Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FSF fer nú undir at gera kravfestingarnar til nýggja venjara- starvið. Óli Holm, formaður, sigur seg vóna, at talan verður um eina skjóta loysn, men hann leggur dent á, at hendan kortini skal vera væl grund- að. Tað tykist undr- unarvert, at ein slík kravfesting ikki er gjørd, áðrenn sam- starvið við verandi venjaran verður sagt upp LANDSLIÐSVENJARIN Jákup Mørk Hvør verður nýggjur lands- liðsvenjari hjá Føroyum? Tað er helst spurningurin, sum stórur partur av fót- bóltsføroyum setir sær sjálvum, nú tað stendur greitt, at Henrik Larsen bert hevur knappar tveir mánaðir eftir í sessinum, sum hann hevur røkt sein- asta hálva fjórða árið. Gera kravfestingarnar Tað var ikki fyrr enn sein- asta sunnudag, at FSF kom til endaligu niðurstøðuna um, at Henrik Larsen ikki fær nýggjan sáttmála, og enn er Fótbóltssambandið ikki komið stórt víðari enn tað sama. - Nú er talan sjálvandi um eina støðu, sum nýliga er íkomin. Vit valdu tó at melda greitt út longu eftir dystin mikukvøldið, soleið- is at tað gitingar og ill- gitingar ikki fóru at órógva fyrireikingarnar undan teimum trimum seinastu dystunum, sigur Óli Holm, formaður í Fótbóltssam- bandinum. Hann sigur víðari, at teir nú fara at gera eina krav- festing um, hvørjar dygdir teir fara at leita eftir við einum nýggjum venjara, og at teir síðani fara at kanna marknaðin. Men hava tit soleiðis onga hóming av, júst hvørj- um tit fara at leita eftir? - Sjálvandi hava vit tað, men nú tað ikki er viðgjørt á nevndarstigi enn, kann eg ikki síga so øgiliga nógv um tann partin. Tað er tó greitt, at vit fyrst og fremst vilja hava ein venjara, sum hevur góða útbúgving, og sum vit meta er førur fyri at føra landsliðið enn longur fram. Við Allani Simonsen og Henrik Larsen hava Før- oyar havt tveir venjarar, sum at kalla hava verið størstu »nøvnini« á liðnum. Tað hevur helst eisini verið við til at flutt fokus frá spælarunum, tá spælt hevur verið uttanlands. Er tað ein dygd, sum tit eisini leita eftir hesaferð? - Sjálvandi vil eg ikki úti- loka nakað upp á forhond, men eg haldi, at júst tann parturin ikki er so avger- andi hesaferð. Tey flestu munnu eisini vera samd um, at vit á tann hátt eru komin eitt fitt stig víðari. Tað vera nokk í størri mun tær fakligu dygdirnar, sum koma at gera setanina av hesaferð. - Men lat meg so sam- stundis leggja afturat, at hetta ikki verður sagt fyri á nakran hátt at seta niður á fakliga arbeiðið, sum Allan og Henrik hava gjørt. Teir hava báðir gjørt eitt gott arbeiði, sum heilt avgjørt hevur verið við til at lyft føroyskan fótbólt. Búseting kostar Eitt, sum sjálvandi er nær- liggjandi at tosa um, nú nýggjur venjari skal finn- ast, er treytin um, at ein komandi landsliðsvenjari skal verða búsitandi í Før- oyum. Tað kravið kundi bent á, at talan verður um føroysk- an venjara, men heldur ikki her vil Óli Holm útiloka nakran. - Tað kann jú eins væl verða ein útlendingur, sum kemur her at búgva í tvey ár ella meira. Men tað merkir væl alt annað líka øktar fíggjar- karmar. Hevur FSF ráð til tað? - Enn hava vit so ikki sett krónur á, hvat ein komandi venjari skal kosta. Og sjálv- andi hava vit okkara fíggjaravmarkingar, hóast summi eru av eini aðrari áskoðan. - Vit hava í øllum førum ikki ráð at fara út eftir teimum heilt stóru topp- nøvnunum, og alt annað líka, so vil tað væl kosta meira, um vit skulu hava ein útlending hendavegin. Hinvegin, so vita vit jú enn ikki, hvørjir møguleikar koma fram, so hatta verður fyribils ein opin spurning- ur. Men tit siga, at nýggjur venjari helst skal vera funnin um miðjan oktober. Gevur tað ikki eitt øgiliga stutt skotbráð, um tit eru komnir somikið stutt ávegis í fyrireikingunum? - Tað ger tað kanska, men vit vóna framvegis, at tað fer at bera til, at nýggjur venjari er settur í oktober. Hinvegin ætla vit okkum avgjørt ikki, at talan skal verða um nakra hovsa- loysn. Men vit vilja heldur ikki enda í somu støðu sum seinast, tá landsliðsvenjari ikki varð settur fyrr hálvt ár eftir, at Allan Simonsen var farin úr starvinum, stað- festir Óli Holm. Undrunarvert Tí stendur spurningurin um ein komandi landsliðs- venjara enn púrasta opin. Í blaðnum í gjár róðu vit uppundir, at Jógvan Martin Olsen longu tykist vera koyrdur fram sum ein av toppkandidatunum, og sum slíkur má hann væl fram- vegis roknast. Eisini hóast onnur - bæði føroysk og út- lendsk - nøvn væl kunnu koma upp á tal. Tað tykist tó merkisvert, at samstarvið við Henrik Larsen nú verður endað, uttan at ein kravfesting til ein komandi venjara er sett. Tað kundi bent á, at antin hevur Henrik sett krøv, sum FSF ikki vildi ganga á møti, fyri framhaldandi samstarvi. Ella snøgt sagt, at FSF ikki hevur nøgt við stóra danan. Nakað sum eisini tóktist eyðkenna tíð- indaskrivið, sum varð sent út hósdagin. Har stóð, at tað var full semja um, at samstarvið nú steðgar, men tað var ikki júst tað, sum Henrik Larsen segði fjøl- miðlunum. Sum støðan er nú, so tyk- ist tað, sum hevur FSF slept verandi venjaranum upp á fjall, uttan at hava gjørt sær greitt, hvørji krøv ella ynski verða sett til eftir- mann hansara. Tað siga oddsini Hjá Nordicbet hava tey sum vant sett sannlík- indini fyri, hvørjir vinnararnir verða í dystunum um viku- skiftið. Ikki óvæntað er HB nógv tann greiðasti favoritturin, og gevur ein sigur á TB bara pengarnar 1,15 ferðir aftur. Í øðrum dystum tykjast odds-setararnir at vera meira varnir, tó at tað tykist nóg so djarvt, at ein javnleik- ur á Eiðinum í Vági gevur pengarnar 3,30 ferðir aftur. Oddsini til einstøku dystirnar eru annars hesi: Dystur 1 X 2 VB-Skála 3,60 3,30 1,75 HB-TB 1,15 6,50 7,90 KÍ-EB/S 2,30 3,80 2,20 ÍF-GÍ 1,95 3,05 3,20 NSÍ-B36 2,50 3,65 2,10 -jm Venjarin hjá Start heldur fram Ikki óvæntað hava bæði áskoðarar og leiðsla í Start verið sera væl nøgd um ar- beiðið, sum venjarin, Tom Nodrlie, hevur gjørt hetta kappingar- árið. Start og Todi Jóns- son eru framvegis oddalið í norsku kapp- ingini, og nú hevur felagið so boðað frá, at venjarin komandi trý árini eisini eitur Tom Nordlie. nýggjur sátt- máli er nevnliga gjørd- ur, og bindur hesin væl lýdda venjaran at fe- lagnum til og við 2008. -jm Nr. 157 • leygardagur • 20. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Krøvini til nýggja venjaran eru ógreið Enn hevur FSF ikki gjørt kravfestingarnar til ein nýggjan landsliðsvenjara klárar, men kortini verður roknað við, at hesin verður settur um tveir mánaðir ella so