Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 20. august 2005 11 VIÐMERKINGAR Frá at vera tann fram- burðssinnaði og framfýsni er Høgni Hoydal sum and- støðuleiðari næstan vorðin ímyndin av sjálvum afturhaldi- num. "Um vit ikki fáa "alt", so skulu vit heldur "einki" hava" - tykjast at vera vorðin nýggju politisku slag- orð hansara. So løgið tað enn ljóðar, so er hann við sínum "alt ella einki - politikki" knappliga vorðin heitasti verjin av tí "bestående" enntá av gomlu Heimastýris- lógini. Hann er stutt og greitt ímóti øllum broytingum rætta vegin í viðurskiftun- um Føroyar og Dan- markar millum Jóannes Eidesgaard løgmaður Mong framstig á leiðini frægari enn eitt miseydnað risastig. Rættiliga nógv í lívsins viðurskiftum gongur í stig- um - tekur seg líðandi upp. T. d. búnast vit so líðandi, men so ein dag, so eru vit fullbúgvin. Summarið kemur ikki, fyrr enn vit hava strítt okkum gjøgnum strævnan vetur og svikaligt vár. Tú leggur ikki seinasta steinin á varðan, áðrenn tú hevur lagað hann upp. So- leiðis er eisini við okkara politisku skipan. Er talan ikki um eina beinleiðis kollvelting, so henda eisini politisku broytingarnar gjarna í stigum - summi stór og onnur smærri. Trø- ini vaksa tó rætta vegin, hó- ast tey ikki náa heilt inn í Himmalin. Í samfull seks ár royndi undanfarna samgonga við m. a. Høgna Hoydal sum stavnamanni at gera upp við Danmark. Nú skuldi loysast - stigið skuldi takast fult út - einki minni enn tað. Hvussu tað gekst, ja tað vita vit øll. Tí man tað falla mongum fyri bróstið, at sami Høgni Hoydal nú tykist firtin um, at sitandi samgonga ikki skal hava sama mál um eina mis- eydnaða loysing. Ikki tí, vit í samgonguni eru ikki nøgd við verandi skipan, og settu vit okkum fyri at broyta hana. Men samstundis so viðurkenna vit eisini, at í dag er ikki politiskur meiriluti fyri at taka stigið fult út, men at stórur meiriluti er fyri broytingum. Og skilagóðar broytingar skorta tað ikki uppá. Alt broytingar, sum flyta samfelagið fram - eis- ini á sjálvstýrisleið. Nýggi hamurin hjá Høgna Hoydal Høgni Hoydal hevur nú funnið sín nýggja politiska ham sum andstøðuleiðari. Øll stig, sum bera rætta vegin, fer hann ímóti við lív og sál. Øll stig - allar loysn- ir, sum ikki innihalda ta loysingina, sum hann ikki megnaði, tá hann hevði valdið, verða sópaðar av borðinum við háð og spott. Men tað er so hansara val, bert spell at hann ikki kundi luttaka konstruktivt og verið virkin positiva vegin. Tað hevði eisini bæði klætt honum og sjálv- stýrismálinum munandi betur. Men Tjóðveldisflokkurin hevur roynt henda leistin við "alt ella einki" - í poli- tikki áður. Frá 1948 og fram til 1974 sat flokkurin júst á sama hátt, sum Høgni nú vil. Einki hendi, men orðini og proklamasjónir- nar trutu ikki. Bløðini á tremur, fundir og rakstrar- róp. Tá ið so flokkurin fekk møguleikan í sjálvstýris- landsstýrinum í 60’unum, so hendi stórt sæð heldur einki. Høgni má eisini við- ganga, at hansara persón- ligu úrslit í fullveldisland- stýrunum frá 1998 til 2004 vóru ikki nógv at skriva heim um. Men so kom eitt skeið frá 1974 til 1980, har Tjóð- veldisflokkurin brúkti vit og skil, og rættiliga nógv kom á skaftið. Gaman í langt frá alt, men munandi framstig á sjálvstýrisleið. Men sum áður sagt, hatta er so leikluturin, Høgni Hoydal nú hevur valt og alt uttan nakað trýst frá okk- um, tvørturímóti. Í staðin fyri at vera stand- andi í stað og einki vilja broyta, og í staðin fyri at standa og trútta um, at vit bert eru nøgd við at fáa alt, so hava vit sett ferð á at fáa nógv úrslit harímillum, sum alt í alt flytur okkum munandi stig á sjálvstýris- leið. Og longu nú hava vit gjørt meira við hesi viður- skifti, enn mong ártíggju áður gjørdu. Lat okkum taka nøkur dømi um, hvussu leikur er farin seinastu tíðina: Verju og trygdarmál Tá vit fingu útvegað okk- um ávirkan og innlit við samtyktini um verju-og trygdarmál í fjørvár, tá valdi Høgni at seta føtur í spenni, tí hann fekk ikki alt, og so vildi hann einki hava. Høvdið fór djúpt niður í sandin. Hann var bangin fyri, at tóku vit hetta stigið, so viðurkendu vit, at verju og trygdarmál eru felags- mál, hóast hvørt mansbarn veit, at hetta málsøkið er skipað sum felagsmál í Heimastýrislógni frá 1948. Tískil stóð Høgni einsa- mallur og helt fast um ver- andi skipan (det bestå- ende), sum annars fær ein so lemjandi dóm bæði í reyðu- og svørtubók. Og hetta var eisini fyrstu ferð, at Løgtingið tók støðu til Nato, men altso uttan Tjóð- veldisfloksins medvirkan. Fámjinsskjalið, sum í praksis útgreinar áður- nevndu samtykt, gevur okkum m. a. møguleika til at luttaka í øllum samráð- ingum á uttanríkisøkinum, sum hava við Føroyar at gera. Men aftur her sveik Høgni og segði, at løgmað- ur hevði sýnt undirbrotlig- heit. Hann valdi heldur eina støðu, har hann var nøgdur við verandi skipan, har danir hava kunnað skaltað og valtað, sum teimum lyst- ir á hesum málsøki. Yvirtøkulógin Yvirtøkulógin er størsta frambrot á sjálvstýrisleið síðan Heiastýrislógina. Tí haldi eg, at tað var rætt av Anfinni Kallsberg og Høgna Hoydal í undanfarna landsstýri at leggja lunnar undir hesa lóg - tað takki eg teimum fyri. Yvirtøkulógin gevur Løgtinginum einsa- møllum heimildir at yvir- taka. Men hvat gjørdi Høgni, nú hann sat í and- støðu. Hann setti aftur føtur spenni ímóti og segði nei. Heimastýrislógin var nøkt- andi fyri hann. Hetta segði maðurin, sum í fleiri ár bardist fyri at yvirtaka fjøl- miðlaábyrgdarlógina, uttan at tað eydnaðist við somu Heimastýrislóg sum grund- arlag. Uttanríkislógin og Íslandssáttmálin Tá vit fingu uttanríkislóg- ina, sum gevur okkum heimildir til sjálvi at fara út í heim og samráðast og gera sáttmálar í øllum yvirtikn- um málum, ja so var svarið enn einaferð nei, ja enntá so harðliga, at hann legði misálit á meg fyri næstan "landaskaðiligt virksemi." Og hann sigur enntá mill- um reglurnar í bløðunum seinasta leygardag, at Heimastýrislógin í hesum sambandi er munandi betur og ivaleysa góð. Tað, sum Høgni Hoydal annars førir fram í bløðun- um leygardagin er fult av beinleiðis skeivleikum og tilætlaðum misskiljingum. M. a. at uttanríkislógin er eitt afturstig. Lat meg sláa fast, at vit framvegis sjálv- andi kunnu gera sáttmálar sum tann við Ísland við grundarlag í Heimastýris- lógini, men tá er tað við einari fulltrú úr danska uttanríkisráðnum. Og sama fulltrú er neyðug, tá vit gera sáttmálar á yvirtiknum økj- um eitt nú innan fiskivinnu og handil. Undirskrivari er eisini uttanríkisráðharrin ella ein av hansara em- bætismonnum. Við uttanríkislógini hava vit fingið ein nýggja platt- form. Nú kunnu vit taka sakina í egnar hendur á øll- um yvirtiknum økjum. Vit samráðast, vit gera sáttmál- ar, og vit undirskriva sjálvi. At so uttanríkislógin víðkar føroyskar ræsir við fleiri yvirtiknum málum átti ikki at givið formanninum í Tjóðveldisflokkinum vøku- nætur. Sjálvsavgerðar- rætturin Fyri fyrstu ferð í søguni fingu vit donsku stjórnina at viðurkenna, at Føroyar hava sjálvavgerðarrætt inn- an altjóðarætt. Hetta var tað, sum fullveldissamráð- ingarnar annars slitnaðu uppá. Erliga sagt, so rokn- aði eg við, at her fór Høgni at takka okkum fyri væla- avrik, men so eiðasørt. Nú var tað heldur ikki gott nokk, tí nú vóru tað bert danir, sum søgdu, at vit høvdu sjálvsavgerðarrættin og ikki ST. Annars verður henda frá- boðan fráboðað ST, men ivaleyst finnur Høgni tá onkra nýggja undanførslu. Norðurlandaráðið/- EFTA Vit hava nú møguleikan at fáa okkum munandi sterk- ari umboðan í Norður- landaráðnum við m. a. sjálvstøðugari føroyskari sendinevnd, møguleikum at fáa formansskapir, og at vit gjalda fyri okkum sjálvi. Men rætt gitt, hetta verður eisini av sama Høgna Hoy- dal lastað undir sand og øsku. Tá vit siga, at nú er møguleiki fyri, at vit sjálvi taka málið um føroyskan limaskap í EFTA í egnar hendur við uttanríkislógini, so sigur Høgni Hoydal, at tað hava vit altíð kunna gjørt undir veingjabreiði- num og við fulltrú frá uttanríkisráðnum og við Heimastýrislógini sum grundarlagi, og tað er nóg gott. Ilt eyga vil einki gott sjá Illir andar á Leynum skírir Høgni Hoydal seinasta ríkisfundin. Eg haldi ikki, at eg fari at viðmerkja nak- að til slíka útsøgn annað enn, at Høgni nú hevur gjørt upp við seg sjálvan, at hann einki positivt vil síggja, so leingi vit sita við ábyrgd fyri samfelagnum. Eg veit væl, at tað er stræv- ið at sita í andstøðu, og eg veit eisini, at tað er lætt at gerast negativur og ivaleyst eisini súrur, men álvaratos – tað skal valdast, hvussu langt man kann fara. At stíla eftir ongum gev- ur ongantíð nakað. Men bert at vera nøgdur við at fáa alt og einki minni enn tað, gevur so í løtuni heldur einki. Ikki tí, tað skal ikki misskiljast. Tað er gott at stíla eftir nógvum og øllum, men at stinga høvdið í sandin, tá man ikki fær alt, men kann fáa framstig, er ábyrgdarleyst. Men uppaft- ur verri er tað, tá man so í reinari frustrasjón ger seg til talsmann fyri at varð- veita støðuna, sum er, tí man ræðist batar. "Hvokkin er hann Grím- ur á skóg," tað má sannast. Afturhaldið fingið nýggjan stavnamann Kári Annan Berg Endliga verður Henrik Lar- sen skiftur út, men helvtin er eftir. Jógvan Martin Ol- sen eigur eisini at verða út- skiftur. Alt ov konservativ- ur, hvat viðvíkur Súna Ol- sen, bert fyri at taka eitt dømi. At Jógvan Martin Olsen skal verða so naivur, at siga við fjøðlmiðlarnar at ongin kann gerða arbeiði hjá Súna Olsen ,so at Súni kundi sloppi fram á vøllin, vísir bert hvussu lítið hann broy- tist. Men sum áður nevnt er hetta bert eitt eindømi um hansara nógvu skeivu metingar. Landsliðið hevur gjørt afturstig í stórum, seinastu árini. 1 stig pr. undankapp- ing, er sum at fara aftur til tíðina áðrenn Allan Simon- sen. Føroyska landsliðið trongir til eina renovering. Nýtt blóð og hugskot. Tað nyttar onki at finna ein venjara, bara tí hann er ein fyrrverandi kendur fót- bóltsleikari (Henrik Larsen). Viðkomandi má vita um fótbóltin og handan fótbóltin eisini og hava royndir, spyr bara Johan Nielsen, venjara hjá Skála. Henrik Larsen sigur eftir hvønn dyst, at hini bert hava so nógvar málmøgu- leikar, sum teir hava skorað uppá, og at Føroyar hevur alt annað í dystinum. Tað er tann sama plátan vit hoyra umaftur og umaftur. Og tak málið um Toda fram. Henrik Larsen vildi IKKI takað Toda Jónsson við til dystirnar í juni ,tí at hann metti ikki at Todi megnaði at spæla 90 min- ttutir og tað kundi Henrik ikki brúka til nakað. Hvussu ber tað so til at Todi er við hesuferð, tí hesuferð vistu teir fyri vissu at Todi IKKI megnaði at spæla allar 90 minuttirnar. Todi Jónsson skal nokk koma seg , mann kann ikki vænta at hann skorar 5 mál fyrsta dystin, eftir 4 ár. Men um Henrik bara tonkti seg eitt líti sindur um ,tá hann nú visti at Todi bert klárar ein hálvleik , hví so ikki brúka hann í seinna hálv- leik, tá Føroyska landsliðið sum vant manglar mál ímóti endanum." Landsliðsvenjarin