Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 157 - 20. august 2005 Gransking verður, sum púra beint er, ført fram sum eitt lyklaorð í hesum døgum. Tað er positivt, at Føroya Landstýri signalerar, at nú skal gransking takast í álv- ara. Tað er ein sannroynd, at um eingir pengar verða brúktir til gransking, so er stagnatión fyri framman. Gransking fevnir sera vítt. Summi granska í skald- skapinum hjá onkrum rithøvundi, onnur í gomlum nøvnum, meðan aftur onnur upfinna pumputøkni og nýggj trol. Tað er alneyðugt, at tað almenna, fyriuttan at seta gransking ovast á breddan, eisini raðfestir, hvørjum granskast skal í. Tað er nú einaferð so, at øll gransking kann ikki javnsetast, tí okkurt er luksus- gransking. Ikki tí, pláss skal eisini verða fyri hesum, og einum og hvørjum stendur frítt at granska í tí, ein vil, men spurningurin er, um tað almenna skal gjalda eina milliónaupphædd til slíka gransking. Í hvussu so er, so eigur man politiskt at gera upp við seg sjálvan, hvussu raðfestast skal við pengingaliga tilfeinginum, ið nú einaferð er avmarkað. Um vit hyggja tvørturum Atlantshav, so síggja vit, at gransking har í ein sera stóran mun er problemloysing. Fyritøkur hava okkurt ynski ella onkran trupulleika, og so gjalda tey lærustovnum og granskarum fyri at granska í hesum fyri at fáa eitt úrslit, ið kann komm- ersialiserast. Føroyska vinnan hevur ikki granskað nógv, hóast eink- ultar av størru fyritøkunum í okkara høvuðsvinnu hava brúkt eitt sindur av orku til hetta. Fyri smærru vinnu- fyritøkurnar er ofta tað galdandi, at tær hvørki hava tíð, ella umstøður til at granska. Her er tað, at landið kann gera seg galdandi. Um landið kann skapa karmar, so at smærri fyritøkur kunnu fáa fysiskar umstøður og fak- ligan íblástur til at granska, so gerst tann gáttin at byrja at granska ikki so høg hjá einari minni fyritøku. Fyri at føroysk gransking skal kunna taka dik á seg, er tó týdningarmikið, at man integrerar lærustovnar í hesa ætlan so tíðliga sum møguligt. Tá nú ein nýggjur fiski- vinnuskúli verður bygdur, so er upplagt, at hesin skúli - eins og t.d hægru útbúgvingarnar á Tekniska Skúla - skal brúka part av tíðini til problemsloysing hjá vinn- uni. Tað er umráðandi at hugburðurin, har man brúkar ungt fólk til problemloysing kemur inn so tíðliga sum møguligt, bæði fyri ungdómin sjálvan og fyri vinnuna. Um granskingin verður ov eliter, so kemur einki burt- urúr. Sjalvandi skulu PhD projektir til á hátøknuliga økinum, men tað er tíð uppá at revidera okkara skipan. Danskir og harvið eisini føroyskir PhD lesandi eru be- týðiligt eldri enn PhD lesandi í Bretlandi og USA og profilarnir eru ofta tilkomið fólk í undirvísingarstørv- um, heldur enn bjørt ung studerandi um 20 ára aldur sum vanligt er í USA og Bretlandi. Ein annar munur er, at størsti parturin av PhD’unum í Bretlandi og USA fara beint út í vinnuna við sínari vitan, og ikki sum her, har einans fá av hesum fólkum enda í vinnuni. Hetta er sjálvsagt nakað, sum bæði vinna og tað almenna eiga at analysera, tí feilurin liggur helst hjá báðum. Nú er so hol komið á kjakið, og nógvar meiningar eru. Vónandi fer komandi tíðin at beina okkum inn á vinn- andi kósina. DAGSINS MEINING Sosialurin Hvør skal granska? Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. – Fyrr hava vit mugu leigað bátar, og tú veitst ongantíð, hvussu teir rigga til eina uppgávu. Nú hava vit okkara egna bát, og vit fara at kenna styrki og veik- leikar hjá honum, sig- ur Marius Magnus- sen, formaður fyri Norðoya Bjargingar- felag, nú felagið hev- ur keypt sær ein ser- liga bygdan bjarging- arbát úr Onglandi BJARGINGARBÁTUR Pete Bevington, Shetland News Agency Aith, Hetland: Tann fyrsti serliga bygdi bjargingarbát- urin, sum føroyingar nakr- antíð hava átt, er farin úr Hetlandi við kós ímóti størstu fiskivinnuhavnini í Føroyum. Sjálvbodni felagsskapur- in úr Klaksvík fekk til vega meira enn hálvaaðru milli- ónir krónur til at keypa 20 ára gamla bjargingarbátin Newsbuoy frá Royal Natio- nal Lifeboat Institute (RNLI). RNLI, sum heldur til í Poole í Dorset, selir sínar gomlu Arran bjargingarbát- ar og skal endurnýggja flot- an við nýggjari og betur út- gjørdum Trent and Severn bátum. Í Føroyum er eingin líkn- andi felagsskapur sum RNLI, og Norðoya Bjarg- ingarfelag, sum heldur til í einum øki við 6.000 fólk- um, hevur brúkt bátar hjá øðrum í sambandi við neyðtilburðir. Formaðurin í Norðoya Bjargingarfelag, Marius Magnusson, sum í síðstu viku fleyg til Onglandi við trimum øðrum monnum, sigur, at nýggi báturin kann kollvelta bjargingartænast- una í økinum. – Fyrr hava vit mugu leigað bátar, og tú veitst ongantíð, hvussu teir rigga til eina uppgávu. Nú hava vit okkara egna bát, og vit fara at kenna styrki og veikleikar hjá honum, sigur Marius Magnussen, sum eisini er leiðari við Trygd- armiðstøðina í Klaksvík. Verður brúk fyri slíkum báti Tað koma alsamt fleiri stuttleikabátar til Føroya, og tí kann tað gerast brúk fyri einum slíkum bjarging- arbáti, sum Norðoya Bjarg- ingarfelag hevur keypt. Longu í ár hava tað verið fimm tilburðir, har Norð- oya Bjargingarfelag hevur verið við til at hjálpa. Manningin umborð á nýggja bjargingarbátinum, sum hevur fingið navnið Ziska, hevur seinastu tríggjar dagarnar hildið til í Aith, har ein støð fyri bjargingarbátar er. Har hev- ur føroyska manningin gjørt venjingar saman við hetlendsku manningunum, og teir hava fingið nógv at vita um, hvussu teirra nýggi bátur riggar. Menninir í Aith kenna væl Newsbuoy, tí teir hava arbeitt umborð á honum í sambandi við hendingina, tá ið griskska farmaskipið Argomar í 1997 rendi á land í Hetlandi. – Hesin báturin fer at gera stóran mun hjá teim- um. Hvussu teir hava klár- að seg uttan ein slíkan bát er óskiljandi, og vit eru eis- ini fegnir um, at vit hava kunna víst teimum, hvussu báturin riggar, sigur skipar- in Hylton Henry, sum starvast á bjargingarstøðini í Aith. – Báturin er sera væl egn- aður til bjarging. Hann er væl bygdur, hann er trygg- ur, og hann fer at tæna teimum í nógv ár, sigur hann. Til Klaksvíkar leygardagin Nýggi bjargingarbáturin hjá Norðoya Bjargingarfel- ag hevur tveir 500 hesta Caterpillar motorar og kann sigla 18 míl. Báturin er ein av nógvum bátum, sum RNLI hevur selt til lond sum Ísland og Kina. Fyrradagin fór Ziska skúmandi avstað við kós ímóti Føroyum, og hann skal eftir ætlan koma til Klaksvíkar fyrrapartin leygardagin, tá ið Sjó- mannadagur verður hildin í Klaksvík. Tjaldrið og Triton skulu fylgja Ziska til lands, og røða verður hildin í sam- bandi við, at báturin kemur til Klaksvíkar. Bátur til bjarging fer at gera mun Marius Magnusson, formaður fyri Norðoya Bjargingarfelag, frammanfyri nýggja bjargingarbátin. Seinastu dagarnar hava teir gjørt venjingar í Aith í Hetlandi. Mynd: Shetland News Agency