Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 20. august 2005 5 Í gjár vóru fyrireik- ingarnar til Sjó- mannadagin í Klaks- vík í hæddini, og nógv var at fáa upp á pláss – alt frá at vaska á Stongunum og seta pall upp til at fylla kør við fiski, humm- ara og skeljadjórum. Spenningurin er í hæddini millum fyri- reikarar og sjómenn, nú stóri dagurin er á gáttini SJÓMANNADAGUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Áhugin fyri Føroya Sjó- mannadegi, sum fyri fyrstu ferð verður hildin í Klaks- vík leygardagin, er sera stórur. Nýggja tiltakið hevur fingið góða móttøku frá øllum, og hóast fyrireikar- arnir hava úr at gera við at gera klárt, eru teir í góðum lag, tí stemningurin á Stongunum er góður, og hugurin at hjálpa til er stórur. – Vit hava møtt sera stór- ari vælvild frá øllum, sum vit hava heitt á í sambandi við tiltakið, og tað ger tað sera hugligt at skipa fyri, sigur Niklas Heri Jákups- son, sum er ein av fyriski- parunum. Akvarium við livandi fiski Fríggjamorgunin varð fitt av fólki á Stongunum og gjørdi klárt. Prátið gekk væl, og spenningurin var álvara í luftini. Nógv verður á skránni á Sjómannadegnum, og eitt av teimum stuttligu tiltøk- unum er framsýning av liv- andi fiski, hummara og ymsum skeljadjórum. Nøk- ur stór kør eru sett á kaiina, og har ber til hjá børnum og vaksnum at hyggja eftir toski, hýsi, goggum, hummara, kalva og øðrum fiski. Áhugin fyri hesum risa- stóru akvarium var stórur longu fríggjamorgunin, og um teir, sum dagliga fáast við fisk, kunnu hava so stóra fragd av hesum kør- um, so verður tað ikki minni, tá ið børnini sleppa framat leygardagin. Sjómannadagurin í Klaksvík byrjar leygar- morgunin klokkan 9, og all- an dagin verða tiltøk á skránni – alt frá heims- meistaraskapi í egning, til framsýningar, sølubúðir og avdúkingar. Stórur spenningur í sjónum Elmar Simonsen kemur við livandi hummara at koyra í kørini, har fólk kunnu síggja alskyns sløg av fiski og skeljadjórum Teir royna seiðakikaran, sum blaðstjórin á Norðlýsinum hevur gjørt burtur úr eini spann Teir hava skimmað á Stongunum í fleiri dagar, og heldur ikki reiðarar smæðast við at hjálpa til Tað verður á Stongunum, at tey flestu tiltøkini í sambandi við Sjómannadagin verða hildin Her sunnanfyri Kjølbro Heilsølu skal ein nýggj standmynd setast upp og avdúkast í sambandi við Sjómannadagin Nakrir av fyrireikarunum práta. Tað er nógv, sum skal fáast upp á pláss áðrenn stóra dagin