leygardagur 20. august 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 157 - 20. august 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føðingar
Ein vakran sól-
skinsdag tann 9.
august á middegi,
var henda lítla
diddan fødd á
sjúkrahúsinum á
Frederiksberg.
Hon vigaði 3900
gram og var 54
cm long, men tað
tók ikki dirvið frá
einum stoltum og
spentum
stóra-
beiggja Mikal at
taka hana í fang-
ið. Foreldur eru
Sigrun Dalsgaard Hansen og Ósbjørn
Jacobsen, øll búsitandi á Frederiksberg í Danmark.
10. august fingu Hanna Vágsheyg og Birgir I. Sigurðsson,
bæði úr Klaksvík, búsitandi í Keypmannahavn, eina dóttur.
Hon var 52 cm. long og vigaði 3800 gr.
10. august fingu Helga Rúnadóttir Øster og Jógvan Elias
Jacobsen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og
vigaði 3550 gr.
11. august fingu Torgerð Dam og Johnny Poulsen, Tórshavn,
ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 2940 gr.
11. august fingu Maria og Dorel Cerveneac, Vestmanna,
eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3650 gr.
12. august fingu Rúna Seyer Hansen og Hjalti Eliasen,
Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3600
gr.
13. august fingu Margit og Gunnar Justinussen, Tórshavn,
ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3225 gr.
13. august fingu Beinta og Páll Hammer, Saltangará, ein
son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3350 gr.
15. august fingu Henny Vest og Malvinus í Gong, Klaksvík,
ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4800 gr.
15. august fingu Maria og Viggo Johannesen, Saltangará,
eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3750 gr.
Týsdagin fingu Berit og Kári á Presttrøðni, Miðvágur, ein
son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3850 gr.
17. august fingu Annfríð og Magnus Neslíð, Toftir, eina
dóttur. Hon var 59 cm. long og vigaði 4750 gr.
18. august fekk Kristian eina lítlasystur, sum var 50 cm. long
og vigaði 3000 gr., foreldrini eru Rúna Debes Christiansen
og Hanus Kúrberg, Tórshavn.
Brúdleyp
Í dag, 20. august kl. 16.00 giftast í Vestmanna kirkju Svanna
Jákupsdóttir, Hoyvík og Meinert J. Olsen, Vestmanna. Brúd-
leypsadr.: Hotel Føroyar.
Í dag, 20. august kl. 14.00 giftast í býráðssalinum í Havn
Maria Vang, Tórshavn og Niels Pauli Justinussen, Leirvík.
Veitslan verður fyri innbodnum í bygdarhúsinum í Leirvík
kl. 18.30.
Í dag, 20. august kl. 15.00 giftast í Havnar kirkju Harriet
Poulsen, Tórshavn og Teitur Vágadal, Argir. Veitslan verður
fyri innbodnum í Villingardalsvegi 45.
Í dag, 20. august giftast í Fuglafjarðar kirkju Vár Róin og
Sigfrid Petersen. Veitslan verður fyri innbodnum í Mentan-
arhúsinum.
Í dag, 20. august giftast í Rommele Kyrka (Trollhättan,
Svøríki) Linda Nilsson og Johannes Danielsen, Tórshavn.
Brúdleypsadressan er c/o Nilsson, Åkersbergsvägen 40, 461
40 Trollhättan, Sverige. johsd@yahoo.com
70 ár
Fríggjadagin 19. august fylti Brynjólvur Petersen, Sval-
bardsvegur 13, Tórshavn, 70 ár. Føðingardagurin verður
hildin leygardagin 20. august í HB-húsinum kl. 19.00.
Dagurin
20. august. Bernhard, deyður í 1153. Abbati og kirkjulærari í Fraklandi. Kom upp í munka- og nunnuskipanina,
ið róptu seg cisterciensaraskipanin. Har gjørdist hann skjótt oddamaður, og fekk stóran týdning í kirkjupolitikki
og kirkjulæru í 12 øld. Bygdi í 1115 kleystrið Clairvaux og varð síðani róptur Bernhard úr Clairvaux. Hann var
vanur at taka til: Ora et labora (bið og arbeið). Navnið er germanskt og merkir bjørn og harður.
21. august. Sálomon. Til minnis um hin vísa kongin Sálomon, sum sagt er frá í kapitlunum 1-11 í fyrru Kongabók
í Gamla testamenti.
Navnið merkir friður og vælferð.
22. august. Symphorianus, deyður í umleið ár 180. Kristin ungur maður úr Autun í rómverska landinum Galliu
(Suðurfraklandi). Varð tikin av døgum, av tí at hann ikki vildi tilbiðja skurðgudamyndir í Cybeletemplinum.
Mikudagin
17.
august
hevði Páll Joensen í Leir-
vík 30 ára starvsdag sum
maskinmeistari
í
Sp/f
Tavuni í Leirvík. Hann
byrjaði í 1975, tá flakavirk-
ið hevði navnið P/f Frost,
og helt síðan áfram tá virk-
ið bleiv yvirtikið av Sp/f
Tavuni.
Páll er leirvíkingur. Sum
ungur fór hann í læru á
Skála Skipasmiðju sum
maskinsmiður og starvaðist
eisini har, eftir at hann var
liðugur at læra.
Í 1960 árunum og til mitt
í 70 árunum starvaðist hann
í Føroyingahavnini sum
maskinmaður, til hann fekk
bjóðað
starvið
sum
maskinmaður í P/F Frost í
Leirvík.
Páll starvast framvegis
sum maskinmaður, hóast
hann er 74 ára gamal og
hevur mangan langan ar-
beiðsdag nú í gulllaksa-
sesongini.
Tey fyrstu árini var Páll
einsamallur sum maskin-
maður, men tey seinnu
árini hava teir verið tveir.
Arbeiðið á virkinum hev-
ur ofta verið skiftandi
framleiðslur við mongum
ymiskum maskinum og
tøkni, og hevur hetta mang-
an kravt nógv av maskin-
manninum, men altíð hevur
Páll klárað at loyst hesar
uppgávur.
Páll er ein stak lagaligur
maður og er ikki lættur at
taka av fótum hvørki so ella
so. Hann er ruddiligur og
snøggur, og tey sum um-
gangast hann bera honum
alt tað besta.
Foreldrini hjá Páll vóru
Pól, vanliga nevndur Pól
við Garð, úr Leirvík, og
Lena,
vanliga
kallað
Vestmanna-Lena, úr Vest-
manna. Hann er giftur við
Herborg, f. Justinussen, úr
Leirvík, og fyri kortum
kundu tey halda gullbrúd-
leyp.
Herborg og Páll eiga 5
børn:
Malan, Absalon,
Poul, Thomina og Heiðrik.
Tey eiga 11 barnabørn og 5
langommu- og langabba-
børn.
Vit ynskja Pálli tillukku
við 30 ár starvsdegnum.
x.
30 ára starvsdagur
Í dag, leygardagin 20. aug-
ust 2005, er Trine Ørvarodd
í Havn avlærd sum bygn-
ingsmálari hjá Málara-
meistaranum Una Zachari-
assen í Hoyvík.
Lærumeistari var Uni
Zachariassen.
Trine er donsk, ættað úr
Århus, og flutti til Føroya
fyri fýra árum síðan, tá hon
fór í læru sum málari. Hon
trívist væl í málarafakin-
um, og á tekniska skúlan-
um í Århus fekk hon
bronsu fyri næstbesta kar-
akterin í klassanum.
Hon er fyrsti kvinnuligi
málari, sum hevur tikið
sína útbúgving hjá føroysk-
um lærumeistara.
Trine er 20 ára gomul og
er gift Finn Ørvarodd í
Havn.
Í løtuni er Trine við í
arbeiðinum at mála Hotel
Tórshavn í Tórsgøtu í
Havn.
Trine avlærd sum bygningsmálari
Trine Ørvarodd saman við lærumeistaranum Una Zachariassen
Mynd: Bárður Lydersen