leygardagur 20. august 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Tað ræður um at
finna hurðina inn til
sjúklingin. Etingar-
ólag er bert eitt
sjúkutekin ella mis-
trivnaður, sum vísir
seg við, at sjúk-
lingurin ikki vil eta,
sigur Terji Kollsker
ETINGARÓLAG
Dagny Joensen
Í síðsta Vikuskifti var sam-
røða við 42 ára gomlu Janu
E. Thomsen, sum um 14 ára
aldur fekk etingarólag. Tá
var eingin rættilig skipað
viðgerð í Føroyum, men í
dag fáa fólk við hesum
sjúkum viðgerð á psyki-
atrisku deild á Lands-
sjúkrahúsinum.
Vit hava tosað við Terja
Kollsker, sálarfrøðing og
Sanne Storm, musiktera-
peut, sum dagliga eru um
sjúklingar við etingarólag.
Terji Kollsker sigur, at
einki mark er fyri, hvussu
nógv ella lítið sjúklingar
við etingarólag skulu viga,
fyri at verða innlagdir, men
tá BMI -talið er umleið 17
er vandi á ferð. Kemur
hetta talið niður um 15,
byrjar sjúklingurin at vera
illa fyri sálarliga, hevur
torført við at miðsavna seg
og síggja samanhangin í
síni støðu. Tað vil siga, at
heilin ikki virkar nóg væl.
Tá kann tað verða trupult at
veita sjúklingum holla við-
gerð.
Best at veita
ambulanta viðgerð
Av tí at talan ofta er ung-
fólk um 15 ára aldur, er
best um sjúkling-ur kann
fáa ambulanta viðgerð, fyri
ikki at órógva skúlagongd,
samveru við vinir og fa-
miljuna o.s.fr..
Annar trupulleiki er, at
psykiatriska deild ikki hev-
ur barna- og ungdómsdeild.
Tí mugu hesir sjúklingar
innleggjast saman við øðr-
um sjúkum og eldri fólki á
deildini.
- Eru sjúklingarnir ser-
liga illa fyri, verða teir
sendir á Ríkishospitalið í
Keypmannahavn, har ein
deild er fyri fólki við eting-
arólagi. Tað kemur fyri
umleið tvær til fýra ferðir
árliga. Har eru teir í við-
gerð frá trimum mánaðum
upp í eitt ár, sigur Terji
Kollsker.
Verða sjúklingar kortini
innlagdir á psykiatrisku
deild á Landssjúkahúsinum
verða teir læknaliga kann-
aðir og fáa kostplan, fysio-
terapi og tilboð um musik-
terapi og sálarfrøðiliga við-
gerð.
Sanne Storm, musiktera-
peutur og Terji Kollsker
hava seinasta árið arbeitt
við musik og sálarfrøði-
ligari viðgerð, higartil við
góðum úrsliti.
Nýta musikterapi
– Innan musikterapi nýta
vit ljóðið sum medie, fyri at
fáa sjúklingin at geva seg til
kennar. Tú kanst siga, at vit
brúka tónleikin í staðin fyri
orð, sigur Sanne Storm og
leggur aftrat: - Ofta verður
sagt, at etingaólag ikki snýr
seg um mat, men um kensl-
ur. Í nøkrum førum er tað
ein trupulleiki hjá sjúkling-
um at málbera seg, og tá
kann tónleikurin verða ein
fyrimunur, sigur Sanne
Storm.
- Um vit taka sálarfrøði-
liga viðgerð og musik-
terapiina undir einum, so
samstarva sálarfrøðingur
og musikterapeutur á tann
hátt, at tey kunnu siga
hvørjum
øðrum,
hvat
sjúklingurin hugsar og ger.
- Tað ræður um at finna
hurðina inn til sjúklingin.
Etingarólag er eitt sjúku-
tekin ella mistrivnaður,
sum vísir seg við, at sjúk-
lingurin ikki vil eta. Tað er
sum við børnum. Eingi
børn eru líka, tey skulu
stimbrast á hvør sín hátt.
Sjúklingur við etingarólag
skal stimbrast í at læra seg
sjálvan at kenna ella, við
øðrum orðum, læra seg at
liva, sigur Terji Kollsker.
Familjuterapi
Viðvíkjandi ambulantu við-
gerðini av sjúklingum við
etingarólagi, halda sálar-
frøðingur og musiktera-
peutur, at úrslitini higartil
hava verið góð. Tey bæði
hava gott samband við tann
sjúka og familju hansara.
Umframt
at
sjúklingur
gongur til viðgerð eina ferð
um vikuna ella so, er eisini
familjuterapi. Tað hevur
alstóran týdning at familjan
verður tikin við, av tí at tað
ávirkar øll í familjuni, tá
ein teirra fær etingarólag
Um hvussu sjúklingar fáa
samband við psykiatriska
deild, sigur Terji Kollsker,
at vanliga eru tað komm-
unulæknar, skúlar, sosialu
deildirnar hjá Almanna-
stovuni kring landið ella
hinar deildirnar á Lands-
sjúkrahúsinum, sum ávísa
sjúklingarnar.
Einir seks-sjey sjúklingar
við etingarólag eru í løtuni
í viðgerð, ein langtíðar við-
gerð, sum krevur nógva
orku.
Eisini verður fyri ein part
gjørt uppsøkjandi arbeiði,
har farið verður á heima-
vitjan at tosa við sjúkling
og familju. Royndir at veita
familjuterapi í heiminum
hevur eisini hildnast væl,
eitt nú fyri fáa tann sjúka at
taka ímóti viðgerð. Tað
hevur verið lættari, tá
heimavitjan hevur verið
partur í arbeiðinum.
Neyðugt við barna-
og ungdómsdeild
- Tað líkist ongum, at vit
onga barna- og ungdóms-
psykiatriska deild hava. Tí
verða teir sendir niður til
Danmarkar í viðgerð. Tað
er eingin góð loysn, at taka
tey ungu burtur úr egna
umhvørvi, frá foreldrum og
vinum, sigur Terji Kollsker,
sum kom til Føroya at ar-
beiða fyri tveimum árum
síðan.
Áðrenn hann kom henda
vegin, starvaðist hann í
níggju ár sum kliniskur
psykologur á depli fyri
børn og ung á Bornholm.
Júst tá varð barna- og
ungdómspsykiatrisk deild
sett á stovn. Terji Kollsker
var við í fyrireikingarar-
beiðnum, og skuldi eftir
ætlanini byrja at arbeiða
har.
Sanne
Storm
hevur
somuleiðis arbeitt á barna-
og ungdómspsykiatriskari
deild á sjúkrahúsi í Ålborg í
nógv ár, áðrenn hon fyri
góðum trimum árum síðani
kom til Føroya at arbeiða.
Hagtøl vísa, at í fjør vóru
umleið 50 mál við børnum
og ungum viðgjørd á psyki-
atriska deild. Tað prógvar at
stórur tørvur er á barna- og
ungdómspsykiatriskari
deild í Føroyum.
- Etingarólag er bert ein
lítil partur av hesum, men
tað neyðuga, fyri at vit
kunnu fullfíggja viðgerðina
við etingarólag, er fyrst og
fremst at vit stovna barna-
og
ungdómspsykiatriska
deild, harnæst at vit skipa
eitt toymi við sjúkrasystr-
um,
fysio-terapeutum,
skúlalærarum, pedagogog-
um, musikterapeuti, sálar-
frøðingum og psykiatarum.
- Tað er fyritreytin fyri at
fáa viðgerðina at rigga til
fulnar, sigur Terji Kollsker
og leggur aftrat: Vit hava
útbúgvið starvsfólk til hesa
uppgávu - okkum tørvar
bert deildina.
Í tilmæli, sum er gjørt,
um stovnan av barna- og
ungdómsdeild stendur, at
henda deildin skal verða
veruleiki í 2006, so nú bíða
tey bara eftir at nakað verð-
ur gjørt við málið.
Nr. 157 - 20. august 2005
9
Graslíki kann
elva til
krabbamein
Svenskar
kanningar
staðfesta, at tað kann
vera lívshættisligt at
spæla fótbólt á gras-
líki, um talan er um
vallir
av
sonevnda
triðja ættarliðið av
graslíki. Tað vil siga
vallir, har gummikúlur
verða nýttar í vøllin-
um.
Gummikúlurnar eru
ætlaðar at fáa bóltin at
bera seg at á sama hátt,
sum hann ger á veru-
ligum grasi, men tað er
ikki júst hesin egin-
leikin, sum er vanda-
mikil.
Hinvegin eru
hesar kúlurnar í fleiri
førum framleiddar úr
gomlum lastbiladekk-
um, og slíkt gummi
kann innihalda PAH-
oljur, sum eru krabba-
meinselvandi.
Norska
Verdens
Gang skrivar, at sam-
bært serfrøðingum, er
ymiskt, hvussu vanda-
miklar kúlurnar eru,
men tær kunnu vera
vandamiklar, um tær
t.d. koma í munnin á
einum spælara, og
hesin av óvart svølgir
kúlurnar. Hartil merkir
slitið, at kúlurnar mol-
ast sundur, og tá gerst
trupulleikin enn størri.
Í Føroyum eru í løt-
uni 10 vallir av hesum
slagnum, sum verða
nýttir av fótbóltsfeløg-
um.
Hartil
verður
nýggja graslíkið eisini
nýtt
til
sonevndu
sparkivallirnar,
sum
skulu fáast kring land-
ið.
-jm
Etingarólag er spurningur
um kenslur
Sanne Storm,
musikterapeutur
og Terji Kollsker,
sálarfrøðingur,
hava seinasta
árið gjørt royndir
við at samskipa
viðgerðina av
sjúklingum á
psykiatrisku
deild. Úrslitið
hevur verið
væleydnað, sigur
tey bæði