Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Matarstaðið Kheops í miðbýnum í Havn hevur fingið játtað skeinkiloyvi í vikuni, og eigararnir ætla at gera staðið til eina desert-kafé á høgum støði SKEINKILOYVI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Teir, ið eiga Kheops, eiga eisini matstovuna Marco Polo, ið liggur beint við síðuna Kheops, og Sofus Hansen, ein av eigarunum, sigur, at skeinkiloyvið fer at geva teimum heilt nýggjar møguleikar. Lættir um - Vit hava leingi havt eina ætlan um, at fólk, sum eta á Marco Polo, kunnu fara inn í Kheops at fáa sær dessert- ina, men av tí at Kheops ikki hevur havt nakað skeinkiloyvi, hevur tað ikki borið so væl til. Fólk vilja jú gjarna hava kaffi og cog- nac til dessertina, og tað hava vit ikki havt møgu- leika til at bjóða teimum í Kheops, sigur Sofus Han- sen. Hann greiðir frá, at nú matarstaðið hevur fingið játtað skeinkiloyvi, letur hetta upp fyri fleiri møgu- leikum. - Eitt er tað, at fólk nú kunnu flyta í onnur hølir at fáa sær dessert, men góðsk- an og úrvalið á dessertun- um verður eisini hægri, tí nú rokni eg við, at vit fara at hava ein dessertkøk burt- urav í Kheops, sigur Sofus Hansen. Eigararnir ætla eisini, at hølini í Kheops skulu gerast eitt sindur hugnaligari, soleiðis at fólk sita eitt sindur betur og kanska bleytari, tá ið tey fáa sær dessert. Somuleiðis fer tað, at flólk flyta seg í onnur hølir at fáa dessert, at hava við sær, at borðkapasiteturin í Marco Polo veksur, og tað hava vit leingi ynskt, sigur Sofus Hansen. 6 Nr. 157 - 20. august 2005 Kheops fingið skeinkiloyvi Nú hevur Kheops fingið skeinkiloyvi, og eigararnir ætla, at staðið skal gerast um til eitt slag av dessert-kafé í sambandi við matstovuna Marco Polo, ið liggur beint við síðuna av. Mynd: Bárður Lydersen Nýggja útgávan hjá Kim Hansen gongur sum heitt breyð. Út- gevarin, sum í fyrstu syftu prentaði 2000 eintøk av fløguni, má nú gera eitt end- urprent fyri at nøkta tørvin TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Savnsfløgan »Alt« hjá Kim Hansen hevur fingið sera góða móttøku mill- um føroyingar. Hóast tað er gingið minni enn ein mánaði, síðani fløgan kom út, er ein stórur part- ur av fyrsta upplagnum seldur. – Fløgan hevur longu nú selt meira, enn eg hevði roknað við, at hon fór at selja tilsamans. Hetta vísir bara, hvussu væl umtóktur Kim Han- sen er millum ein stóran skara av føroyingum, sig- ur Høgni Zachariasen, leiðari fyri fløgudeildina hjá 3'aranum, sum stend- ur fyri útgávuni. Neyðugt við fleiri fløgum Í fyrstu syftu vóru 2.000 fløgu prentaðar, men stórur partur av hesum upplagi er longu seldur, og tí verður eitt upplag prentað afturat. – Tað, sum ikki longu er selt, verður selt innan stutta tíð, og tí mugu vit prenta fleiri fløgur, so at vit eisini hava til jólasøl- una, sigur Høgni Zac- hariasen. Á savnsfløguni hjá Kim Hansen eru allir sangirnir, sum hann gjøgnum árini hevur spælt inn í ymsum sam- anhangum. – Kim Hansen hevur verið við í ymiskum sam- anhangum, og tað ger, at nógv fólk kenna og dáma tónleikin hjá honum, sig- ur Høgni Zachariasen. Leygarkvøldið ber til at hoya poppbólkin Déjá Vu spæla á Café Natúr í Havn Déjá Vu hava verið sera virknir í ár. Teirra framúr fløga kom út herfyri, og síðani hava teir spælt til nógv av stóru tiltøkunum, sum hava verið kring landið í summar. Hóskvøldið høvdu teir eina framførslu, og leygar- kvøldið ber so aftur til at hoyra bólkin við teimum góðu poppløgunum spæla á einum minni og meira intimum staði, tá teir spæla á Café Natúr í Havn. Kim selir alt Déjá Vu spælir á Café Natúr Tann árligi fundurin millum tingformenn- inar í útnorði verður í ár hildin í Føroyum í døgunum 19. til 22. august ÚTNORÐUR Í nøkur ár hava tingfor- menninir á hvørjum ári hildið fundir sínamillum, skiftandi millum Ísland, Grønland og Føroyar. Jona- than Motzfeld, landstings- formaður, og Halldór Blön- dal, alþingsformaður, koma til Føroyar fríggjadagin, og steðga teir her sum gestir hjá Edmundi Joensen, løg- tingsformanni, til mána- dagin. Fundurin verður í fundar- hølum Løgtingsins leygar- dagin. Seinnapartin leygar- dagin verður vitjað hjá Før- oya Tele í Hoyvík. Sunnudagin veður skipað fyri útferð við "Draganum" runt Kalsoynna. Farið verð- ur av Leirvík norð gjøgnum Djúpini, norð um Kallin, eystur undir Nakkin og suður gjøgnum Kalsoyar- fjørð. Tá ið komið verður aftur til Leirvíkar, verður vitjað á bátasavninum har í bygdini. Við í ferðalagnum, sum fer avstað aftur mánadagin, er skrivstovustjóri alþing- sins, Helgi Bernódusson, og aðalskrivarin í lands- tinginum, Ellen Kolby Chemnitz. Tingformenn í útnorði hittast