Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hóast fyrireikingin til Skálafjarðartunnilin er komin væl áleiðis, so hevur ikki verið nógv at hoyrt um leiklutin hjá lands- stýrinum. Hetta vildi tingmaðurin, Dánjal Petur Hansen fegin hava at vita, og tí var stutt orðaskifti um hesi viðurskifti á tingi hósdagin. Líkt er ikki til, at nakar í tingin- um hevur nakað ímóti hesi privatu ætlanini TUNNIL Snorri Brend Skálafjørður: - Er nakað til hindurs fyri at eitt privat partafelag kann eiga og reka ein undirsjóartunnil millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy? Henda áhugaverda spurn- ing reisti tingmaðurin Dánjal Petur Hansen á tingi hósdagin, tá munnligir fyri- spurningar vóru á skránni. Tingmaðurin vildi eisini hava at vita, um vinnumála- ráðharrin, Bjarni Djurholm helt, at henda verkætlanin skuldi skipast á sama hátt sum hinir undirsjóartunlar- nir í Føroyum. Og í triðja lagi setti hann fram spurningin, um lands- stýrið hevur viðgjørt henda spurningin, sum hevur so stóran áhuga millum fólk í Eysturoynni og serliga tann bólkin, sum í longri tíð hevur fyrireika hesa verk- ætlanina. Hesin bólkurin er sinn- aður at fara undir gerð av tí triðja undirsjóartunlinum í Føroyum. Sum skilst verð- ur nærri at frætta um hetta málið um ikki so langa tíð, tá ætlanin verður løgd meiri nágreiniliga fram. Tá uppskotið á sinni varð lagt fram kundu teir upp- lýsa, at um alt gekk eftir tíðarætlanini, so var ikki óhugsandi at koyrandi varð av Skálafjørðinum til Havnar í 2011. Samfelagsligur týdningur Dánjal Petur Hansen er komin á ting sum varamað- ur fyri Kára Højgaard. Og á fundinum hósdagin ynskti hann at fáa Bjarna Djur- holm at úttala seg um hesa ætlanina, sum fer at verða samferðsluni at stórum gagni. Hann vísti á, at hesin fyrireikingarbólkurin er komin væl ávegis við sín- um forarbeiði. Teir hava nú fingið til vega undirbygdar kostnaðarmetingar. Dømi um kostnað fyri at koyra ígjøgnum hendan tunnil og ætlanir um linjuføring hava somuleiðis verið alment frammi. - Her er uttan iva talan verður um størstu og kostn- aðarmiklastu verkætlanina í Føroyum nakrantíð. - Men tað tykist kortini lítil ivi vera um, at talan er um eina verkætlan har nýtslugjaldið væl klárar at rinda allar útreiðslur, sum eru knýttar bæði at íløgum og rakstri, segði Dánjal Petur Hansen, sum sjálvur er heitur talsmaður fyri hesum tunli. Umframt at verða talan um eina sera arbeiðsskap- andi verkætlan, so er her talan um verkætlan sum samfelagsliga kemur at hava stóran búskaparligan týdning, eins og sera stóran týdning fyri trygdina og trivnaðin hjá borgarunum. Hinvegin so undraðist Dánjal Petur á, at so lítið hevur verið at hoyrt um leiklutin hjá landsstýrinum í samband við hesa verk- ætlan. - Tað er undrunarvert, tí at tað jú er uppgávan hjá tí almenna at eiga og reka allar landsvegir okkara. Tað eru eisini 100% almenn partafeløg sum eiga og reka Vágatunnilin og Norðoya- tunnilin, segði tingmaðurin. Hann vísti at enda á, at áhugamálini og endamálini aftan fyri privatar og al- mennar íløgur í flestu før- um als ikki eru tey somu. Og tí ynskti hann nú at fáa landsstýrismannin at svara fyrispurningum sínum. Brotið upp úr nýggjum Á tingfundinum hósdagin kom fram, at hetta í veru- leikanum er eitt rættiliga prinsipielt mál. Higartil hevur landið fullkomuliga átikið sær allar uppgávur av slíkum slagi. Í hesum føri hevur hesin áhugabólkurin fyri- reikað eitt uppskot út í æsir, og hevur tí í ein ávísum mun brotið upp úr nýggj- um. Landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm vísti í svari sínum m.a. á, at lands- stýrið var væl kunnað um ætlanina hjá hesum privata felagnum. Út frá orðaskiftinum kundi ein staðfesta, at eingin hevði nakað stórvegis ímóti at eitt slíkt felag vildi átaka sær hesa stóru uppgávuna, sum jú ikki kemur at tyngja landskassan. Spurningurin um undir- sjóartunnilin til Sandoynna kom ikki óvæntað eisini inn í orðaskiftið. Her vísti Bjarni Djurholm kortini á, at hesar báðar ætlanirnar hava einki við hvørja aðra at gera sum so. Í høvuðsheitum kunnu báðar ætlanirnar verða gjørdar samstundis, men spurningurin er altíð um raðfesting, búskaparlig atlit og arbeiðstól. Nr. 157 - 20. august 2005 7 Talv, country og hugni Vestmanna: Í talvfelag- num í Vestmanna hugsa tey ikki bert um talv. Men eisini um tónleik. Tí hevur felagið ætlan- ir um at skipa fyri einum stórum country-festivali í bygdini í døgunum 16. til 18. september. Til hetta stóra tiltakið krevst sjálvandi peningur og stuðul. Felagið hevur tí í hesum sambandi vent sær til bygdaráðið við eini umsókn um stuðul til tiltakið, m.a. til leigu av ítróttarhøllini. Í eini umsókn, sum bygdaráðið skal taka støðu til á fundi týsdagin, verður somuleiðis biðið um loyvi at brúka økið innanfyri brandstøðina til parkering av camping- vognum. Fíggjarnevndin í bygdaráðnum hevur havt málið til viðgerð, og nú skal bygdaráðið so taka avgerð í hesum málinum. sb. Lág miðalferð Borðoy: Miðalferðin hjá teim bilførarum, ið koyrdu eftir tunnilveg- num á Borðoynni í fjør var í lagi: Hon var beint omanfyri 60 km. um tíman. Eitt yvirlit frá Lands- verki vísir hinvegin, at miðalferðin í Kollfjarð- artunlinum og í Leirvík- artunlinum var omanfyri ta loyvdu. Í Kollfjarðartunlinum var miðalferðin um 85 km/t, meðan ein í Leir- víkartunlinum máldi eina ferð, sum lá eitt lítið vet hægri. sb. Gullkorn við telduposti Øll, ið hava atgongd til eina teldupostadressu, hava nú hvønn gerand- isdag møguleika at fáa smá gullkorn úr Bíbliuni fram á telduskíggjan. Talan er um eina ókeypis og óbindandi tænastu, ið Blái Krossur Føroya stendur fyri. Bíblian verður nógv lisin av føroyingum, men heimsins mest lisna bók er kortini drúgvur lesn- aður, tí hon telur ikki færri enn 1236 síður. Ymiskt er, hvussu fólk lesa hana. Nøkur lesa ein kapitul hvønn dag, onnur lesa úr onkrari bíbliu- lesiætlan, meðan onnur taka sær eitt ella fleiri pappír mannakorn, ið kunnu keypast í handl- um. Nýggja tænastan hjá Bláa Krossi er í grundini bert ein dagføring av gomlu mannakornunum samsvarandi við tíðar- rákið í dag, ið skiftir pappír út við teldupostar. Blái Krossur hevur tó áður roynt hesa tænast- una, og fekk tænastan tá sera góða undirtøku. - Vit høvdu ikki færri enn 250 haldarar og fingu nógvar positivar afturmeldingar frá fólki, ið vóru sera glað fyri eitt gott orð á vegnum í ein- um mangan strongdum gerandisdegi, sigur aðal- skrivarin, Jaspur Lang- gaard. Henda tænastan steðg- aði vegna tekniskar trupulleikar fyri uml. tveimum árum síðani, men nú er so klárt at byrja aftur. Øll eru væl- komin at tekna seg sum haldarar, tí tænastan er bæði ókeypis og óbind- andi. Um onkur ynskir at royna hesa tænastu, kann viðkomandi sjálvur fara inn á heimasíðuna www.blakross.fo og melda seg sum haldara av mannakornum. sb. Fyri fólkið í Svínoy er ein tunnil Yvir til Havnar at avgerandi týdningi fyri at bygd- ini skal verða lív lagað í framtíðini. Hóast hetta brenn- andi ynskið, so gong- ur heldur striltnari at fáa landsins myndug- leikar at skilja støð- una og játta neyðuga peningin til ætlanina SAMFERÐSLA Snorri Brend Svínoy: Tey stríðast manni- liga fyri síni søk – bygdar- ráðið og fólkið í Svínoy. Bygdarráðið í Svínoy hevur nevniliga í fleiri ár sent løgtingi umsóknir um at betra um samferðslu- viðurskiftini á oynni, m.a. við einum tunli á staðið Yvir til Havnar, sum tey nevna tað. Um so var, at hesin tunn- ilin kom, so kundi bygdar- fólkið havt samband hvønn einasta dag til Hvanna- sunds ella Norðtoftir uppá umleið 15 min. - Gjørdist hetta til veru- leika høvdu samferðsluvið- urskiftini hjá oynni verið loyst, sigur bygdarráðið. Hóast henda veruleika, so er líkt til at landsins myndugleikar ikki vilja lurta eftir umsóknunum frá svínoyingum. Øskukalt Í seinasta brævinum frá bygdarráðnum verur sagt, at fáa tey ikki viðurskiftini við samferðsluni uppá pláss í næstu framtíð, verð- ur bygdini ikki lív lagað. - Heitt verður staðiliga á landstýrið um at taka hetta álvarsmál upp nú. Hetta má ikki setast á eina langtíðar- fíggjarætlan, tí tá er øsku- kalt í Svínoy, sigur bygda- ráðið í eini umsókn, sum í fjør varð send innlendis- málaráðnum. Men herfyri bórust kort- ini tey tíðindi, at Landsverk hevur steðgað øllum kann- ingum av hesum prosjekt- inum, tí játtanin vantaði. Hetta vildi kommunan ikki lata sær lynda, og hev- ur tí enn einaferð heitt á løgtingið um at játta pening til ætlanina. - Vit heita á tykkum um at játta neyðuga peningin, so stígur ikki kemur í for- kanningarnar, sum eru gjørdar í summar, sigur bygdarráðið í nýggja bræv- inum, sum er dagfest 22. juli í ár. Bíðað verður eisini eftir eini kostnaðarmeting av prosjektinum. Í sama viðfangi søkir bygdarráðið eisini um at peningur verður settur av til sjálva verkætlanina kom- andi fíggjarár. Í lagi at privatir reka tunnilin Ikki mist vónina um tunnil Svínoyingar hava enn ikki mist vónina um at fáa ein tunnil í oynni. Men berast má skjótt at, tí annars kann gerast øskukalt í oynni áðrenn