leygardagur 20. august 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 157 - 20. august 2005
Í øllum arbeiðum er
neyðugt at halda
vitan sína viðlíka.
Hetta ger seg ikki
minst galdandi inn-
an økið hjá hár-
fríðkanini, har
nýggj modell og
nýggj merki koma
fram í heilum
HÁRPRÝÐI
Snorri Brend
Til tess at greiða áhugað-
um føroyskum frisørum
frá um eitt av hesum
merkjum – TIGI - og fyri-
munirnar við hesum, var
skipað fyri serstakum
skeiði farna vikuskifti við
eini danskari hárfríðkan-
arkvinnu, sum visti alt
um hetta merkið.
Seinnapartin
leygar-
dagin vóru frisørar, mo-
dell og hesin danski
skeiðshaldarin, Line á
Rex, har fleiri modell
sótu klár at leggja høvd
til saks og hesi evnini, ið
m.a. kunnu fáa hárið at
sita betri.
Skilligt var, at hetta
hevði teirra stóra áhuga.
Tey sótu øll við penni og
pappíri í hond, og skriv-
aðu niður tey góðu hug-
skotini, sum skeiðshald-
arin kom við.
Tá kirkjuklokkurnar
ringdu til gudstæn-
astu í Dómkirkjuni
seinasta sunnudag,
var tað samstundis
seinastu ferð at hjálp-
arpresturin, Jóannes
Fonsdal prædikaði
har á hesum sinni
FÓLKAKIRKJAN
Væl av fólki var til guds-
tænastuna, teirra millum
fleiri í familjuni hjá Jóann-
esi,
Eftir sjálva prædikuna
takkaði hann á prædika-
stólinum fyri ta tíðina, hann
hevði havt, síðani hann
varð settur í hetta starvið í
fjør.
- Eg og familjan hava
verið glað fyri tíðina her.
Og tað er tí við sorgblídni
at vit nú fara higani, segði
prestur.
Starvið er síðani vorðið
niðurlagt, og tí var neyðugt
hjá honum at finna sær
annað starv.
Tað eydnaðist honum
rættiliga skjótt at fáa eitt
annað prestastarv: Frá 1.
september er hann nevni-
liga settur í starv sum prest-
ur við Emdrup Kirke í
Keypmannahavn. Í næstum
flyta hann og familja hans-
ara tískil aftur til Danmark-
ar.
Í samband við gudstæn-
astuna henda dagin vórðu
tvey børn borin til dópin,
harav
Jóannes
Fonsdal
sjálvur slapp at doypa sín
yngsta son, Samuel Fons-
dal.
Undir
gudstænastuni
hevði ein annar prestur við
somu kirkju, Sverri Stein-
hólm eina takkarkvøðu til
Jóannes. Og síðani varð
boðið til kirkjukaffi á lofti-
num.
sb.
Hann er erkabiskupp-
ur fyri eina afrikan-
ska kirkju í vøkstri.
Nú fer hesin, Nemuel
Babba at greiða frá
arbeiðinum í kirkjuni
og tí tørvi, tey hava á
at røkka enn longur
út við gleðiboðskapi-
num. Ein tílíkur evan-
gelistur kostar einans
4000 føroyskar krón-
ur um árið
TRÚARLÍV
Snorri Brend
Havn: Tað er ikki á hvørj-
um degi, at høvi er at hoyra
ein afrikanskan erkabiskup
tala á møti í Føroyum.
Sunnukvøldið
verður
hetta høvið í Meinigheits-
húsinum í Havn, tá Nemuel
Babba úr Nigeria talar.
Nemuel er ikki ókendur
her á landi ella við Føroyar,
tí hann hevur verið her
fleiri ferðir áður. Og orsøk-
in til tað er hin einfalda, at
hann er giftur við Kaju,
sum er ættað úr Rituvík.
Hon varð send út sum
trúboðari til Nigeria í 1969,
og hevur virkað har síðani –
í fyrstuni einsamøll, men
seinni saman við manni og
børnum.
Møtið í Meinigheitshúsi-
num byrjar kl. 18, og har
eru øll vælkomin.
Heima og úti
Við jøvnum millumbilum
skipar
Meinigheitshúsið
fyri møtum, har dentur
verður lagdur á trúboðara-
arbeiðið úti í heimi.
Meinigheitshúsið er ein
partur av arbeiðinum hjá
Heimamissiónini í Føroy-
um, men hevur eisini eyg-
uni vend út í heimin - móti
teimum, sum enn ikki hava
hoyrt gleðiboðskapin.
Fyrr í mánaðinum varð
eitt møtið hildið við sama
endamáli, tá kona Nemuel -
Kaja Babba úr Rituvík
greiddi frá sínum arbeiði í
luthersku kirkjuni í Niger-
ia. Á sama møti luttók eis-
ini Maureen Clarke úr
Havn, sum arbeiðir sum
trúboðari í Vesturafrika.
Í annaðkvøld verður so
høvið at hoyra erkabisk-
uppin í teirri luthersku
kirkjuni í Norðurnigeria
tala og greiða frá arbeiði
sínum.
Hetta er ein stór og virkin
kirkja, sum telur omanfyri
600.000 limir.
Hjartamál
Kristi Lutherska Kirkja í
Norðurnigeria hevur í dag
eitt víttfevnt andaligt virk-
semi. Alt byrjaði við at ein
danskur trúboðari, sum var
útsendur av donsku Sudan-
missiónini, fór hagar at arb-
eiða í 1913.
Hóast kirkjan bæði hevur
bíbliuskúlar, prestaskúlar
og evangelistar í arbeiði, so
er kortini stórur tørvur á at
enn fleiri støð verða rokkin
við gleðiboðskapinum.
Hetta er eisini eitt av
hjartamálunum hjá Nemuel
og Kaju, og tí hevur hann
eitt brennandi ynski um, at
tann kirkjan, sum hann er
leiðari í, skal kunna senda
enn fleiri evangelistar út til
tey fjarskotnu støðini.
- Tað eru framvegis
nógvir landsbýir, har tey
dyrka andar og har hildið
verður fast við tær gomlu
tradisjónirnar.
- Her kann ein evangel-
istur í einum slíkum staði
veruliga gera mun við und-
irvísing sínari. Hetta kann
geva teimum ein nýggjan
hátt at liva uppá og eitt heilt
annað sýn uppá menniskju
og vælveru sína, sigur
Nemuel.
Á møtinum sunnukvøld-
ið fer hann tí eisini at koma
inn á henda tørvin. Møgu-
leiki verður hjá fólki at
tekna seg sum faddrar fyri
ein slíkan evangelist, sum í
okkara peningi bert kostar
4000 kr. um árið.
Gott slag til vøkur høvd
4000 kr. røkka langt í Nigeria
Nemuel og Kaja hava sítt
starv í luthersku kirkjuni í
Norðurnigeria. Nú eru tey
komin heim í summarfrí, og
fer Nemuel at greiða frá
sínum arbeiði sunnukvøldið
Seinasta gudstænastan hjá Fonsdal
Jóannes Fonsdal doypir sín egna son við seinastu gudstænastu sína í Dómkirkjuni