leygardagur 20. august 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í ár eru liðin 35 ár
síðan fyrsta føroyska
myndaárbókin kom
út. Talan er mynda-
árbókina – árið ið fór
sum Hjalti Skaalum í
Havn ritstjórnaði og
gav út. Bókin varð
givin út árini frá
1970-1980
Í sambandi við at 35 ár eru
liðin síðan tann fyrsta av
teimum
væl
umtóktu
myndaárbókunum – árið ið
fór, varð givin út, greiðir
Hjalti Skaalum, sum rit-
stjórnaði og gav bøkurnar
út, frá um hugskotið aftan
fyri hesar bøkur.
Hvussu kom hugskotið til
at gera myndabókina »Árið
ið fór«?.
»Eg var búsitandi í Keyp-
mannahavn í sekstiárunum.
Í 1967 byrjaði eg at gera
skrapbók (útklipsbók) við
myndatilfari og teksti um
hendingar av ymiskum slag
– eisini úr Føroyum.
Tann fyrsta greinin eg
klipti út var um eina hend-
ing í Føroyum. Tað var, tá
»Smyril«, sum bygdur var á
Skipasmiðjuni, fór roynd-
artúr. Hetta var í februar
1967. Ein mynd, sum sýnir
Smyril fara skúmandi út-
eftir Nólsoyarfirði, var
saman við greinini.
Eg abonneraði upp á
Dimmalætting tey seinni
árini, eg búði í Keyp-
mannahavn, so á tann hátt
kundi eg fylgja við hvat
hendi í Føroyum, og tað var
skjótt at ymiskt áhugavert
tilfar kom í skrapbók mína.
Í Danmark kom á hvørj-
um ári út ein myndaárbók
(ella hefti) »Året i billeder«
við umleið 100 síðum við
myndum og teksti, har
størsti dentur var lagdur á
myndatilfarið (situatións-
myndir) við einum stuttum
teksti.
Tað kom fyri, at okkurt
smávegis tilfar var um
hendingar í Føroyum – ein
ella tvær síður. Tá helt eg
við mær sjálvum, at tað má
henda okkurt meira í Før-
oyum enn tað, sum pláss
var til í hesi bók.
Í oktober 1968 fluttu vit
aftur til Føroyar. Eg gjørdi
framvegis
»skrapbók«,
men nú lá betur fyri at
savna føroyskt tilfar burtur-
av. Samstundis føddist so
tankin um at gera eina før-
oyska myndaárbók eftir
sama »konsepti« sum tann
danska.
Eg byrjaði við at kanna,
hvat myndatilfar var at
finna hjá føroysku bløðun-
um. Fyrst fór eg til Dimma-
lætting, har eg hitti Flemm-
ing Samuelsen, sum hevði
við
myndatilfarið
hjá
Dimmu at gera. Hann var
sera hjálpsamur, og hjálpti
mær við tí fyrsta myndatil-
farinum.
Treytin fyri at kunna
framleiða eina myndaárbók
til ein rímuligan prís, var
tann, at møguleikin fyri
»offsettprenting« var til
staðar og tílika útgerð
hevði blaðið »14. Septem-
ber« útvega sær stutt
frammanundan. Fyrireik-
ing til offsettprenting var í
stuttum avfotografering av
tí tilfarið, sum skuldi prent-
ast.
Myndirnar vóru positivar
og fingu tað stødd, sum
ætlanin var frammanundan.
Síðan vóru tær límaðar
uppá eitt ark, sum hevði
støddina á síðunum átekn-
að við t.d. 8 síðum. Tekst-
urin, ið helst skuldi vera
stuttur og greiður, var
somuleiðis límaður oman-
fyri ella niðanfyri myndina,
ella soleiðis sum plássið á
síðuni nú einaferð var. Síð-
an var alt avfotograferað og
eitt negativ framleitt. Hetta
negativið varð síðan gjøgn-
umlýst niður á eina offsett-
plátu, har myndir og tekstur
vóru »etsað« niðurá. Off-
settplátan varð síðan fest á
ein vals, og klárt var at
prenta.
Kalmar Lindenskov, sum
tá starvaðist á »14. Septem-
ber«, stóð fyri hesum
arbeiðinum.
Hugurin dreiv verkið
»Árið ið fór« 1970 varð
fyrsti árgangur, sum varð
útgivin. Eg savnaði tilfar
saman ígjøgnum alt árið
1970 og redigeraði hetta til
uml. hálvan november. Ætl-
anin var so, at umleið hálv-
an desember skuldi árbókin
verða í sølubúðunum.
Hetta var tann fyrsta
bókin av sínum slag í Før-
oyum, og tá hon endiliga –
eina viku seinkað – kom út
í umleið 2000 eintøkum,
gekk hon sum heitt breyð.
Øll eintøkini vóru seld fyri
jól, men tað eydnaðist at
fáa prenta nøkur eintøk
aftrat millum jól og nýggj-
ár, soleiðis at tørvurin varð
nøkunlunda nøktaður tað
árið. Tað var gleðiligt at
uppliva tílika móttøku av
bókini, og gav hetta íblástur
til at halda fram í nøkur ár
aftrat.
Tað var hugurin til at
gera árbókina, sum dreiv
verkið, tí tað var ikki tann
stóra úrtøkan upp á árs-
basis. Tann føroyski markn-
aðurin er sum kunnugt ikki
nóg stórur til, at tað loysir
seg fíggjarliga við tílíkari
myndabókaútgávu, men tað
var ein ávísur »spenning-
ur«, við at gera bókina, tí
eg kom í samband við sera
nógv áhugaverd fólk tey 11
árini, eg gjørdi mynda-
árbókina.
Tilfarið til bókina fekk eg
fyrst og fremst úr tíðinda-
bløðunum – bæði myndir
og frágreiðingar, men eg
fekk eisini ein part av
myndatilfarinum frá foto-
grafum og privatfólki.
Sjálvur tók eg eisini
myndir til árbókina, tá tað
bar til, ella tá eg var á
staðnum, har nakað hendi.
Mær hevur altíð dáma væl
at taka myndir, sum kunnu
hava ein søguligan týdning.
Eg havi altíð havt stóra
virðing fyri myndum, tí ein
mynd ímyndar eitt eygna-
bragd, sum ongantíð kemur
aftur«, sigur Hjalti Skaal-
um.
Útsøluprísurin fyri fyrstu
bókina í 1970 var kr. 12,50,
og tann seinasta kostaði kr.
29,50 í 1980. Myndaárbók-
in var tann fyrsta av sínum
slagi, og ongar slíkar bøkur
eru gjørdar síðan. Árið
eftir, í 1971, kom mynda-
blaðið Eygað, og seinni
komu t.d. myndabløðini:
Nú, Magn og Kolon.
Fyri 35 árum síðan:
Altíð havt stóra virðing fyri myndum
Nr. 157 - 20. august 2005
15
Eg havi altíð havt stóra virðing
fyri myndum,
tí ein mynd
ímyndar eitt eygnabragd, sum
ongantíð kemur aftur.
”
Hjalti Skaalum við einum
eintaki av hvørjari
myndaábók, hann gav út
árini frá 1970 til 1980,
tilsamans 11 bøkur.
Bøkurnar komu út í
desember og vórðu tí nógv
nýttar sum jólagávur og at
senda til vinir og kenningar í
útlandinum
Mynd: Álvur Haraldsen
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.