leygardagur 20. august 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 157 - 20. august 2005
Við at spæla sítt spæl,
uttan at nýta orku til
at hugsa um hini úr-
slitini, royna Skála-
menn framhaldandi
at halda fast í odda-
sessinum
UPPTAKT
Jákup Mørk
Eftir 19 umfør av Formula-
deildini eitur oddaliðið
framvegis Skála, og stendur
tað
til
spælararnar
á
orangju-litta liðnum, so er
hetta eisini ein støða, sum
stendur við eftir 20. um-
farið.
- Vit royna bara at koyra
á. Klára vit at vinna okkara
dystir, so er tað ikki so
nógv annað, sum vit fáa
gjørt.
Og tit hugsa ikki um,
hvussu úrslitini verða aðra-
staðni kring landið?
- Nei. Tað fáa vit ikki
brúkt til so nógv.
Soleiðis staðfestir lykla-
spælarin hjá Skála, Pauli G.
Hansen, nú teir fyrireika
seg til at fara til Vágs, har
trupult útidystur móti VB
bíðar. Ein dystur, sum
Skála ongantíð áður hevur
vunnið, men hinvegin hava
teir broytt so nógv hagtøl
hesi bæði seinastu árini, at
tað ikki man vera nakað,
sum órógvar hópin stór-
vegis.
Pauli sigur annars, at hjá
teimum eru mest sum allir
mans tøkir. Einasta iva-
málið er Arnold Berg, sum
er nakað eymur í knænum,
og fríggjadagin var fram-
vegis ikki greitt, hvørt hann
fór at spæla.
Mortan helst tøkur
Í VB hava tey enn vónir
um, at tað skal eydnast at
flyta liðið væl og virðiliga
burtur frá niðastu sessun-
um. Sigurin hjá KÍ á Sev-
mýri ber við sær, at tað nú
bara eru tvey stig niður til
ovaru strikuna, og tað vilja
vágbingar fegnir broytar.
Bjarni Johansen - vete-
ranurin á liðnum - staðfest-
ir, at teir eru væl fyri til
uppgávuna. Størsta ivamál-
ið sigur hann vera Mortan
úr Hørg, sum fekk eina
ljóta eftirtackling í lands-
dystinum mikukvøldið. Í
landsliðsleguni
varð
tá
roknað við, at talan ikki var
um nakran liðbandsskaða,
og tí verður Mortan ivaleyst
á lðinum hjá VB, sum skal
royna seg móti oddalið-
num.
Vinnur NSÍ triðja
heimadystin á rað,
kunnu teir av álvara
nærkast toppinum.
Men uppgávan móti
B36 er á ongan hátt
av lættara slagnum
UPPTAKT
Jákup Mørk
B36 skal sunnudagin spæla
kanska truplasta útidystin
av teimum, sum eru eftir av
kappingarárinum.
Hóast
árstalsfelagið
gjøgnum árini hevur havt
gott tak á í Runavík, so
boðar stigatalvan frá, at
talan her er um lið, sum
aftur í ár roynir at ota seg
heilt upp á toppin. Ein
roynd, sum seinasta viku-
skiftið sendi HB suður við
ongum og av toppinum á
stigatalvuni. Nakað sum
runavíkingarnir fegnir vilja
endurtaka.
- Tá vit byrjaðu eftir
summarfrítíðina, høvdu vit
ein greiðan setning. Skuldu
vit hava nakran møguleika
at blanda okkum í heið-
ursmerkjastríðið, kravdi tað
tríggjar sigrar í teimum
fyrstu trimum. Nú hava vit
so vunnið teir báðar fyrstu,
og so fara vit sjálvandi eftir
øllum aftur hesaferð. Men
lætt verður tað ikki.
Soleiðis staðfestir Helgi
L. Petersen hjá NSÍ, tá vit
fríggjadagin loddaðu dýpið
undan dystinum.
Hann sigur víðari, at
runavíkingarnir halda seg
vera rættiliga væl fyri til
dystin. Sammett við dystin
móti HB, verður talan at
kalla um sama fólk, um-
framt at Páll M. Joensen nú
aftur er tøkur. Hann er leig-
aður frá HB, og í leigusátt-
málanum hevði HB treytað
sær, at hann ikki kundi
spæla við móti barndóms-
felagnum. Og so er Ikechu-
kwu Onyema framvegis
leikbannaður, so heldur
ikki hann er tøkur.
Hvíldir lyklaspælarar
Hjá B36 siga tey, at har eru
allir mans til reiðar at fara
undan trupla dystinum.
Hóast
viðhaldsfólkini
kanska funnust at, at eingin
úr árstalsfelagnum var á
vøllinum, tá landsliðið
spældi móti Kypros miku-
kvøldið, so er hetta helst
nakað, sum venjarin hjá
B36 hálvgum fegnast um. Í
øllum førum gav tað lykla-
spælarum hjá liðnum nakað
av tiltrongdari hvíld, nú
dystarskráin hevur verið so
tøtt seinastu tíðina.
Størsta ivamálið í B36-
hópinum seinastu tíðina
hevur verið Herbert í Lon
Jacobsen, sum hevur verið
úti við skaða í nakrar dystir.
Nú er hann tó farin undir
venjingarnar aftur, men tá
vit fríggajdagin fregnaðust
um støðuna, var framvegis
óvist, hvørt hann fór at
verða partur av hópinum
longu sunnudagin.
Ike fekk
tríggjar dagar
NSÍ hevur nú fingið
boð um, at hvør revs-
ingin hjá nigerianska
f r a m h e r j a n u m ,
Ikechukwu
Onyema
er, eftir at hann fekk
reytt kort í dystinum
móti KÍ.
Talan var um eina
ógvusliga hending, tá
Niclas Niclasen og Ike
rendu saman, og klaks-
víkingurin mátti eftir
hetta fara skaddur av
vøllinum. Og tað er
ivasamt, hvørt hann
verður tøkur aftur í ár,
eru boðini úr Klaks-
vík.
Kappingarnevndin
hjá FSF hevur nú gjørt
av, at Ike verður leik-
bannaður í tríggjar
dystir fyri tilburðin.
Fyrsti av hesum dyst-
unum var tann móti
HB seinastea viku-
skiftið, og umframt
komandi dystin móti
B36 noyðist Ike so
eisini at sita uttanfyri,
tá NSÍ um eina viku
fer á vitjan hjá TB.
-jm
Ítróttardagur
hjá Kyndli
Leygardagin millum
klokkan 10 og 14 fer
Kyndil at hava stórt
ítróttartiltak fyri børn.
Hetta
verður
rópt
Ítróttardagur Kyndils,
og
er
ætlanin,
at
G u n d a d a l s h ø l l i n ,
Høllin á Nabb og Bad-
mintonhøllin
allar
skulu takast í nýtslu til
tiltakið.
Her fáa børn høvi til
at taka lut í bóltspølum
av ymsum slag saman
við fyrstudeildarliðun-
um hjá Kyndli.
Eftir hetta verður
eisini talan um undir-
hald, har James Olsen
og Kim Hansen fara
syngja
saman
við
børnunum, umframt at
búktalari eisini fer at
undirhalda.
Tiltakið er ókeypis
hjá luttakarunum, sum
einans
skulu
hava
venjingarklæði við sær
tá tey koma.
-jm
VB-Skála:
Skála hugsar ikki um hini
NSÍ-B36:
Nú kunnu runavíkingar taka fetið
Helgi L. Petersen staðfestir, at runavíkingarnir skulu hava trý stig, skulu teir gera sær vónir um
heiðursmerki í ár
Í fjør gjørdist talan um
málleysan javnleik, tá Skála
vitjaði hjá VB