Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í komandi ári verður skipað fyri einum kristiligum Biker- Meet í Føroyum. Í hesum sambandi vitja forsetin í norska Holy Riders og um- boð fyri MC-Kirken í Danmark í næstu viku GUD OG MC Í samband við eitt komandi kristiligt »Biker-Meet«, sum á fyrsta sinni verður hildið í Føroyum næsta summar, koma umboð fyri norska motorsúkklufelags- skapin »Holy Riders« og donsku »MC-kirken« at vitja í Føroyum frá 24. til 28 august. Talan er um sjálvan »presidentin« Ole Kristian Kjenes og pressu- talsmannin Vidar Johansen, og Per Aagaard Hansen, ið dagliga starvast sum sokallaður MC-prestur í Danmark. Ætlanin við ferðini er at kanna tey lokalu viður- skiftini her. Tað er fyrstu ferð, at eitt tílíkt tiltak sum »Biker-Meet« verður roynt í Føroyum, so tað ræður um at alt er væl fyriskipað. Endaliga skráin fyri sjálvt tiltakið er ikki løgd enn, men talan verður um nógv ymist áhugavert, ið verður á skránni. Stovna »Holy Riders« í Føroyum Í samband við vitjanina verður skipað fyri at stovna ein »Holy Riders«- motor- súkkluklubb í Føroyum, og Ole Kristian Kjenes verður ráðgevi, tá talan er um viðtøkur o. a., ið skal fáast upp á pláss, har ætlanin eisini er at velja nevnd til felagið. Hesin fundur verð- ur hildin leygardagin, 27. august í »Evangeliihúsin- um« í Havn kl. 14.00, har ein og hvør, ið hevur áhuga fyri hesum er hjartaliga vælkomin. Framsýning um »Bible for the nations« Hesin altjóða bíbliufelags- skapurin stendur m. a. fyri útgávuni av "Biker-Bibel- en" og mongum øðrum áhugaverdum útgávum. Á møtunum í Kelduni og Evangeliihúsinum verður áhugaverd framsýning at síggja um allar tær ymisku bíbliurnar, ið verða givnar út. Eisini verður nógv at frætta um m.a. »Street- Church« og »Biker- Church«. Kom og fá meiri at vita Ætlanin er, at føroyski al- menningurin skal fáa meiri at vita um hesar ætlanir. Tvey møtir verða hildin, annað í »Kelduni«, Skála- fjørður, sunnudagin 28. august kl. 11.00 og hitt í »Evangeliihúsinum« í Havn, sunnukvøldið 28, august kl. 18.00. Øll eru sjálvandi hjarta- liga vælkomin, siga fyri- reikararnir 2 Nr. 157 - 20. august 2005 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Ári Rouch sangari í Makrel sigur við planet.fo, at nýggja fløg- an verður væntandi í handlunum um jóltíðir, og at enn er einki avgjørt um konsertir í hesum sam- bandi, men um tað verður so verða tær onkuntíð í 2006. Ári sigur, at teir eru sera væl nøgdir við upp- tøkurnar, sum eru gjørdar í Studio Trondheim. Eitt upptøkuhøli í Trond- heimi, sum hevur sergrein í rokktónleiki, hip hop og r’n’b. Conor Patrick, sum er hálvur norðmaður og hálvur íri hevur tikið fløguna upp og fer vænt- andi at ljóðblanda hana. Makrel hava tikið 12 løg upp og hava enn ikki avgjørt, hvørji skulu á fløguna, løgini eru rættu- liga long, og teir velja væntandi eini 9 ella 10 teirra út til útgávu. Millum løgini eru For- ever and Beyond og hini løgini, sum Makrel spældi á Prix Føroyum. Sum nú er liggja Makrel á fyrsta plássi í kappingini um at gerast vinnari av kappingini Nordic Bands Unsigned, sum MTV og Samsung skipa fyri. Vinna teir kappingina, verður stakfløgan Forever and Beyond útgivin í øllum Norðanlondum við góðari marknaðarføring. Hetta kann uttan iva hjálpa søluni av nýggju fløguni væl. Enn ber til at atkvøða á www.nordicunsigned.com Boða Guds orð á motorsúkklu Makrel í jólagávu veitst tú ikki tað?