leygardagur 20. august 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 157 - 20. august 2005
Krevja hann frá
Løgregluovastin í Lond-
on, Sir Ian Blair, er kom-
in í álvarssamar trupul-
leikar, eftir at fjølmiðl-
arnir hava avdúkað, at
hann segði ikki sann-
leikan, tá ein løgreglu-
maður skjeyt tann 27 ára
gamla brasilska elektrik-
aran Jean Charles de
Menezes í síðsta mánað.
Tá greiddi Ian Blair
frá, at brasilin rann und-
an teimum báðum løg-
reglumonnunum,
sum
hildu eyga við honum.
Eitt nú segði Ian Blair, at
brasilin smeyg sær ígjøg-
num ferðaseðlaeftirlitið í
undirgrundarbreytini utt-
an at gjalda. Men mynda-
upptøkur hava síðani
avdúkað, at hetta var ikki
so. Myndirnar vísa, at
Jean Charles de Menezes
rindaði ferðaseðilin við
gjaldskorti, og at hann
eisini gav sær stundir til
at fáa sær eitt av teimum
ókeypis bløðunum, sum
fólk kunnu fáa sær.
Maðurin rann sostatt ikki
undan løgreglumonnun-
um, men kortini bleiv
hann skotin sjey ferðir í
høvdið.
Sakførarin
Harriet
Wistrich, sum kannar
málið, sigur við BBC, at
alt, sum løgregluovastin
segði um tilburðin, var
ósatt, og at eingin í løg-
regluni gjørdi nakað fyri
at fáa sannleikan fram. Tí
heldur hopn, at Ian Blair
eigur at fara frá.
Brasilska stjórnin er
eisini sera misnøgd við
frágreiðingina hjá løg-
regluni í London, og
stjórnin hevur kunngjørt,
at hon fer at gera sína
egnu kanning av tilburð-
inum fyri at fáa sann-
leikan fram.
Meiriluti fyri
nýggjari stjórn
Stórur spenningur er um
úrslitið av norska stór-
tingsvalinum í heyst, og
fleiri veljarakanningar
eru gjørdar í seinastuni.
Fyrrakvøldið
kunn-
gjørdi Norsk Gallup eina
kanning, og hon vísti, at
stjórnarskifti verður aft-
an á valið. Kanningin gav
Arbeiðaraflokkinum
32,6 prosent av atkvøð-
unum,
Sosialistiski
Vinstraflokkurin
fær
14,6 prosent og Mið-
flokkurin
6
prosent.
Verður hetta úrslitið, fáa
teir tríggir andstøðu-
flokkarnir 95 tinglimir,
meðan
høgravongurin
fær 74.
Kanningin hjá Gallup
vísir, at allir teir tríggir
stjórnarflokkarnir hava
havt afturgongd í sein-
astuni. Framburðsflokk-
urin, sum tryggjar stjórn-
ini meiriluta í Stórting-
inum, hevur eisinin havt
afturgongd
sambært
kanningini.
Sjórænarar
rænt ST-skip
Síðani tann 27. juni hava
sjórænarar havt ræðið á
einum farmaskipi, sum
var á veg til Somalia við
850 tonsum av rísi til tey
mogu, sum mistu hús og
heim av flóðalduni annan
jóladag í fjør.
Skipið var 30 fjórðing-
ar úr landi, tá sjórænarar-
nir tóku ræðið umborð,
og eingin veit, hvat er
hent
teimum
tíggju
monnunum, sum vóru
við skipinum. Sjórænar-
arnir kravdu 500.000
dollarar í loysigjaldi fyri
skip og manning, men
ST, sum hevur sent skip-
ið til Somalia, sýtti fyri at
gjalda. Samstundis hevur
ST
biðið
somalisku
stjórnina leggja trýst á
sjórænararnar, men tað
hevur ikki givið nakað
úrslit.
Herfyri eydnaðist tað
so at fáa samband við
sjórænararnar, sum játt-
aðu at lata skip og mann-
ing leys, um teir fingu
ein part av rísinum aftur-
fyri. Hetta góðtók ST,
men síðani er einki hent,
og sjórænararnir hava
ikki latið frætta frá sær.
Flóðaldan annan jóla-
dag í fjør kravdi umleið
200 mannalíuv í Somal-
ia, og umleið 2.500 út-
róðrarbátar fóru í sor, tá
flóðaldan kom inn á land.
Kann halda
fram
Seinastu nógvu árini
hevur Yoweri Museveni
verið forseti í Uganda, og
nú er tjóðartingið sinnað
at broyta lógina, so hann
kann halda fram í em-
bætinum eftir valið í
mars næsta ár.
Higartil hevur ugand-
iska stýrisskipanin sagt,
at eingin kann sita í for-
setaembætinum
meiri
enn fimm valskeið, og
tað fimta valskeiðið hjá
Museveni rennur út í
mars næsta ár. Men tjóð-
artingið sigur, at hann
sleppur at stilla uppaftur,
um hann vil.
Museveni tók valdið í
Uganda í 1986. Í mong ár
bleiv hann roknaður sum
ein, ið kundi snara Afrika
á eina nýggja og meiri
demokratiska kós, men
tey, sum finnast at hon-
um, siga, at hann hevur
verið ov einaráðandi tey
seinnu árini.
UTTAN ÚR HEIMI
Nógvar danskar fyri-
tøkur skulu greiða ST
frá, hvussu tær bóru
seg at við at fáa sátt-
málar við stýrið hjá
Saddam Hussein. Ein
fyritøka hevur við-
gingið, at hon rindaði
irakum pengar fyri at
fáa sáttmálar í Irak
MUTUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Hetta er sera álvarssamt,
og tað harmar okkum, at
tveir av okkara starvs-
monnum hava medvirkað
til mutur, segði stjórin á
stóru donsku fyritøkuni
Grundfos,
Jens
Jørgen
Madsen, eftir at Berlingske
Tidende hevði avdúkað, at
Grundfos
hevði
latið
irakskum embætismonnum
pengar aftur fyri at fáa sátt-
málar við Irak.
Sambært blaðnum rind-
aði Grundfos irakskum em-
bætismonnum pengar aftur
fyri sáttmálar í 2001 og
2002. Ætlanin var at gera
tað sama í 2003, men álop-
ið á Irak gjørdi, at ætlanin
bleiv slept. Teir báðir
starvsmenninir hjá Grund-
fos hava fingið sekkin, men
sambært ST er Grundfos
ikki tann einasta danska
fyritøkan,
sum
hevur
svikað seg til sáttmálar við
Irak.
Upplýsingarnar eru kom-
nar fram í sambandi við, at
ein serlig kanningarnevnd
hjá ST hevur granskað,
hvat Irak brúkti sínar olju-
pengar til, tá ST loyvdi
stýrinum hjá Saddam Hus-
sein at selja olju, so landið
kundi keypa mat og heili-
vág til fólkið. Hetta var í
árunum frá 1996 til 2003.
Sambært
Berlingske
Tidende vísir frágreiðingin
hjá nevndini, at minst 73
danskar fyritøkur samstarv-
aðu við Irak í hesum tíðar-
skeiðinum, og at pengarnir,
sum tær fingu burturúr,
komu frá olju fyri mat-
skipanini. Danska vinnu-
og byggistýrið hevur upp-
lýst fyri blaðnum, at hesi
árini seldu danskar fyri-
tøkur irakum vørur og tæn-
astur fyri 3,2 milliardir
krónur.
ST-kanningarnevndin
hevur nú biðað tær donsku
fyritøkurnar
greiða
frá
sambandinum, sum tær
høvdu við Irak í hesum ár-
unum. Tær skulu eisini
upplýsa, hvørjar fyritøkur
tær kappaðust við fyri at
sleppa
inn
á
irakska
marknaðin, og hvørjum
fyritøkum tær samstarvaðu
við.
Sambært Berlingske Tid-
ende hava einar tíggju
danskar fyritøkur spurt seg
fyri, hva tær skulu svara
ST. Svarið frá Ídnaðarfe-
lagnum er, at tær skulu siga
sannleikan.
Amerikanska
fregnar-
tænastan CIA hevur fyrr
roknað út, at útlendskar
fyritøkur rindaðu irakskum
embætismonnum minst 1,7
milliard dollarar í mutri.
Fyrrverandi danski ST-
embætismaðurin
Henrik
Olesen, segði við Ber-
lingske Tidende í gjár, at
trygdarráðið hjá ST gjørdi
eitt stórt mistak, tá tað lat
irakar umsita sáttmálarnar
við tær útlendsku fyritøkur-
nar, tí tað gjørdi tað møgu-
ligt hjá fyritøkunum at
rinda irakum mutur, uttan
at ST kundi halda eyga við
tí.
– Eg vóni, at ein dag
fer Guð at góðtaka
meg, segði drápsmað-
urin Dennis Rader, tá
hann fekk dómin
DÓMUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tann 60 ára gamli Dennis
Rader hevur greitt frá, at
tað vóru illir andar, sum
fingu hann at beina fyri
tíggju fólkum í árunum frá
1974 til 1991.
Løgreglan í amerikanska
statinum Kansas stóð á ber-
um øll árini. Drápsmaðurin
nevndi seg BTK "bind,
torture, kill" (bind, pín,
drep), men hóast stór løg-
reglulið royndu at loysa
gátuna, bleiv hann ikki av-
dúkaður.
Ikki fyrr enn í februar í ár
bleiv Dennis Rader tikin,
og í juni viðgekk hann, at
hann hevði beint fyri sjey
kvinnum, einum manni og
tveimum børnum. Hósdag-
in fekk hann revsingina:
Lívlangt fongsul fyri hvørt
morðið.
– Eg vóni, at ein dag fer
Guð at góðtaka meg. Tað
hevur verið myrkt, men eg
haldi, at eg hómi ljósið nú,
segði Rader, tá hann hevði
fingið dómin.
Kansas hevur deyðarevs-
ing, men hon bleiv ikki sett
í gildi fyrr enn í 1994 og
tískil aftan á morðini, og tí
kann Rader ikki dømast til
deyða.
Nógvar danskar fyritøkur
svikaðu í Irak
Hann fekk tíggju ferðir
lívlangt fongsul
Dennis Rader kann í fyrsta lagi royndarleyslatast um 40 ár, men tá verður hann 100
Mynd: Reuters