at í Lorvík, tí verður farið á Fuglafjørð. – Vit hava fingið eitt vak- urt og effektivt skip, sigur Kjartan Joensen, sum sjálv- ur ætlar at føra skipið fyrsta túrin. 20 manns vera við Hvilvtenni. Gamli Hvilvt- enni var seldur í fjør. Sosi- alurin ynskir Kjartani og manning eydnu og Guds signing við nýggja skip- inum. Nýggi Hvilvtenni á royndartúri Mynd: Harald M. Valderhaug