Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 20. august 2005 3 www.almannastovan.fo normeraður við 5 starvsfólkum umframt leiðaran. Leiðarastarvið er eitt fulltíðarstarv. Uppgávan er at leiða serdagstovnin og samskipa arbeiðið hjá starvsfólk- unum. Leiðarin skal tryggja, at tað einstaka barnið fær ta viðgerð og menning, sum tað tørvar. Leiðarin skal saman við fakligari upptøku- nevnd avgera, hvørji børn verða upptikin á serdagstovnin. Leiðarin hevur fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av stovninum, og skal harumframt samskipa sam- starvið millum stovnin, foreldrini og myndugleikarnar umframt fakligan serkunnleika uttanfyri stovnin. Søkt verður eftir persóni við við- komandi útbúgving so sum sálar- frøðingur, pedagogur, sosialráðgevi ella við aðrari líknandi útbúgving. Dentur verður lagdur á, at leiðarin, umframt viðkomandi fakliga Serdagstovnurin verður skipaður sum landsstovnur undir Almanna- stovuni og verður tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Serdag- stovnurin skal styrkja og menna tað einstaka barnið bæði sálarliga, sosialt og motoriskt, soleiðis at tað miðvíst kann verða arbeitt við, at barnið so skjótt sum gjørligt er ført fyri at samskifta við onnur og kann koma aftur í vanligan dagstovn. Serdagstovnurin er normeraður til 8-10 børn í aldrinum 0 til 7 ár. Ætlanin er, at serdagstovnurin skal hava møguleika og pláss fyri sam- døgurumlætting. Serdagstovnurin kemur eftir ætlan at liggja í miðstaðarøkinum. Serdagstovnurin er undir uppbyggjan, og kemur leiðarin at standa fyri hesi uppgávu. Ætlanin er, at serdagstovnurin verður útbúgving og royndir, eisini hevur leiðslu - og fyrisitingar- ligar royndir, góð samstarvs- evni, er virkisfúsur og er opin fyri broytingum. Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarð- andi yrkisfelag. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra á telefon 35 35 10. Skrivlig umsókn skal verða Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 5. september 2005 kl. 12. Send umsóknina til Almannastovuna, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn. Ætlanin er at seta á stovn ein serdagstovn til børn við álvarsligum atferðar- og tilknýtingartrupulleikum. Í hesum sambandi søkir Almanna- stovan eftir leiðara til serdagstovnin. Setanin er tó treytað av góðkenning frá landsmyndugleikunum. Leiðari til nýggjan serdagstovn til børn við atferðar- og tilknýtingartrupulleikum KREA.FO . TEL 44 93 39